Tryggur 9-0 sigur til 1. liðið hjá ÍF Føroyum í ársins fyrsta dysti

Í kuldanum sunnumorgunin hin 26. januar, spældi fyrsta liðið hjá ÍF Føroyum á útivøllin móti Amager FF, sum til dagligt spælur í ”københavnarserien”. Dysturin var spældur á kunstoffvøllininum úti í Kastrup, og endaði dysturin við einum greiðum 9-0 sigri til ÍFF.

Til dystin vóru 13 leikara við og sá liðið soleiðis út frá bryjan: Mathias – Bárður, Oddur, John, Emil – Rói, Tummas, Erland, , Sigurð – Chr. Høgni & Hanus. Á bonkinum sótu:  Jóhan Petur & Bartal, ið komu inn frá byrjan av seinna hálvleiki.

Um dystin sjálvan er ikki tað stóra at skriva, og sum úrslitið greiður frá, var stórur munur á liðinum, men alt í alt; ein góð byrjan uppá nyggja árið og fleiri góðar taktir í ársins fyrstu avbjóing. Serliga fingu vit møguleika at royna álopsspælið, sum til tíðir riggaði sera væl. Í fyrra hálvleiki var tað serliga nýggji leikarin Hanus Mortensen, ið vísti seg fram við at skora øll 4 málini í fyrra hálvalieki. Saman um tikið, hevði Amager FF lítið at bjóða uppá, og tá teir royndu at spæla seg fram, var okkara væl spælandi verja fyri hvørja fer.

Í seinna hálveliki var spælið tað sama; ÍFF skaptu eitt álop fyri og annað eftir. 5 mál komu í seinna hálvleiki og tey skoraðu: Chr. Høgni 2, Bartal, Tummas og Jóhan Petur hvør sítt.

Næsti venjingardystur verður leygardagin 15. februar kl. 14.00 ímóti FA 2000

 

Venjingartíðir hjá 1. Liðinum á nýggja kunstvøllinum:
Mikudag            kl. 16.00 – 17.30
Fríggjakvøld     kl. 19.00 – 20.30

Venjingin hjá 1. liðnum byrjar aftur!

1. liðshópurin byrjar at venja aftur fríggjakvøldið 17 januar kl. 19.00. Hópurin kemur at venja 2 ferð um vikuna, á tí nýggja kunstgræsvøllinum:

Mikukvøld kl. 19.00 – 20.30
Fríggjakvøld kl. 19.00 – 20.30

ÍF Føroyar hevur eisini tann gamla kunstgræsvøllin 2 ferðir um vikuna:
Mánnadag kl. 17.30 – 19.00
Fríggjkvøld kl. 19.00 – 20.30

 

Sum nú er, hava vit fingið avtalað 5 venjingardystir:
26.01.14 Amager FF – ÍF Føroyar kl. 10.45
15.02.14 FA 2000 – ÍF Føroyar kl. 14.00
08.03.14 ÍF Føroyar – B1908 kl. 14.00
23.03.14 CSC – ÍF Føroyar kl. 12.15

Møguliga fáa vit ein ella tveir venjingardystir afturat.
2. og 3. lið byrja at venja aftur um hálvan februar, nærri info um hetta verður at hoyra seinni.(frá Sjúrði)

Eftir er bara at vóna, at menn eru klárir uppá ein nýggjan uppstart og minnist til at melda til venjing á holdsport.

v/chj

futsal er byrjað aftur

Sunnudagin 5. januar spældu ÍF Føroyar kvinnur futsal dyst ímóti Sundby.

Av tí at fleiri av teimum, sum vanliga spæla vid ÌF Føroyum, ikki eru komnar niður til Danmarkar aftur eftir jólaferiuna, var ringt at finna fólk til hendan dystin. Tað sást eisini aftur á úrslitinum, ið gjørdist 6-1 til Sundby. Mótstøðuliðið hevði mest sum alt spælið, og tær høvdu eisini munandi meira orku enn føroysku genturnar. Simona, sum stóð í málinum, hevði úr at gera og stóð ein branddyst. Monika skoraði einasta málið fyri ÌF Føroyar.

ÌF Føroyar liðið var mannað av Moniku Samuelsen, Simonu Heinesen, Nikolinu Kristiansen, Sáru Samuelsen, Fríðu Beder og Barbaru Finnsdóttir.

