Tveir dystir eru á skránni hjá ÍF Føroyum hetta vikuskift. Hjá 1. liðnum hjá ÍF Føroyum er hetta triði dysturin hesa kappingarhálvuna, meðan talan er um ársins fyrsta dyst hjá triðja liðnum.
Leygardagin 6/4 spælir 1. lið á Kløvermarkini ímóti FB. Dysturin byrjar kl.14:00
Sunnudagin 7/4 spælir 3. lið á Jens Jessens vej ímóti FB 6. Dysturin byrjar kl.15:15.
Til ber at fylgja við dystinum leygardagin á Facebooksíðuni hjá ÍF Føroyum, har rapportararnir varpa beinleiðis frá dystinum.
Í morgin, leygardagin 30.mars, skal 1. lið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin. Hesa ferð er mótstøðuliðið Bk. Skjold. Dysturin verður leiktur í Fælledparkini kl.15:00.
Um vit hyggja at stigatalvuni, so kunnu vit vænta okkum ein javnan dyst, tí at einans eitt stig er millum ÍF Føroyar, ið liggja á einum 10. plássi við 17 stigum og Bk. Skjold, ið liggja á einum 12. plássi við 16 stigum.
Ilt er tó at meta útfrá stigatalvuni. Seinasta vikuskifti vóru okkara menn í Bornholm, har teir leiktu ímóti NB Bornholm. Hóast NB Bornholm liggja væl longri frammi á stigatalvuni, megnaðu okkara menn at fáa ein 3-3 javnleik burturúr dystinum.
Eftir ein steðg á nakrar mánaðir, fer bólturin aftur á rull hjá venjarum og leikarum hjá ÍF Føroyum.
.
1. lið hjá monnunum setur í dag hol á seinnu hálvu í hesum kappingarárinum. Dysturin verður leiktur á Bornholm ímóti NB Bornholm kl.14.
.
ÍF Føroyar liggur í løtuni á einum 11. plássi við 16 stigum, har dagsins mótstøðulið er á einum 4. plássi við 23 stigum. Út frá stigatalvuni kunnu vit tískil vanta okkum ein avbjóðandi dyst.
.
Nakrar broytingar eru í hópinum síðani seinastu kappingarhálvu, og m.a. eru leikarir sum Finnur Justinussen og Robert Heðin Brockie komnir afturat hópinum.
Eftir aðalfundin 13.februar kom fram at Pætur Jørgensen ikki heldur fram í nevndini longur. Vit takka Pætur fyri mong góð ár og fyri hansara innsats í felagnum.
.
Fundur var 5.mars har nevndin skipaði seg av nýggjum og sær nú soleiðis út:
Á ársins aðalfundi, sum varð hildin í kvøld 13. februar í veitsluhølinum á Oyrasundskolleginum, varð millum annað rokniskapur fyri árið ið fór, lagdur fram. Forkvinnan greiddi frá, hvussu árið 2018 hevði gingist, hvat var gott, og hvat hevur verið minni gott.
Harafturat var bert ein broyting í nevndini. Pætur Jørgensen hevur lagt frá sær eftir trý ár og eingin nýggjur tók við. Í komandi døgunum verður nevndarfundur, har nevndin fer at skipa seg av nýggjum.
Í nevndini eru sostatt Sunneva Tausen Magnussen, Heðin Lisberg Olsen, Kristianna Balle, Jónfríð Hansen og Elsa Splidt Jacobsen.
Árligi aðalfundurin hjá ÍF Føroyum fótbólti og hondbólti verður hildin mikudagin 13. februar kl 21 í veitsluhølinum á Oyrasundskolleginum. Nevndin fer at taka stutt saman um gongdina í farna ári og leggja fram roknskapin fyri 2018.
