Dystir hetta vikuskiftið

Hetta vikuskiftið skulu 1. og 2. lið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin.

Báðir dystirnir verða spældir í morgin, leygardagin 19. maj.

1. lið skal spæla á útivølli ímóti BK Skjold. Dysturin byrjar kl.15 og verður leiktur í Fælledparkini

2. lið skal spæla á heimavølli ímóti B.1903. Dysturin byrjar kl.13 og verður leiktur á Kløvermarkini

Køv ikki eldhugin!

Kvinnurnar spældu spennandi dyst í Brønshøj

Okkara ÍF Føroyar kvinnur vóru fríggjadagin á vitjan í Brønshøj, har mótstøðuliðið var FIX

Áðrenn dystin var FIX á 4.plássið og vit á einum 8.plássið á stigatalvuni.

Í 1. hálvleiki var trýstið stórt á okkara mál. FIX hevði fleiri málmøguleikar, ímeðan vit stríddust og gjørdu alt fyri, at tann defensivi parturin var sum hann skuldi. Vit megnaðu at standa ímóti trýstinum í 39 minuttir, so kom hol á. Ein leysur bóltur inni í feltinum endaði við, at FIX kundi leggja seg á odda 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Í 2. hálvleiki vóru okkara kvinnur alsamt meira tendraðar. Vit komu longur niðan á vøllin og skaptu fín álop, sum tó ikki blivu heilt farlig. Eftir at 53 minuttir vóru leiktir, bragdaði hjá okkum. FIX ger eina verjuvillu, og hesum takkaði Liljan S. Jacobsen fyri, og kundi hon við sínum gylta vinstra beini knústa bóltin upp undir nettakið. 1-1 og vit høvdu givið mótstøðuliðnum ein hvøkk.

Einans 7 minuttir eftir at vit høvdu javnað, fekk FIX ein stóran møguleika at leggja seg á odda. Brotsspark. Men nei – meistarliga bjargar Nina Davidsen bóltinum, tá hon kastar seg til sína vinstru síðu. Enn 1-1 og 30.minuttir eftir at spæla.

FIX vóru nú nógv meira á bóltinum, og av tí at málmøguleikarnir skolaðu inn móti føroyska málinum, ja, so lá eitt mál í luftini. Og so var… 2-1 til FIX í 66. minutti.

Sama fótbóltsspælið helt sær langt út móti dystarenda. Áhaldandi trýst á okkara mál og vit runnu mestsum bara aftaná. Inntil 84 minuttir vóru leiktir. Ein støða inni í feltinum hjá FIX endar við, at tað nú eru vit sum fáa brotsspark. Liðskiparin á liðnum, Monika S. Samuelsen, tekur ábyrgd á egnar herðar. Óheppin sendur hon bóltin upp um málverjan og upp um tvørstræðið. Stórur møguleiki at javna, men eydnan var ikki við hesuferð.

Dysturin endar tískil 2-1 til FIX í einum undirhaldandi fótbóltsdysti, har vit berjast til tað síðsta.

Á liðnum vóru: Nina Davidsen, Kristianna Balle, Helena H. Johannesen, Katarina K. Saxov, Bjørt S. Miðberg, Barbara á Líðarenda, Elsa S. Jacobsen, Amanda Jensen, Monika S. Samuelsen, Jóhanna J. Lervig, Liljan S. Jacobsen og Sunneva T. Magnussen.

ÍF Føroyar kvinnur liggja á 8.plássið í Københavnsserien.

Næsti dystur er 27.mai móti KFB. “Slagið um Kløvermarkini”.

Køv ikki eldhugin!

Steypadystur í dag, týsdag 15 mai

1.liðið hjá okkara monnum skulu í dag, týsdag 15 mai, leika sín næsta steypadyst ímóti Real l’ Hopital. Dysturin byrjar kl 18.30 á Kløvermarkini.

Tað var soleiðis at 18 apríl spældi fyrsta liðið seg víðari í steypakappingini. Dysturin var ímóti F.C. Babylon, ið leikti í seriu 3. Liðið, teir skulu spæla ímóti í dag, leikar í seriu 4, sum er heili 4 deildir lægri enn okkara 1.lið. Real l’ Hopital liggur á einum 8 plássi í sínari kapping við 22 stigum. Okkara menn tískil eru greiðir favorittar, heili 52 pláss framman fyri Real l’ Hopital. Men bólturin er rundur og í eini steypakapping kann alt henda.

