Dystir í vikuskiftinum

Tríggir dystir eru á skránni hetta vikuskiftið.

Leygardagin 26/10 spælir 1. lið hjá monnunum á útivølli ímóti Dragør Bk. Dysturin verður leiktur í Dragør og byrjar kl.13:00.

Sunnudagin 27/10 eru tveir dystir:

Kvinnurnar spæla á heimavølli ímóti Medicinernes Boldklub. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.13:30

7-mansliðið spælir á útivølli ímóti Firkanten. Dysturin verður leiktur í Rygparken og byrjar kl.13:30.

Køv ikki eldhugan!

ÍF Føroyar venjingarbúni

Til ber at ogna sær ÍF Føroyar venjingarbúna. Til ber at bíleggja búnan umvegis heimasíðuna hjá www.amarsport.dk ella við at fara í handilin hjá Ama’r Sport, sum er á Amagerbrogade 165-167.

Til ber at velja millum tveir pakkar:

  • Pakki 1: Jakki, buksur og hosur – 480 kr
  • Pakki 2: Jakki, buksur, shorts, t-shirt og hosur – 780 kr

Ein leinkja til Ama’r Sport er á høgru síðu. Verður trýst á hana, verður tú vístur beinleiðis til síðuna hjá teimum.

Nærri frágreiðing er at finna á heimasíðuni undir “Felagið” –> “Venjingarbúni”

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Fýra dystir eru á skránni hetta vikuskiftið

Kvinnurnar spæla á útivølli ímóti Rødovre. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður leiktur í Rødovre

1 lið hjá monnunum spælir á heimavølli ímóti Sundby BK. Dysturin byrjar kl.15:15 og verður leiktur á Kløvermarkini

2. lið hjá monnunum spælir á heimavølli ímóti Skjold 7. Dysturin byrjar kl.13:00 og verður leiktur á Kløvermarkini

7. manliðið spælur á heimavølli ímóti CSC. Dysturin byrjar kl.13:45 og verður leiktur á Kløvermarkini

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Torstein Mýlingstind

Leikarin í heita sessinum hesuferð er Torstein Mýlingstind. Hann er 26 ára gamal og uppvaksin í Kvívík. Hann hevur øll síni ár spælt fótbólt við 07 vestur. Í 2018 flutti Torstein til Keypmannahavn og byrjaði at lesa til byggifrøðing á Københavns Erhvervsakademi.

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Aggresivur, skjótur og illsintur. (Um tað var eitt fjórða, so hevði tað verið, at eg altíð eri blíður við dómaran)

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei tað er synd at siga, tað liggur millum 6-7 tímar 

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald, lutaseðlar eru dráp…

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Sámal Ravnsfjall – Á Trappuni Hjá Lenu. Ein deiliga bygdasligur sangur, har tey flestu kunnu syngja við.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Við einari lítðari íbúð á ØK verður man noyddur at vaska javnan. Nú eru tað nokk 2 vikur síðani seinasta vask.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Ken Fagerberg. Tað hevur ikki verið ein betri ”targetmaður” í føroyskum fótbólti.

Besta ÍF Føroyar ball?

Summer Shakedown 2019, eitt minniligt kvøld.

Hvat er ein góður kossur?

Kossurin frá damuni er nógv best! Men ein kossur frá Niels, so skjótt promillan er yvir 0,01 er eisini fínur.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Eg komi ikki í tankar um nakran bestemtan dyst, men fyrra hálva í 2018 var sera stuttlig at spæla, har vit vunnu teir flestu dystirnar, veðrið var av tí allar fagrasta og lagið var sera gott hvørt vikuskifti. 

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Tað má vera Tórður Hentze, hann plagar at ganga í strømmum buksum/shortsum. 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tað er 100% samanhaldið, men tað er eisini gott við einum umhvørvi, har tað bæði er pláss til álvara og gaman.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Tað er ringt at siga, ein túr út á dansigólvið at gera ormin, tað plagar at imponera.

Hvør syngur best á tínum liði?

Tað má vera Tummas Justinussen. Høvdu Westlife vitað um hann, so hevði hann nokk ikki spælt við Íf Føroyum.  

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Eg fari altíð tíðliga upp, fái mær ein góðan kaffimunn og ein góðan morgunmat. Annars bara drekka nokk av vatni. 

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Eftir eina langa og minniliga yrkisleið í 07 Vestur, so eru minnini ikki tey heilt villu, men eitt tað besta minnið er frá 2011, tá vit vóru í steypafinaluni í unglingadeildini. Vit spældu ímóti HB, sum høvdu leikarar sum Hall Hansson, Teit Gestson og Trónd Jensen. Vit vóru eisini væl mannaðir við m.a. Sonna Ragnar Nattestad, Eli Falkvard og Kristiani Joensen, so tað var ein sera stuttligur dystur at spæla, sum vit tó taptu 1-0. 