Ein av nevndarlimunum fer at takka fyri seg og tískil hevði verið gott við nýggjum kreftum. Um tú liggur inni við einum ynski um at gerast partur av nevndini, ert tú hjartaliga vælkomin. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, samstarvið er gott og gevandi. Tit eru eisini vælkomin at skriva til onkran í nevndini um tit hava spurningar til nevndararbeiðið.
Til fundin verður kaffi, te og kaka at fáa. Møtið fjølment!
Síðsta umfar í vetrarhálvuni verður leikt í morgin, leygardagin 03.nov. Allir dystirnir eru á Kløvermarkini. Komið og stuðlið tað síðsta í ár.
1.liðið spælir kl 15.15 ímóti Husum Bk. Føroyar liggur á einum áttanda plássi, ímeðan Husum Bk liggur á triðja plássi. Við einum sigri í morgin, kunnu okkara menn enda sína hálvu á einum 5.plássi, ið er sera flott, síðan hetta einans er annað árið í deildini. Tó skal sigast, at kappingin hjá 1.liðnum er deild út yvir eitt heilt ár, so teir forseta í somu kapping eftir vetrarsteðgin.
2.liðið leikar sín síðsta dyst kl 13.00 ímóti Skjold. Tað hevur ikki gingið væl hjá øðrum liðnum og liggja teir tí til niðurflyting.
Kvinnurnar leika eisini sín síðsta dyst í vikuskiftinum. Hann er kl 11.15 og verður leiktur ímóti Tårnby FF. Kvinnurnar liggja á einum 6.plássi og við einum sigri í morgin, ber til at rykkja upp á eitt 5.pláss.
3.liðið eru lidnir við sína kapping. Teir hava klárað seg fyrimyndarliga væl og liggja á einum fyrstaplássi. Tó skal sigast, at liðið, ið liggur á øðrum plássi hevur eitt stig minnið og manglar enn sín síðsta dyst. Fyrsta plássið er tískil ikki tryggjað enn, men tað er nógv at fegnast um, tí óansæð, hvat hendur í tí dystinum, rykkja okkara menn upp í eina hægri deil.
7.mans liðið leikti sín síðsta dyst seinasta vikuskifti og liggja eisini á einum fyrstaplássi. Teir hava fulla úrtøku og 46 mál eftir 9 dystum.
Køv ikki eldhugan og tillukku við flottu úrstlitunum!
Tummas Justinussen er okkara næsti leikari á bonkinum. Sterki miðvallarin er uppvaksin úti á Argjum. Í 2012 flutti Tummas til Danmarkar at lesa til lækna og hevur nú fá semestur eftir, áðrenn hann kann kalla seg Dr.Justinussen.
–
Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: Miðja, Verja, Málmaður.
–
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt? Ja, um ikki meira. Tað kemur sjáldan fyri, at eg ikki fái 8 tímar.
–
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald? Lægri løn til Niels og Tórður. Uttan at vita hvat teir fáa, so haldi eg at tað er ov nógv 😉 Um tað ikki ber til vegna langtíðarsáttmálar, so hægri limagjald.
–
Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví? Alt ov nógvir sangir kunnu nevnast her, men ”Time – Pink Floyd” er væl eitt gott boð.
–
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast? Tað er 3 mdr. síðani, so teir eru so at siga gull-reinir enn.
–
Besti leikari tú hevur leikt við? Bogi Løkin Men góða eydnu við at fáa hann at indrømma tað!
–
Besta ÍF Føroyar ball? Nógvar góðar veitslur, men velji ársveitsluna fyri 2 árum síðani.
–
Hvat er ein góður kossur? Tá fyrrverandi formaðurin, Andras Drangastein, kom rennandi inn á vøllin eftir vit høvdu vunnið onkran dyst við AB (Ja, tað hendir seg, um sjáldan, at AB vinnur…), so kom tað fyri, at man fekk ein formidablan muss ella tveir. Harnæst vil eg siga, at ein góður erligur kossur frá damuni kemur nummar tvey, uttan iva.