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Reidar Dahl Joensen

Nú kappingin so smátt er byrjað hjá øllum okkara liðum, fara vit at hitta leikarunum á bonkinum. Fyrsti leikari 27 ára gamli vágbingurin, Reidar Dahl Joensen. Hann flutti til Danmarkar at lesa til maskinmeistara í 2015.

 

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum 

Sterkur í luftini, fornuftigur og rímiliga skjótur ?

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei, langt frá.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Bohemian Rhapsody hjá Queen. Tað er ein fantastiskur sangur, sum fær lagið í topp hvørja fer.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Eg keypi heldur nýggjar ístaðin.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Tað má vera Pól Thorsteinsson.

Besta ÍF Føroyar ball?

Eg elski ÍF Føroyar ballini. Eg havi verið við til nøkur eftirhondini, og øll hava verið sera stuttlig. So tað er ringt at velja burtur úr ?

Hvat er ein góður kossur?

Tað er tá bæði vilja tað líka nógv. Men tann besti er ein frá sínari einastu einu.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Uha, har eru eftir hondini nøkur. Men eg skal taka eitt: Eg hevði akkurát keypt nýggjar krita hvítar fótbóltsskógvar, og nakrir flentu eftir mær, tí man mátti hava teknik fyri at hava tílíkar. Men tann dystin vunnu vit stórt ímóti einum liði úr Danmarkseriuni. Eg skoraði 2 mál, har tað eina hæli eg bóltin upp um verjuna og meg sjálvan og skori. Tað sigst at tað enn verður tosað um tað málið. ?

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Rani Nolsøe Johannesen fær heiðurin. Hann hevur eina flotta Kardashian-reyv.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tað er heilt sikkurt samanhaldið.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Ein túrur á dansigólvið.

Hvør syngur best á tínum liði?

Nemt.. Teitur Tausen!

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Royni at eta góðan morgunmat og slappi av.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Tá vit fluttu upp í Effodeildina við Fc Suðuroy í 2014. Eg skori tvey mál og vit vinna 3-1 í síðsta dystinum av kappingini.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Óheppið tap ímóti oddaliðnum

Eitt illa skert ÍF Føroyarlið vóru í dag á vitjan hjá BK Union, sum eru greitt oddalið í deildini. Talan var sostatt um eina sera torføra uppgávu, og tann brennandi hitin gjørdi ikki uppgávuna lættari.

Men ÍF Føroyar stríddust fyrimyndarliga allan dystin og komu enntá á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki aftaná Beinir legði innfyri til Karstin. Union megnaðu tó at javna til 1-1 aftaná góðan hálvan tíma, og hetta var eisini hálvleiksstøðan.

Ongin ivi var um at Union sat á dystinum tað allarmesta av seinna hálvleiki, har ÍF Føroyar blivu trýstir langt aftur á vøllin og noyddist at stríðast tað besta teir høvdu lært. Hetta var eisini líka við at vera nógmikið, tí at eftir at 83 minuttir vóru spældir, fær Reidar eitt mál, ið á sera ivasaman hátt verður kolldømt! í 85. minutti, bert tveir minuttir seinni, fáa Union eitt feildømt hornaspark, ið endar við at teir fáa mál til 2-1. Ímóti endanum royndi ÍF Føroyar so at satsa, men hetta førdi tíverri við sær, at Union fingu síðsta málið í dystinum til endaliga úrslitið 3-1.

Sigast skal at har til endans ikki vóru nógvar kreftir eftir, men talan var framvegis um eitt satt mannfólkaavrik og við eitt sindur av marginalum, so kundi man fingið bæði 1 ella øll 3 stigini við heim.

Uppstilling:

Rani

Jóhan J – Torstein – Reidar – Ragnar P

Tummas – Joseph

Álvur – Rógvi P – Beinir

Karstin

Bonkur: Jóhan G, Martin M, Niels

Dagsins Leikari: Reidar

Hini liðini í niðaru hálvu taptu eisini øll í dag, so har er støðan óbroytt. Nú er fokus rættað ímóti næsta leygardag, har ÍF Føroyar á heimavølli kl. 13.30 taka ímóti Jægersborg og hetta kann lættiliga vísa seg at blíva ein altavgerandi dystur fyri kappingarárið, so vit síggjast á Kløvermarkini tá!

Køv ikki eldhugan!

