Dystir hesa vikuna

Fýra dystir eru á skránni hjá ÍF Føroyum hesa vikuna

Hósdagin 11. okt kl.19.00 spælir 7 manslidid á útivølli ímóti Amager FF. Dysturin verdur leiktur á John Tranums Alle.

Leygardagin 13. okt eru tveir dystir á skránni:

Kl.11.15 spælir 2. lid á útivølli ímóti FB 2. Dysturin verdur leiktur á Jens Jessens Vej.

Kl.13.00 spælir 1. lid á útivølli ímóti Tårnby FF. Dysturin verdur leiktur á Vestamager Idrætsanlæg.

Sunnudagin 14. okt kl.13.30 spæla kvinnurnar á heimavølli ímóti KFUM. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

 

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Jóhan Viderø Gunnarsson

Okkara næsti leikari á bonkinum er havnamaðurin, Jóhan Viderø Gunnarsson. Hann er 31 ára gamal og hevur búð í Keypmannahavn í 10 ár. Hann er útbúgvin aktuar og hevur síðan 2016 arbeitt sum softwareútviklari innan IT- og pensión.

 

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Vinstrabeintur, ágrýtin, áhaldandi

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Ikki hvørja nátt. Men hetta síðsta árið, eg havi drigist við ymisk symptomir orsaka av onkrum, sum eg ikki toli (sum eg ikki veit, hvat er), havi eg nyttað sera lítið teir dagarnar, eg ikki havi fingið upp ímóti átta tímum. So fyri tíðina er svøvnur ein høgur prioritetur.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Fyrst hevði eg gjarna viljað vitað, hvat tær øktu útreiðslurnar skyldaðust. Um tað t.d. var til lønarhækkan til venjaran, hevði eg sagt kortanei til bæði! Annars, hægri limagjald 😉

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

‘Stairway To Heaven’ við Led Zeppelin – ein tíðarleysur klassikari.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Vaska skinnarar – er tað nakað, man eigur at gera? 😉

Besti leikari tú hevur leikt við?

Fróði Benjaminsen var ótrúliga góður í B36 mitt í 00’unum. Imponerandi, sum hann kundi fylla nógv og dominera miðvøllin. Annars var tað eisini ein fragd at spæla saman við Róki av Fløtum Jespersen tey fyrstu mongu árini av ÍF Føroyar-tíðini. Hann var alla tíðina ein ella tveir klassar omanfyri okkum aðrar.

Besta ÍF Føroyar ball?

Tey flestu ÍF Føroyar ballini hava verið frálík. Men um eg skal nevna eitt, má tað vera heimtúrurin eftir dyst í Bornholm á vári 2013 og eftirfylgjandi ball í Tovværkgade (har undirritaði búði).

Hvat er ein góður kossur?

Ein, har man er fult og heilt til staðar í løtuni.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Eitt minni, sum stendur frammalaga, er fyrsti dysturin við Andras Thomassen sum venjara á vári 2011. Tað var ein uppliving at vera ein partur av hansara pep-talk, har temaið var, hvussu vit skuldu ein túr til helvitis og aftur teir næstu 90 minuttirnar. Stríðshugurin lýsti úr eygunum á monnum, tá vit komu inn á vøllin, og vit endaðuu eisini við at vinna ein uppibornan 2-1 sigur ímóti oddaliðinum í deildini.

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Teitur Justinussen – tað má vera øll handan venjingin í ØK Fitness, sum gevur úrslit 😉

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tað er balansan, sum felagið klárar at raka ímillum stuttleika og seriøsitet.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Har eri eg ikki tann rætti at spyrja – opinbart hava tey, ið eg havi roynt, ikki virkað inntil víðari!

Hvør syngur best á tínum liði?

Kristin Mouritsen – vit minnast hann júøll við landaplágum sum ‘Eg eri ein K’ 😉

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Eg fái mær altíð eina góða máltíð einar fýra tímar áðrenn dystin. Tað hendir seg eisini, at eg lurti eftir løgum sum ‘Lose Yourself’ við Eminem ella ‘The Worlds Greatest’ við R. Kelly beint áðrenn eg skal møta.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Tað er uttan iva útidysturin ímóti Fenerbahce við B36 í Champions League undankappingini í 2006. Tað kendist eitt sindur surrealistiskt at vera á einum fullsettum S¸cr¸ Saracoglu leikvølli, pakkaðum við larmandi turkum, umringaður av monnum sum Nicolas Anelka, Sanli Tuncay og Stephan Appiah.

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Tað má vera Niels, venjarin. Gott nokk jabbar hann so nógv, at man vanligvís ikki lurtar eftir meira enn einum brøkparti av tí, hann sigur; men um man reint faktisk setur sær fyri at lurta, eru har massar av gullkornum at heinta 😉

Hvat er tað besta við Føroyum?