Kvinnurnar vunnu seinasta futsal dystin í ár.

Sunnudagin 14. desembur vóru okkara kvinnur ein túr í Bellahøj har tær møttu studinunum fra USG. Hetta var triðji og seinasti futsal dystur í ár og hann skuldi sjálvsagt vinnast. Hóast lítla og onga fótbóltsvenjing í vetur megnaðu tær kortini at vísa góðan fótbóltsanda (kanska eitt sindur títtan) og vinna 2-0 á USG.

Tað fyrsta málið í dystinum varð skorað av Moniku longu í 5. minutti. Jacoba og Monika fintaðu og spældu 1-2 framm eftir vøllinum og síðani fekk Monika skotið bóltin í netið. 1-0 til heimaliðið. Tað seinna málið varð skorað av Barbaru í 35. minutti. Í besta Suarez stíli dive’aði Jacoba beint framman fyri hálvuna og tað gav Barbaru møguleikan at knalla bóltin beinleiðis í netið til endaliga úrslitið 2-0. Kvinnurnar liggja tíðskil nú á fyrsta plássi í deildini við sjey stigum. Fýra dystir eru eftir í kappingini og hesir verða leiktir í januar og februar. Næsti dysturin hjá kvinnunum verður í Sundby Hallerne sunnudagin 5. januar kl. 14.00, har kvinnurnar skulu møta Sundby Bk. ið liggja á einum øðrum plássi við 6 stigum.

Á liðnum sunnudagin vóru Simona Heinesen, Jacoba Langgaard, Monika Samuelsen, Barbara á Dunga, Kristina Simonsen, Fríða Beder og Maria í Brekkunum.

ÍF Føroyar 75 ár!!

Góðu tit øll!

Komandi ár fyllir ÍF Føroyar 75 ár, og hettar skal hátíðarhaldast!

Felagið fer at hátíðarhalda dagin í Føroyahúsinum leygardagin 5. apríl 2014. Í hesum sambandi er ætlanin at hava eina almenna framsýning við gomlum myndum, søgum og minniligum hendingum úr søgu felagsins.

Tískil hava vit tørv á tykkara hjálp!!

Um tú, foreldur tíni, ommur og abbar ella onkur heilt annar liggur inni við gomlum myndum, stuttligum søgum ella øðrum viðkomandi tilfari frá tykkara tíð í ÍF Føroyum, so hevði verið stuttligt um tit kundu sent okkum tað í einum telduposti til nevnd@fotboltur.dk.

Fyri at kunna skipa innkomna tilfarið sum frægast, hevði tað verið til stóra hjálp, um tit kundu viðmerkt: Hvat ár myndin er tikin, hvar hon er tikin, og hvør er á henni. Hetta kann sjálvsagt verða torført at minnast, men tit kunnu royna eftir førimuni.

Vit vilja heita á tykkum um at deila hesa áheitan við vinir og familju, soleiðis at boðskapurin røkkur út til so mong sum til ber. Vit vóna at fáa nógv gott tilfar inn, soleiðis at 75 ára dagur felagsins kann gerast ógloymandi.

Alt er kærkomið!

Frammanundan tøkk fyri tykkara hjálp.

Við føðingardagskvøðu

Nevndin

 

Futsal: Javnleikur, ikki javnstøða

Tann 07.12.13 Kl. 17:00.00, spældu kvinnurnar sín næsta futsal dyst hetta kappingarárið. Hesuferð var mótstøðu liðið BK Skjold.

Okkara kvinnur komu væl frá byrjan og løgdu seg á odda longu í fyrsta minutti við einum kanónskotið frá Heidi hjá fjallabbanum á Lakjuni. Í 8. minuttir økir henda sama Heidi um leiðsluna.

Kvinnurnar megna tó ikki at halda leiðsluna og fara tí til hálvleiks við einum 2-2 javnleiki. Aftur í dag er bara ein útskiftari vid. Í besta Ashley Young stíli roynir Heidi at dive´a, men fær ikki straffi, bara eina brotna hond. Nú sær tad svart út hjá okkara kvinnum.

