Nógvir spennandi dystir í vikuskiftium

Øll liðini hjá ÍF Føroyum skulu spæla dyst í vikuskiftinum.

Fríggjakvøldið 20. apríl spæla kvinnurnar ímóti FB 2. Dysturin byrjar kl.18:15 og verður spældur á Jens Jessens vej.

Leygardagin  21. apríl eru heili tríggir dystir á skránni. 1. lið spælir á heimavølli kl.15:15 ímóti FK Prespa. 3. lið spælir á útivølli (Jens Jessens vej) kl.13:00 ímóti VLI 3, og 7 mansliðið spælir á Bavnehøj Idrætsanlæg kl.10:00 ímóti Vestia.

Sunnudagin 22. apríl spælir 2. lið á Kløvermarkini kl.11:45 ímóti Sønderbro Fight 2.

Veðurforsøgnin boðar frá góðum veðri, so gagnnýtið møguleikan og komið og stuðlið okkara leikarum.

Køv ikki eldhugan!

Steypadystur

Mikudagin 18. apríl spælir 1. lið steypadyst ímóti F.C. Babylon. Dysturin verður spældur á Mimersparken kl.19.

Um F.C. Babylon kann sigast, at teir í landskappingini leika í Serie 3, har teir liggja á einum 13. og aftasta plássi. Út av 17 leiktum dystum, hava teir tapt allar 17, og hava eina málúrtøku uppá -91 mál. Út frá hesum kunnu vit tískil siga, at okkara menn eru greiðir favorittar til dystin. Tó er vert at minnast til, at tá ið talan er um ein steypadyst, so kann alt henda.

Køv ikki eldhugin!

Dystir hetta vikuskiftið.

Tveir dystir eru á skránni í vikuskiftinum.

Kvinnurnar spæla sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum sunnudagin 15 apríl kl.13:30 á Kløvermarkini ímóti Heimdal.

3. lið spælir eisini sunnudagin 15 apríl kl.13:30 á Kløvermarkini ímóti KFUM 3.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í dag, týsdag 10 apríl

Tveir dystir eru á skránni í dag, týsdag 10 apríl.

1.liðið skal leika á útivølli ímóti Hvidovre IF 2. Dysturin er kl 19.00. Seinast hesi liðini møttust, endaði støðan 0-0 og kunnu vit tí vænta ein spennandi dyst.

Í kvøld kl 19.30 á útivølli skal 3.liðið leika sín fyrsta dyst í ár ímóti GVI 3.

Køv ikki eldhugan!

Broyting av venjingartíðum

Venjingartíðirnar fyri summarið verða hesar:

Týsdag: Kvinnurnar kl.18:30 og mennirnir  kl.17:30

Hósdag: Kvinnurnar kl.17:30 og mennirnir kl.18:30

Byrjað verður á grasvølli 9. apríl

Køv ikki eldhugan!

Óuppiborin ósigur ímóti oddaliðnum

Týskvøldið 3. Apríl vóru ÍF Føroyar á vitjan á Østerbro, har oddaliðið HB tók ímóti – og lat tað vera sagt beinanvegin: Um nakar dystur symboliserar kappingarárið hjá ÍF Føroyum inntil víðari, so er tað hesin!

Eitt vælmannað ÍF Føroyar lið borðreiddi bæði við framúr fótbóltsspæli og serliga framúrskarandi stríðsvilja og hóast hetta á pappírinum var toppur ímóti botni, so fingu HB ikki eitt bein til jørðina uppá nakað tíðspunkt. Frá fyrsta bríksli áttu føroyingar dystin, og undir vanligum umstøðum burdi talan verið um ein tryggan føroyskan sigur, men tíverri spæla ÍF Føroyar alt ov sjáldsamt undir vanligum umstøðum…

ÍF Føroyar løgdu út við at trýsta høgt og agressivt, og hetta gav úrslit. Heimaliðið var ikki í nánd av at hótta føroyska málið, samstundis sum okkara menn innanfyri fyrstu 20 min. høvdu fleiri vandamiklar møguleikar, m.a. hevði Jens Michael eitt gott skot á tað innasta av innarastongini og løtu seinni høvdu Rógvi P. og Álvur hvør sín góða málmøguleika innanfyri fá sekund.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdist Jens Michael eisini leysur við málmanninum eftir verjuvillu, og sami verjuleikari valdi so at bremsa Jens Michael á ólógligan hátt og harvið klokkureint reytt kort til aftasta mannin. Eftir hetta bleiv føroyska trýstið sjálvsagt bert enn størri, og tað var um reppið fleiri ferðir, men hvørja ferð manglaði tíverri akkurát tað síðsta.