Dystir hetta vikuskiftið

Fleiri dystir eru á skránni hetta vikuskiftið.

Leygardagin 5. maj:

3. liðið skal spæla á útivølli ímóti Østerbro IF 6. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður spældur í Fælledparkini.

1. liðið skal spæla á útivølli ímóti toppliðnum í deildini, Union. Dysturin byrjar kl.15:30 og verður spældur á Genforeningspladsen.

Sunnudagin 6. maj:

Kvinnurnar skulu spæla á útivølli ímóti Skjold. Dysturin byrjar kl.11:45 og verður spældur í Fælledparkini.

7 mansliðið skulu spæla á heimavølli ímóti Tårnby FF. Dysturin byrjar kl.15:15 og verður spældur á Kløvermarkini.

 

 

Køv ikki eldhugan!

Steypadystur hjá kvinnunum

Í morgin, mikudag 02 mai, er steypadystur hjá kvinnunum á skránni. Dysturin er ímóti FB og verður spældur á Kløvermarkini kl 18.30.

FB leika í eini hægri deild, kvindeserie øst, har tær liggja á einum fimta plássi. Føroysku kvinnurnar spæla í Keypmannahavnarseriuni, ið er ein deild lægri og liggja á einum 8 plássi. Seinasti dystur hjá kvinnunum gekk ikki eftir vild, har tær taptu 6-3 ímóti Fremad Valby, eitt stórt vónbrot, tí á papírunum, áttu føroysku kvinnurnar at verið betri og fingið 3 stig.

Dysturin í morgin verður sera trupul, men kvinnurnar fara sjálvsagt inn at gera alt, hvat tær megna fyri at vinna dystin og koma víðari í steypakappingini.

Køv ikki eldhugan!

2-0 sigur á NB Bornholm

Einastandandi stríðsvilji og flott liðavrik.

Leygardagin var toppliðið NB Bornholm á vitjan á Kløvermarkini. Seinast hesi liðini møttust var í septembur, og vann NB Bornholm tann dystin 3-0. Hóast mótstøðuliðið var eitt av toppliðnum, vóru vónirnar góðar hjá IF Føroyum, og ein sigur merkti, at okkara menn komu enn longur frá niðurflytingarstrikuni.

NB Bornholm løgdu nógv fyri og spældu harðan fótbólt. Okkara menn svaraðu aftur við at spæla skilagóðan fótbólt – og hetta gav úrslit. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði toppskjúttin, Teitur Justinussen, ÍF Føroyar á odda. Í seinna hálvleiki kom Álvur Christiansen enn einaferð á máltalvuna við einum framúrskarandi máli til 2-0. Sigast kann, at sigurin leygardagin var eitt úrslit av einastandandi stríðsvilja og einum til fulnar liðavriki.

Dagsins leikari: Teitur Tausen

Uppstilling:

Rani

Torstein – Reidar – Teitur T – Beinir

Rógvi – Tummas – Teitur J

Jóhan J – Símun – Álvur Á

bonkinum: Joseph, Kristin, Niels

Køv ikki eldhugan!

Dystir komandi vikuna

Fleiri dystir eru á skránni í hesu vikuni. Fyrsti dysturin er longu í morgin, týsdag 23 apríl kl 19.00 á Kløvarmarkini, har 3.liðið tekur ímóti Hellas 2.

Mikukvøldið 25 apríl kl.19.00 leika kvinnurnar á Kløvermarkini ímóti Fremad Valby.

Hósdagin 26 apríl skal 2.liðið leika ímóti FA 2000 4. Dysturin byrjar kl 19.30 á Jens Jessens vej.

Tveir dystir eru afturat um vikuskifti. Teir eru báðir á Kløvermarkini leygardagin 28 apríl. Kl. 13.00 tekur 2.liðið ímóti Tårnby FF 2 og beint eftir, kl 15.30, spælir 1.liðið ímóti NB Bornholm.

Líkt er til eina sera spennandi viku fyri føroysku liðini, har nógv stig kunnu koma á kontuna.

Køv ikki eldhugan!

Kvinnurnar reistu seg eftir stórtap

Fyri vetrarsteðgin fluttu kvinnurnar hjá ÍF Føroyum upp í Keypmannahavnarseriuna, og tískil skulu tær í ár leika í eini hægri deild enn undanfarna ár.