–
Besta minnið av Kløvermarkini? Eg slapp einaferð at skjóta eitt fríspark. Skoraði gott nokk ikki, men glaðari havi eg aldrin verið. Tvass, besta minni er nokk síðsti dystur áðrenn vi rykktu upp úr Seriu 1.
–
Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær? Beinir hevur eina væltrenaða reyv, og tá maðurin við teimum brúnu beinunum eisini vísur ein næstan ryttmiskan eginleika í at svinga hana, tá hann rennur á vøllinum, so fær hann mína stemmu. ”Hips Don’t Lie” – Shakira (2005)
–
Hvat er tað besta við ÍF Føroyum? Samanhald. Góð menniskju, sum koma saman við einum sterkum felagsnevnara – Manglandi integratión í danska samfelagið. Kundi ikki verið betur.
–
Hvat er tað besta skoritriksið? Eg gekk 9 ár í sama fólkaskúla og 2 ár í sama studentaskúlaklassa sum daman, áðrenn vit komu saman, so mín ”success rate” er nokk ikki naka at reypa av. Vildi greina harav, at áhaldni kundi verið mítt skoritriks, men tað ljóðar beinleiðis syrgiligt og eggjar næstan til ”stalking”. Havi hoyrt at Teitur W. Justinussen dugir karate (ella muay thai, whatever..), man tað ikki verða ein sikkur ”icebreaker”?
–
Hvør syngur best á tínum liði? Ein Jan Schwartz, kanska? Mín innari ”Simon Cowell” fer at spýla oyruni út til ársvetsluna í november, har finnast heilt sikkurt nakrir óbrýndir diamantar ímillum ÍF Føroyar limirnar.
–
Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi? Eingin ritualir. Men tíverri møti eg nokk stabilt nakrar minuttir seinni enn ásettu tíðina til dyst, so lat okkum bara siga at tað er tilætlað sum eitt ritual, sum skal hjálpa mínum fótbótsspælið, so sleppi eg kanska undan onkrari skolu í framtíðini.
–
Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni? Mín fótbóltskarriera er ikki lukrativ samanborið við tær stóru kanónirnar, sum sita (og hava sitið) í umklæðingarrúminum hjá ÍF Føroyum. Tað var stuttligt spæla mín fyrsta fulla dyst í bestu føroysku deildini og vinna óvæntað á NSÍ á útivøllið. Eg var eisini við til at sláa TB (við m.a. Niels Strøm Rødgaard á holdkortinum) úr steypakappingini í mínum bert næsta fótbóldsdysti fyri besta mansliðið hjá AB í 2009. Undarligt, at tað minni bara blívur betur og betur, hvørjaferð eg endurgevið tað fyri honum…
–
Hvør er stuttligasti persónur á liðinum? Nógvir stuttligir fýrar. Men haldi Teitur Tausen fær mína stemmu, so sleppur hann frá at stemma uppá seg sjálvan.
–
Hvat er tað besta við Føroyum? Familja, vinir, náttúran og maturin. (Hóast eg haldi at blóðpylsa er eitt gott dømi um, at eitt kreativt hugskot ikki altíð er í samsvarið við at verða eitt gott hugskot…)
–
Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat? Haldi vit leikarir kundu verið betur til at melda til og møta upp til venjingar og dystir. Haldi at nevnd og venjarar gera eitt framúr arbeiði, hóast mín speiska kommentar til lønarviðurskiftini hjá høvuðsvenjarunum.
–
Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið? Leonardo da Vinci hevði verið interessantur at hitt. Hann virkar sum ein nýhugsandi persónur, og um ikki annað, hevði eg nokk gjørt eitt gott arbeiði sum model til Mona Lisa málaríðið. Havi eisini hárið til tað.
–
Skal leysi endin á wc-rulluni vera inn ímóti ella út frá vegginum? Uttan at hava eina sterka meining um evnið sigi eg “út frá”.
–
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara? Er ananas á Pizza eitt okay konsept?