Marginalarnir hava ofta verið ímóti okkara monnum, men sjáldan í so stóran mun sum í hesum dystinum. Burturúr ongum fáa HB eitt álop, ið endar við at ein leikari hjá teimum dettur um síni egnu bein inni í okkara brotsteigi, og hóast einhvør, sum var í nánd av vøllinum dugdi at síggja hetta, so var dómarin ikki í iva: Brotsspark og 1-0 til HB. Tað skal leggjast avtrat at leikarin á sera ódámligan hátt spældi tjúkt uppá tað og hetta var hvørki fyrstu ella síðstu fer man sá hetta frá einum sum heild ófatiliga grenjutum og ódámligum heimaliði.

Ein rættvís hálvleiksstøða hevði nokk verið ein føroysk 3-0 leiðsla, aftaná 7-0 stórar málmøguleikar, men rættvísi hevur sjálvdan nakað við fótbólt at gera, so hálvleiksstøðan var sostatt 1-0 til HB.

Trýstið helt áfram í seinna hálvleiki, men tíverri hevði dómarin ein stóran leiklut ígjøgnum allan dystin. Tíðliga í seinna hálvleiki hevur ein føroysk misskiljing í verjuni við sær, at ein ófarlig støða bleiv til eina hálvfarliga støðu í brotsteiginum, men tá ið man helt at vandin var av, bríkslaði dómarin – enn einaferð var tað ein HB leikari, sum gjørdi mest burturúr ongum og hóast okkara verjuleikari gjørdu alt fyri onki at gera, so var aftur brotsspark til heimaliðið og ein útvísing til okkara leikara, sum vit meta, sambært nýggju reglunum, átti at verið eitt gult kort. 2-0 til HB, og 10 ímóti 10.

ÍF Føroyar hildu tó áfram at sita á dystinum og spældu seg fram til fleiri vandamiklar støður, men sum so ofta hetta kappingarárið, so manglaði tíverri tann síðsti neyvleikin frammanfyri málinum, har snøgt sagt allir fingu roynt seg. Eftir einum ótali av møguleikum bragdaði endiliga, og málið var eisini sera sigandi fyri okkara neyvleika hendan dystin: Símun kemur í góða skotstøðu inni í teirra brotsteigi, men rakar ikki bóltin heilt gott – lukkutíð rakar bólturin av tilvild Teitur, sum mestsum av óvart stýrir bóltin í netið framvið málmanninum til 2-1.

Tíverri fáa HB skorað til 3-1 alt ov stutt aftaná. Aftaná kontraálop fáa teir eitt innkast, sum verður tikið skjótt eftir teirra vinstu síðu og harfrá kemur eitt millimeturneyvt innlegg til teirra aftasta mann, sum ótarnaður kann leggja bóltin í netið aftanfyri ein sakleysan Rana. Hetta var faktiskt fyrsti veruligi málmøguleikin av samanlagt tveimum, sum HB tilspældu sær í dystinum.

Hetta málið punkteraði sindur føroysku gongdina, og tað var torført ikki at vera óendaliga frustreraður. Restina av dystinum var tað tó framvegis ÍF Føroyar, sum átti spælið og málmøguleikarnar, men tað gjørdist longri og longri ímillum tað heilt vandamikla.

Fyrst í yvirtíðini eydnast tað at skora aftur, og tað er ómetaliga synd, at eitt so vakurt eitt mál ikki bleiv eitt sigursmál: Eitt innlegg frá høgru síðu fer framvið allar og endar sostatt hjá Ragnar P. á vinstra bakkinum. Teir flestu væntaðu eitt innlegg frá hansara vinstra beini, men ístaðinfyri trekkir hann inn í vøllin, og við tí veikara beininum knúsir hann bóltin upp í nærmasta horn uttan nakran møguleika hjá málmanninum at gera nakað! Eitt sera vakurt mál, men tíverri eisini tað síðsta í dystinum, sum sostatt endaði 3-2 til HB.