Nú fara einans 5 troyttar gentur út til seinna hálvleik og spæla meira verjukent. Simona stendur sum ein brandur í málinum. Hinar gera ikki so nógv. Dysturin endar 3-3 og sum heild kunnu vit vera nøgdar vid úrslitið.

Liðið í dag: Simona Heinesen, Sunneva Magnussen, Eir Hansen, Heidi á Lakjuni, Barbara á Dunga og Lív Olsen.

Næsti dystur verður sunnudagin 15.12.13, kl. 15:00:00, ímóti USG Q í Bellahøjhallen, vinarliga ikki koma at hyggja.

Fysti futsaldysur, fyrsti sigur, fyrsti sunnudagur i advent

Sunnudagin 1. desembur spældu kvinnurnar sín fyrsta futsal dyst. ÍF Føroyar tóku ímoti Østerbro IF í futsal kappingini í seriu 2 í Vanløsehallen.

Okkara kvinnur byrjaðu dystin við at koma afturúr 0-1. Malan Á Dunga fær sídani javnað vid at dunga bóltin í netið. Og Monika, sum just er blivin kosin ársins leikari, fær sídani gørt at kvinnurnar fara til hálvleiks við einari 2-1 leidslu. Í halvleikinum royna okkara kvinnur at leggja taktik, men ongin hevur nokk luft til at tosa. Vid bara einum útskiftara, og ongari luft, megna kvinnurnar kortini at vinna dystin 4-3.

Dysturin var annars javnur og liðini skiftust um at fáa mál, seinni halvleikur: 3-1, 3-2, 4-2, 4-3. Monika fær tvey mál afturat (ja tú læs rætt, Monika trý mál i dag!) medan Simona hevur fleiri framúr flottar bjargingar.

Liðið: Simona Heinesen, Frída Beder, Monika Samuelsen, Malan Á Dunga, Jacoba Langgaard, Kristina Simonsen (Liðskipari og chauffør) og Knút Jakobsen (liðleiðari/klokkari).

Næsti dystur er ímoti BK Skjold leygardagin 07.12 kl. 17 í Sundby hallen, tá er gaman í at koma og heppa.

Myndin: Her eru kvinnurnar til árligu gallaveitsluna hjá ÌF Føroyum. Um tit ivast, so er Sigrid (ÍF) Petersen í einum reyðum kjóla;)

Ama’r Sport í jólahýri

Síðst í november heldur Ama’r Sport rimmar jólaútsølu. Ama’r Sport er í jólahýri, og tískil lata teir 50% í avsláttri upp á alt í handlinum.

 

Ama’r Sport, sum heldur til á Amagerbrogade 165-167, hevur í fleiri ár stuðla ÍF Føroyum eitt nú við klæðum og útgerð. Limirnir hjá ÍF Føroyum fáa eisini 10 % í avsláttri, um keypt verður í handlinum. Les meira um Ama’r Sport HER

 

Opið:

Hósdagin 28. november 2013 kl. 10-18

Fríggjadagin 29. november 2013 kl. 10-19

Leygardagin 30. november 2013 kl. 10-16

Leikarin á bonkinum: Gunvá Joan Pállson

So sótu vit aftur á bonkinum og hesuferð er tað Gøtumadamman Gunvá Joan Pállson, ið klaskar dintilin niður á regnváta bonkin úti á Kløvermarkini. Tann onkuntíð mismælta Gunvá ella Fung Ku Fighting, sum vinkonurnar kalla hana, flutti niður til Keypmannahavnar um árskiftið í fjør. Fung Ku hevur spælt ninja við ÍF Føroyum síðan mars í fjør og lesur námsfrøði, men ætlar sær í gongd við at lesa til sjúkrarøktarfrøðing eftir jól. Gunvá er single og við ársveistluni runt um horni, skuldi verði lagamannið hjá ÍF Føroyar sjeikunum at boðið Gunvá til ein sving om úti í Valby. Gunvá sigur sjálv at Seinasta vaktin hjá Tey av Kamarinum fær hana í tað góða lagið, so tað handlar um at verða parat tá ið Jákup Sørensen fer eftir harmonikuni. Vit takka Gunvá fyri stutta práti og ynski henni góða futsalsesong.

Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Stríðsvilji, skødd og vánaligur tapari.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Ja, um ikki, so plagi eg at innheinta tað seinni út á dagin.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Uha.. Tað er rættiliga synd, at babba skal keypa eitt heilt bunti hvørjaferð so eg velji hægri limagjald.