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Tað er Tórður Hentze, hann plagar at koma við onkrum gullkornum.

Hvat er tað besta við Føroyum?

Familjan, vinir, maturin og nátturan. Alt tað er við til at gera Føroyar til eitt fantastiskt land.

Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?

Nei ikki sum eg komi í tankar um.

Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?

Sir Winston Leonard Spencer Churchill. Ein gløggur maður, sum dugdi at svinga við dirigentstokkinum.

Skal leysi endin á wc-rulluni vera inn ímóti ella út frá vegginum?

Út frá vegginum

Er ananas á Pizza eitt okay konsept?

Nei, ananas á pizza er rein skræpa

Coca Cola ella Pepsi?

Pepsi

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvat kom fyrst, hønan ella eggið?

Dystir í vikuskiftinum

Tveir dystir eru á skránni í kvøld, fríggjakvøld 4.oktobur.

1.liðið leikar á útivølli ímóti BK Fix. Dysturin byrjar kl 18.30

Kvinnurnar skulu í Valby taka ímóti AC Iben. Dysturin byrjar kl 18.00

Køv ikki eldhugan!

Dystaryvirlit hetta vikuskiftið

Fýra dystir eru á skránni hetta vikuskiftið.

Leygardagin 28. septembur eru tríggir dystir á skránni:

  • 1. lið hjá monnunum spælir á heimavølli ímóti Vigerslev Bk. Dysturin byrjar kl.15:15 og verður leiktur á Kløvermarkini.
  • 2. lið hjá monnunum spælir á útivølli ímóti Vigerslev 2. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður leiktur í Valby IP.
  • 7-mansliðið spælir á útivølli ímóti FB. Dysturin byrjar kl.15:00 og verður leiktur á Jens Jessens Vej.

Sunnudagin 29. septembur er ein dystur á skránni:

  • Kvinnurnar spæla á heimavølli ímóti CBS Sport. Dysturin byrjar kl.13:30 og verður leiktur á Kløvermarkini.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

3 dystir eru á skránni í vikuskfitinum og allir verða leiktir á Kløvermarkini.

Leygardagin 21 septembur kl 15.00 leikar 1.liðið ímóti liðnum úr Christiania, CSC, ið eisini hevur heimavøll á Kløvermarkini. Bæði liðini hava 8 stig og er tað einans 3 stig upp til annað plássið í deildini.

Tveir dystir eru á skránni sunnudagin 22 septembur. 2.liðið tekur ímóti Dragør. Dysturin byrjar kl 15.15. Dragør liggur fremst í deildini við 13 stigum, 3 stig framman fyri okkum. 2 liðið hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar og við einum sigrið sunnudagin, kunnu teir koma at spæla, har tað er stuttligast.

Kvinnurnar skulu í grannauppgerð ímóti KFB. Dysturin byrjar kl 16.00. Tað hevur ikki gingist væl hjá kvinnunm, men við eitt sindur av hepni, kemur fyrsti sigurin til góðar sunnudagin.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tveir dystir verða á skránni hetta vikuskiftið.

Leygardagin 14. septembur 1.liðið tekur á heimavølli ímóti Fr. Holm Sydhavnen. Dysturin byrjar kl 15.15. Bæði liðini hava 5 stig hvør.

Sunnudagin 15. septembur taka kvinnurnar ímóti Fremad Amager. Dysturin verður á Kløvermarkini og byrjar kl 13.30. Eftir tveir óuppibornar ósigrar skulu arbeiðshandskarnir á, tí Fremad Amager liggur á 1.plássi.

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Katarina Karbech Saxov

Á bonkinum í dag hava vit 26 ára gomlu Katarinu Karbech Saxov. Hon hevur síni ungdómsár spælt fótbólt úti á Argjum og seinni við B36. Í 2015 flutti hon til Danmarkar og byrjaði at lesa International Hospitality Management og bleiv liðug við tað í januar í ár. Katarina valdi at fara víðari og lesur nú kandidat í Tourism á Aalborg Universitet í Keypmannahavn.

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Kappingarsinnað, øsi meg lætt til dyst, fín innlegg, gott vinstrabein (ups har vóru meir enn 3)

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei ikki hvørja nátt, men næstan hvørja

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Lutaseðlar er okay

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

”Argir” hjá Hans Jacob Karbech Mouritsen. Fái gásarhúðhvørjaferð

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Minnist ikki, men teir vera altíðluftaðir væl út eftir dyst

Besti leikari tú hevur leikt við?