Um man skal taka samanum dystin, so er ógjørligt at koma uttanum mannin við floytuni. Ótrúliga keðiligt at hesin persónurin skal skilja seg burturúr mongdini. Tað er ofta troyttandi at hoyra fótbóltslið geva dómaranum skyldina, men summar tíðir má man eisini kalla ein spaka fyri ein spaka!

Tó skal leggjast afturat, at um vit høvdu megnað at gagnnýt bert helvtina av okkara málmøguleikum í dystinum, so hevði talan verið um ein tryggan sigur – óansæð dómaran, og tískil kunnu vit ikki tveitta alla ábyrgdina frá okkum. Man kann diskutera, hví okkara menn so ofta eru so óhepnir, men vónandi fer hetta at javna seg út sum skjótast.

Tað er sjálvandi vert at leggja dent á, og eisini ótrúliga gleðiligt at síggja, hvussu væl okkara menn stríddust og spældu, og totalt áttu dystin á útivølli ímóti fremsta liðnum í deildini, og ongin ivi er um, at sjálvt ein javnleikur hevði verið ónøgdandi og óuppiborin. Hetta framúrskarandi avrikið burdi tí boðað frá góðum til komandi uppgávurnar, har tað vónandi er nógv gott í væntu.

Vit hyggja sum altíð frameftir til næsta dyst, sum er leygardagin kl. 15.15 á heimavølli ímóti KB.

 

HB – ÍF Føroyar: 1-0 (3-2)

1-0:

2-0:

2-1: Teitur Justinussen (Símun Johannesen)

3-1:

3-2: Ragnar Poulsen

Dagsins Leikari: Rógvi Joensen

 

Uppstilling:

Rani

Jóhan J  – John H. – Torstein – Beinir

Tummas  – Rógvi J

Álvur – Rógvi P – Jens Michael

Teitur

Bonkur: Ragnar, Joseph, Símun

 

Køv ikki eldhugan!

Dystir hetta vikuskiftið

Fleiri dystir eru á Kløvermarkini komandi vikuskifti.

2.liðið spælir sín fyrsta dyst leygardagin 07 apríl kl 13.30 ímóti KFB 2. Beint eftir, kl 15.15, skal 1.liðið aftur á vøllin, hesuferð ímóti KB 2, ið liggur á einum 4. plássi.

Sunnudagin 08 apríl kl 15 spælir okkara 7-manslið ímóti B93.

Veðurforsøgnirnar eru góðar, so komið ein túr út á Kløvermarkina og njótið, at várið er byrjað.

Køv ikki eldhugan!

Kleyvarskapur og gøla í kuldanum á Kløvermarkini

Tórsdagin 29. mars spældu ÍF Føroyar ársins fyrsta heimadyst, har KFUM kom á vitjan. Bert tvey stig vóru á muni millum liðini. Tíverri rakti páskafrítíðin ÍF Føroyar sera meint, og høvuðsvenjarin kundi áðrenn dystin telja heili 27 avboð.

KFUM legði hart fyri, og satt at siga, vóru okkara menn ikki heilt klárir frá byrjan. Longu eftir tveimum minuttum legði KFUM seg á odda – eitt alt ov lætt mál, har verjan hjá okkum ikki heilt hevði fingið hitan enn. Áðrenn tíggju minuttir vóru leiktir var støðan longu 0-2, men hesaferð var talan um ein vakran hálvfluktara.

Jú minni sagt um fyrra hálvleik jú betur. ÍF Føroyar høvdu møguliga bóltin meira enn KFUM, men óvanliga lítið kom burturúr, og KFUM vóru skjótir til at revsa teimum mongu persónligu mistøkunum. Nevnast skal at Rani hevði fleiri góðar bjargingar í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki var tað eitt hamskift lið, sum kom á vøllin. Leikararnir vóru tendraðir og byrjaðu at vinna sínar nærdystir og trýsta hægri og betri á vøllinum. Av tí sama bleiv spælið eisini betur, og hetta gav úrslit. 5-10 minuttir í seinna hálvleiki leggur innskifti Jákup ein góðan bólt innfyri úr høgru, og somuleiðis innskifti og altíð vandamikli Jóhan tveitir seg fram  og prikar bóltin í netið – eitt gott mál, ið gav enn meir blóð uppá tonnina.

Okkara leikarar høvdu nóg illa fingið armarnir niður aftur, áðrenn KFUM megnaði at skora enn eina fer og støðan gjørdist 1-3.