Náttúran og tær ljósu summarnæturnar. Eisini tað føroyska sinnalagið og tað, at man kemur hvørjum øðrum meira við, enn man t.d. ger í einum stórbýi.

Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?

Kanska kundi man havt eina eitt sindur betri rekruteringsstrategi at fáa nýggjar útisetar at leggjast afturat felagnum.

Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?

Albert Einstein. Tað kundi verið stuttligt at upplivað hann andlit til andlit, og eg haldi m.a. hansara generellu relativitetsteori vera fascinerandi. Hann má hava dugað sera væl at hugsað ‘outside of the box’.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Skal leysi endin á wc-rulluni vera inn ímóti ella út frá vegginum? 😉

 

Dystir í vikuskiftinum

Eitt gott fótbóltsvikuskifti er fyri framman. Øll okkara fimm lið skulu í eldin og har eru nógv stig at heinta. Veðurforsagnirnar eru góðar, so komið ein túr yvir á Kløver og stuðlið okkara leikarum.

Leygardagin 6.okt leika 1., 2. og 3.liðið.

1.liðið leikar á heimavølli ímóti FK Prespa. Dysturin byrjar kl 15.15.

2.liðið skal á útivølli taka ímóti Heimdal. Hesin dysturin byrjar kl 13.00.

kl 15.00 á útivølli leikar 3.liðið ímóti Amager FF.

Sunnudagin 7.okt taka kvinnurnar ímóti KFB. Dysturin er á Kløvermarkini og byrjar kl 11.45.

Okkara 7mans lið leikar síðsta dystin í vikuni. Sunnududagin 7.okt á heimavølli kl 12.00 taka teir ímóti Pan Fodbold.

 

Køv ikki eldhugan!

Dystir hesa vikuna

Fleiri dystir eru á skránni hetta vikuskiftid. 

Leygardagin 29/9 eru trýggir dystir á skránni:

Kl.13:30 spælir 2. lid á heimavølli ímóti AB Tårnby 2

Kl.14:00 spælir 7 manslidid á heimavølli  ímóti Skjold

Kl.15:30 spælir 1. lid ímóti Rønne f.B. Dysturin verdur leiktur á Rønne Stadion (Bornholm)

Á Facebooksíduni hjá ÍF Føroyum ber til at fylgja vid túrinum til Bornholm. Byrja verdur frá morgunstundini, og umframt at tad verdur varpad frá dystinum, verda eisini fleiri sjónbandabrot løgd út. Dysturin verdur varpadur beinleidis kl.15:30.

Sunnudagin 30/9 eru tveir dystir á skránni:

Kl.13:30 spæla kvinnurnar á heimavølli ímóti Fix

Kl.15:15 spælir 3. lid á heimavølli ímóti Olympia 1921 3

 

Køv ikki eldhugan!

Dystir hesa vikuna

Fýra dystir eru á skránni komandi vikuskiftið.

Leygardagin 22 sept. leika bæði 1. og 2. liðið hjá ÍF Føroyum.

Kl 15.15 tekur 1.liðið ímóti PI Fodbold. Dysturin verður spældir á Kløvermarkini. Við nýggjum Power Banks frá Bank Nordik vera rapportararnir, Tórður Hentze og Heðin Lisberg Olsen, á staðnum og greiða frá dystinum. Tilber at fylgja við gongdini á Facebook síðu okkara.

2.liðið skal á útivølli taka ímóti B.1903. Dysturin byrjar kl 15.00.

Sunnudagin 23 sept. Kl 13.30 leikar 3.liðið á útivølli ímóti FC Randoms.

Seinasti dystur komandi vikuskifti er hjá kvinnunum. Sunnudagin leika kvinnurnar á heimavølli ímóti Skjold. Dysturin byrjar kl 13.30.

 

 

Køv ikki eldhugan!

 

Venjingartíðir

Venjingarnar tær seinastu vikurnar hava verið merktar av broyttum venjingartíðum og vallum, men nú verður farið aftur til tær vanligu venjingartíðirnar.

Venjingartíðirnar eru hesar:

Menn:

Týsdag kl 17.30-19.00
Hósdag kl 18.30-20.00

Skiftingarrúm nr. 25.

Kvinnur:

Týsdag kl 18.30-20.00
Hósdag kl 17.30-19.00

Skiftingarrúm nr. 38.

Vant verður á vølli nr.5

 

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Maria Syderbø Mikkelsen

Næsti leikari á bonkinum er Maria Syderbø Mikkelsen. Hon er 25 ára gomul og er úr Havn. Maria hevur búð niðri í 3 ár og um hálvt ár verður hon liðug sum socialráðgevi. Undir síni útbúgving hevur hon verið á útveksling í Kenya og er nú í gongd við at fyriskipa sín næsta túr, har hon hevur bjóðað fleiri føroyingum við.

 

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Verja, illsint og kappingarsinnað.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Bara í vikuskiftunum.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hmmmmm, sigi sum Monika ”Kanska okkurt triðja alternativ”?