Ársins fyrsti dystur hjá kvinnunum varð leiktur 15. apríl ímóti Heimdal. Heimdal var eitt av toppliðunum í deildini árið fyri, har tær endaðu á einum triðja plássið. Vit kundu tískil vænta ein torføran dyst – og so var. Kvinnurnar løgdu væl fyri, og megnaðu at spæla upp ímóti Heimdal. Vanlukkutíð varð ein av okkara leikarum víst av vøllinum eftir einans 20 minuttum, ið merkti, at okkara kvinnur skuldu leika ein færri restina av dystinum. Sigast má, at hetta hevði alstóra ávirkan á dystin, tí eftir reyða kortið, tók Heimdal yvir og stýrdi øllum. Tær spældu væl, og okkara kvinnur runnu mestsum bara aftaná. Endaliga støðan gjørdis 0-5 (0-1) til Heimdal.

Næsti dysturin hjá kvinnunum var fríggjakvøldið 20. apríl ímóti FB 2. FB 2 er ikki eitt ókent lið fyri okkara kvinnur. Tær fluttu nevniliga upp í Keypmannahavnarseriuna eina sesong áðrenn vit. Longu frá dystarbyrjan sótu okkara kvinnur á dystinum, høvdu bóltin meira og høvdu fleiri royndir á málið. Tó gekk striltið við at fáa mál. Seint í fyrra hálvleiki eydnaðist tað, og kvinnurnar fóru til hálvleiks við einari 0-1 leiðslu. Tá ið seinni hálvleikur varð bríkslaður í gongd, løgdu FB 2 hart fyri og komu eisini meir inn í dystin. Áðrenn vit vistu av, megnaðu tær at skora og harvið javna til til 1-1. Hetta kom sum ein kvøkkur fyri okkara kvinnur, sum tó megnaðu at venda spælinum. Hetta bar við sær, at gongd kom á málskoringina. ÍF Føroyar kvinnurnar vunnu dystin 1-5 og hava tískil fingið fyrstu stigini í deildini.

Køv ikki eldhugan!

Eitt topp-motiverað ÍF Føroyar lið

Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum spældu í góðveðrinum á Kløvermarkini í dag ímóti FK Prespa. Talan var um ein sera týdningarmiklan dyst, tí at við einum sigri í dag, kundu okkara menn koma yvir niðurflytingarstrikuna.

ÍF Føroyar liðið vísti gjøgnum allan dystin ein framúr góðan hugburð og vakurt fótbóltsspæl. Sum sagt, so hevði hesin dysturin nógv at siga fyri okkara menn, og garparnir gjørdu ikki mætari enn at vinna ein 3-0 sigur í einum annars sera jøvnum dysti.

Rógvi Joensen legði okkum á odda 1-0 eftir at góður hálvur tími var leiktur. Teitur Justinussen gjørdi tað ikki minni flott til 2-0, tá ið eitt korter var eftir leiktíðini, og til allarsíðst avgjørdi dagsins leikari Tummas Justinussen dystin við einum heilt framúrskarandi máli til 3-0

Alt í alt kann mann siga, at talan var um eitt nærum perfekt liðavrik.

Uppstilling: 4-3-3

Suni

Torstein – Teitur T – Reidar – Beinir

Rógvi J – Tummas – Teitur J

Símun – Jens Michael – Álvur

Á bonkinum: Ragnar, Joseph og Karstin

Dagsins leikari: Tummas Justinussen

Køv ikki eldhugan!

Okkara menn er víðari í steypakappingini

 

Besta mansliðið leikti mikukvøldi steypadyst ímóti F.C. Babylon. Okkara menn vóru greiðir favorittar til at vinna dystin, og sigast má, at hetta veruliga kom til sjóndar í dystinum.

ÍF Føroyar megnaðu at vinna ein sannførandi 10-1 sigur. Tað heilt stóra og prikkurin yvir i’inum til hendan dystin var, at venjarin, Niels Strøm Rødgaard, velur at skifta seg sjálvan inn. Sigast má at hetta var júst tann rætta avgerðin, tí at venjarin megnaði at skora heili 3 mál og gjørdist harvið toppskjútti til hendan dystin.

Málskúttar:
3 x Niels Strøm Rødgaard

2 x Karstin Højgaard

1 x Kristin Restorf Mouritsen, Ragnar Poulsen, Símun Johannesen, Teitur Justinussen, Teitur Tausen.

Vit gleðast yvir sigurin, og at okkara menn nú eru víðari í steypakappingini.

Køv ikki eldhugan!