Stutt eftir eydnast tað okkum at fáa enn eitt mál – stór frøi hjá teimum føroysku leikarunum, men tíverri meta hvørki dómarin ella linjuverjin, at bólturin var í málinum, hóast bólturin bókstaviliga raktið netið! – ein GØLA…

ÍF Føroyar royndi at halda á fram við at trýsta og áttu eisini tað mesta av dystinum, men hóast bæði góðar og hálvgóðar møguleikar, so eydnaðist tað tíverri ikki at fáa fleiri mál.

Sigast skal tó, at hóast ein sterkan seinna hálvleik og av sonnum manglandi marginalar, so høvdu leikararnir einamest sær sjálvum at takka fyri at onki stig kom burturúr dystinum. Ein út av lagi vánaligur fyrri hálvleikur, og eitt mótstøðulig, ið var til reiðar at revsa okkum, tá ið feilir vóru, bar við sær, at útiliðið fór avstað við øllum trimum stigunum.

Um man hinvegin skal hugsa positivt, so var hugburðurin sera góður í seinna hálvleiki, og haraftur er tað eitt gott tekin, at man eftir 27 avboð framvegis kann mannað ein hóp, sum við eitt sindur av hepni hevði kunnað tikið eitt ella øll trý stigini.

Vit síggja frameftir móti næstu uppgávu, sum verður ímóti HB týsdagin kl. 19.30.

 

ÍF Føroyar – KFUM: 1-3 (0-2)

0-1:

0-2:

1-2: Johan Ellingsgaard (Jákup Toftum Joensen)

1-3:

Dagsins Leikari: Tummas Justinussen

 

Uppstilling:

Rani

Beinir – Karl Martin – Ragnar J – Ragnar P

Tummas  – Teitur J

Joseph – Ólavur

Jens Michael – Kristin

Bonkur: Mikal, Jákup, Johan

 

Køv ikki eldhugan!

Torførur útidystur ímóti HB

Týsdagin 03 apríl kl 19.30 skal 1.liðið leika á útivølli ímóti HB.

Menninir skulu royna at reisa seg eftir 3-1 tapið ímóti KFUM. Tað verður ein trupul uppgáva, har HB liggur á einum 2.plássi og okkara menn á einum 12.plássi. Hugsast kann, at liðið skert um páskini, tí fleiri av leikarunum eru heima í páskaferiu, men vit hava nógv at spæla fyri og fara sjálvsagt eftir sigrinum.

Køv ikki eldhugan!

1.liðið hjá monnum aftur í eldin

Hósdagin 29 mars skal fyrsta liðið hjá monnum aftur í eldin. Dysturin verður kl. 15.15 á Kløvermarkini ímóti KFUM.

KFUM liggur á einum 10. plássi, einans tvey stig framman fyri ÍF Føroyar. Við einum sigri ber tískil til at flyta seg longri fram á stigatalvuni.

Vónirnar eru góðar eftir 4-1 sigurin ímóti Rønne f.B.

Køv ikki eldhugan!

Ársins fyrsti dystur

Komandi vikuskifti er fyrsti dystur í nýggja árinum á skránni. Leygardagin 24 mars spælir 1.liðið hjá monnum á útivølli ímóti Rønne f.B. Dysturin byrjar kl 15.30.

Seinasti dystur ímillum hesi liðini endaði 5-4 til Rønne, so vit vænta ein málríkan og spennandi dyst, har úrslitið óiva kann fella til okkara fyrimun.

Á Facebook síðu okkara, ÍF Føroyar Fótbóltur, verður varpað frá dystinum beinleiðis á Facebook live, so til ber at fylgja við frá dystarbyrjan.

Køv ikki eldhugan!

Nevndin hevur skipað seg av nýggjum

Útskiftingin í ár var ikki eins stór sum í fjør. Bert ein limur valdi at takka fyri seg, og tað var Helena Dahl Wardum. 2 nýggir nevndarlimir eru komnir til, og tað eru Jónfríð Hansen og Elsa Splidt.
Leygarkvøldið hevði nýggja nevndin sín fyrst fund, har tað eisini bleiv avgjørt, hvussu nevndin skuldi skipa seg.

Nevndin hevur skipa seg á hendan hátt:

Formaður: Sunneva T. Magnussen
Kassameistari: Pætur Jørgensen
Útstýr: Heðin L. Olsen
Leikaraloyvir: Kristianna Balle
PR og skrivari: Jónfríð Hansen & Elsa Splidt