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Nina Simone – ’Mississippi Goddam’. Haldi hon hevur sjálv skrivað tann sangin og haldi hann er sigandi.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Uhaaa, tað minnist eg ikki.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Havi so illa hug at taka eina heilt ávísa fram um aðrar, tí eg haldi at ein góður fótbóltsleikari kann vera so nógv.

Besta ÍF Føroyar ball?

Tað vit høvdu leygarkvøldið var eitt av mongum góðum og hugnaligum. Annars var ársveitslan í fjør sera góð, og gleði meg til 10. november

Hvat er ein góður kossur?

Ein góður kossur er inniligur.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Haldi fleiri av dystunum í fjør heyst vóru deiligir, ikki minst at flyta upp.

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Tað er helst Kristianna Balle.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tórður, góður dystarandi og samanhald.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Spyr Rakul, hon kennir til mong slík.

Hvør syngur best á tínum liði?

Tað rokni eg við er songfuglurin Vár Næs og kanska eisini Nina.

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Eta havragrýn (aftur við einum góðum podkastið, tónleiki e.a.) og síðani súkklutúrurin til Kløvermarkina ella eitt hvørt stað í Keypmannahavn.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Fótbóltsskúlin á Svangaskarði 2005.

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Haldi fleiri eru nógv stuttligari enn tær sjálvar vita,  Monika er avgjørt ein teirra.

Hvat er tað besta við Føroyum?

Tað besta við Føroym er lætta atgongdin til náttúruna, friðin, familju og vinir.

Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?

Ikki nakað eg soleiðis komi í tankar um í skrivandi stund. Kanska kvinnurnar kundu havt eitt størri skiftingarrúm.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?

 

Enn ein sáttmáli undirskrivaður

Nevndin kann kunngera, at enn ein venjari hevur valt at halda á sum venjari hjá ÍF Føroyum.

Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við 1. liðsvenjarin, Niels Strøm Rødgaard. Niels byrjaði sum venjari hjá 2. liðnum í 2015, og tók síðani við sum venjari hjá 1. liðnum í 2016.

Besta mansliðið hjá ÍF Føroym leikar dagliga í Keypmannahavnarseriuni.

Nevndin vil takka Niels fyri tað megnar arbeiði hann hevur gjørt í felagnum og gleða okkum til framhaldandi gott samstarv.

Køv ikki eldhugan!

Nýggjur sáttmáli undirskrivaður

Nevndin kann vid gleði kunngera, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við venjarin hjá kvinnunum Tórður Hentze. Tórður tók við sum venjari hja kvinnunum í 2015 og hevur gjørt eitt megnararbeiði í felagnum, ta tíðina hann hevur verið venjari.

Undir leiðslu av Tórður Hentze fluttu kvinnurnar upp í Keypmannahavnarseriuna fyri einum ári síðani, og megnaði í várhálvuni at halda seg í deildini.

Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv.

Køv ikki eldhugan!

Dystir hesa vikuna

Nógvir dystir eru á skránni hjá ÍF Føroyum hesa vikuna.

Týsdagin 11/9 kl.20.00 spælir 1. lid á útivølli ímóti Hvidovre IF 2. Dysturin verdur leiktur á Kæmpernes Arena.

Fríggjadagin 14/9 kl.18.00 spælir 7. manslidid hjá ÍF Føroyum á heimavølli ímóti Tårnby FF 2. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

Leygardagin 15/9 eru trýggir dystir á skránni:

Kl.13.00 spæla kvinnurnar á útivølli ímóti PI Fodbold (2). Dysturin verdur leiktur í Valby IP.

Kl.13.30 spælir 2. lid á heimavølli ímóti B.93 3. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

Kl.15.15 spælir 1. lid á heimavølli ímóti KB 2. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

Sunnudagin 16/9 kl.15.15 spælir 3. lid á heimavølli ímóti CSC 2. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

 

Køv ikki eldhugan!

Limagjald – Heysthálvan 2018

So er tíðin komin til, at allir leikandi limir felagsins skulu gjalda limagjald.

Upphæddin fyri heysthálvuna er 350 krónur.

 

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport:

Rita inn á holdsport og fylg vegleiðingini um, hvussu limagjaldið verður goldið.

2. Heimabanka:

Flyt peningin á kontuna hjá ÍF Føroyum. Kontonummarið er: (reg. 6509) 306.178.331.7

Viðmerk navn og ár.

 

Freistin at gjalda limagjald er 17. septembur 2018. Leikarar, sum ikki hava goldið limagjaldið innan 17. septembur, verða útihýstir frá holdsport, venjing og dystum, til limagjaldið er goldið. Tí vilja vit heita á tykkum øll at gjalda skjótast gjørligt.

 

Um tú ikki hevur møguleika at gjalda ádrenn 17. septembur, er tó møguligt at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við Sunnevu, um so er!

Gott kappingarár!

Køv ikki eldhugan!

Nevndin