Olga Kristina Hansen (viðAB)

Besta ÍF Føroyar ball?

Taðer ein góður spurningur, tey eru altíðgóð! men tey bestu vóru Summershakedown í 2017 og ársveitslan í 2017

Hvat er ein góður kossur?

Tað er ein sum fær tað at kitla í búkinum

Besta minnið av Kløvermarkini

Tann 3. Nov. 2018, tá vit vunnu 3-1 ímóti Tårnby FF. Tá endaðu vit sum nr. 5 í Københavnerseriuni, sum var taðbesta úrslitiðhjá kvinnunum í 4,5 ár.

Málskjúttar vóru Helena Johannesen, Vár Næs og eg! Veðrið var eisini so gott, so tað var bara ein deiligur dagur!

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Uttan iva Kristianna Ballééé

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Samanhaldið, bæði til venjing og ball 

Hvat er tað besta skoritriksið?

Taðeru nógv triks, sum eru góð, t.d. eitt fitt blink 😉 

Hvør syngur best á tínum liði?

Barbara á Lídarenda

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Sovi ca. 8 tímar náttina áðrennog eti ein góðan morgunmat/frokost

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Í 2009 tá vit skrivaðu søgu í AB og gjørdust steypavinnarar, har vit vunnu 2-1 ímóti Kí. 

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Rakul Johannesen, sum tíverri ikki er so ofta viðfyri tíðina. Annars er tað

Maria Syderbø Mikkelsen

Hvat er tað besta við Føroyum?

Friðurin, maturin, familja og vinir

Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?

Hmmm, nei ikki ordiliga nakað, sum eg kann koma í tankar um. Alt er gott!

Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?

Nelson Mandela

Skal leysi endin á wc-rulluni vera inn ímóti ella út frá vegginum?

Út frá vegginum! 

Er ananas á Pizza eitt okay konsept?

Jaaaa, hvør dámar ikki Hawaii??

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Coca Cola ella Pepsi?

Dystir í vikuskiftinum

1.liðið leikar longu í kvøld kl 19.00 ímóti FK Prespa. Dysturin verður spældir á útivølli í Ryparken. Liðini hava 5 stig hvør, so lagt er upp til ein spennandi dyst.

Í morgin, leygardagin 7. septembur eru tveir dystir á skránni.

2.liðið tekur á heimavølli ímóti B1908. Dysturin byrjar kl 15.00. Eisini teir liggja javnir í stigum.

Kvinnurnar skulu út í Valby at leika ímóti PI fodbold. Dysturin byrjar kl 11.15.

Sunnudagin 8. septembur leikar 7-mans liðið ímóti Rikken.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

1.liðið spælir í dag kl 15.15 á Kløvermarkini ímóti CBS Sport. CBS Sport hevur 1 stig minni enn okkara lið, so tað eru týdningarmikil stig at vinna í dag.

Sunnudagin spælir 2.liðið ímóti Skjold. Dysturin verður spældir í Ryparken kl. 15.15. Eftir tveir dystir liggja 5 lið á einum deildum 1.plássi og við einum sigrið ímóti Skold hava teir møguleika at leggja nøkur av liðunum afturum.

Kappingin hjá kvinnunum byrjar eisini í vikuskiftinum. Á heimavølli taka tær ímóti ímóti Nørrebro United. Dysturin byrjar kl 13.30.

Veðrið er av tí allar fínasta, so tak sólkrem undir armin og kom yvir á Kløvermarkina og stuðlið okkara liðum.

Køv ikki eldhugan!

Jón Clementsen heldur áfram sum lækni hjá ÍF Føroyum

ÍF Føroyar fegnast um, at Jón Clementsen, sum hevur verið knýttur at felagnum síðani 2018, velur at halda áfram sum lækni hjá ÍF Føroyum.

Jón bleiv útbúgvin lækni í 2015. Umframt hetta hevur hann tikið fleiri skeið fyri at gerast diplomlækni í ítróttarmedisin. Til dagliga arbeiðir Jón á Nykøbing Falster og Hvidovre sjúkrahúsinum, har hann er undir serlæknaútbúgvingini til ortopædkirurg.

Jón hevur trivist væl í hesum arbeiðinum og vil fegin halda áfram. Hann hevur havt nokk at sæð til, og leikararnir í felagnum hava verið glaðir fyri hendan møguleikan.

Jón er sera dugnaligur innanfyri sítt yrki og tí frøðast vit um, at hann er sinnaður at halda áfram.

Køv ikki eldhugan!