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?
Øll burdu hoyrt Jákup Sørensen spælt “seinasta vaktin” á harmoniku. Tí tað er bara nakað, sum má upplivast.

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Eg haldi tað var í februar mánaði. (Gunvá svaraði spurningunum áðrenn heimsíðan bleiv hakkað, so tað er møguligt at teir eru vaskaðir síðan, red. )

Besti leikari tú hevur leikt við?
Okay, um eg bara skal velja eina so er Jacoba Langaard eitt gott boð.

Besta ÍF Føroyar ball?
Eg haldi faktiskt at øll ballini, sum eg havi upplivað við ÍF-Føroyum hava verði fantastiska stuttlig og góð, men tað sum er frískast í minninum er Summershakedown gone western. Tað var so yvir stuttligt, nógv góð fólk og gott lív í. Øgiliga væl fyriskipað :p

Hvat er ein góður kossur?
Ein sum ger meg bleytan í knøðunum.

Besta minnið av Kløvermarkini?
Har eru nógv góð minnir á kløvermarkini. Nógvar stuttligar venjingar, og so dystirnar vit hava vunni. Men dugi ikki at koma í tankar um serliga hending.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Tað er øðiliga trupult at siga, tí har eru fleiri flottar rumpur á liðnum, men um eg skal nevna eina, so má tað vera Booty Bára! Hon er verd at “tjekka” út !

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
Eg havi sum so onki at seta fingurin á. Haldi at nevdin og onnur gera eitt framúr gott arbeiðið. Men um eg skal nevna okkurt, so hevði tað lætna nógv um vit kundu fingi hjól undir málini.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Tað má vera tað sosiala. Man kemur at kenna nógv nýggj fólk og tað er gott samanhald. Hava fleiri stuttligar løtur saman, bæði sum eitt lið og felag. Og so sjálvandi, at vit fáa møguleikan at spæla fótbólt í einum føroyskum felagi.

Hvat er tað besta skoritriksi?
Nú eri eg ikki serliga køn innanfyri hatta øki. Men eg havi eygleitt tí sera engageraðu Maritu Joensen á Skarv, og har havi eg sæð nøkur skoritriks, sum tíverri ikki eru borðbar. So um onkur hevur hug at læra eitt triks ella tvey, so kann man venda sær til Maritu Joensen, hon er at finna á facebook og á Skarv.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Av tí at leikarin á bonkinum seinast (Rólant Waag Dam) var so øgiliga spentur uppá sín spurning og eg av onkrari orsøk ikki fekk møguleikan at svara honum, so eg velji at seta spurningin umaftur. Riggar Hanus Eliasen betri við ella uttan skegg? Hetta kundi møguliga eisini verði ein spurnarkanning á heimasíðuni, tí tað er av sonnum eitt mál, sum býtir fjøldina. (Av tí at heimasíðan gloymdi at seta Gunvá spurningin, so er stafettin hervið givin víðari, red.)

 

1. Liðið vann trygt á Nørrebro United

Hóskvøldið 31. oktober hevði 1. liðið hjá ÍFF leitað sær ein túr út í ”Ryparken” at spæla landskappingardyst móti Nørrebro United. Úrslitið gjørdist ein greiður 2-6 sigur til ÍF Føroyar.

 

ÍF Føroyar byrjaði dystin soleiðis: Mathias – Bárður, Ovi, Oddur, Jóhan – Uni, Tummas, John, Hanus – Chr. Høgni, Johan.

Á bonkinum sótu: Rói, Ásfinnur og Erland

 

ÍF Føroyar byrjaði dystin væl, og fingu vit eisini spælt okkum fram til nakrar naskar royndir ímóti málinum, tó uttan at hetta gav nakað mál. Tó var tað Nørrebro United sum opnaði ballið, við einum málið, sum Oddur má takað á seg, tá hann ikki fekk rudda orduliga burtur. Oddur skuldi tó gera skaða góðan aftur seinni í dystinum við heili tveimum málum.

Aftaná málið bylgjaði dysturin eitt sindur aftur og fram, og tá 10 min. vóru eftir av fyrra hálvleiki, skoraði ÍFF uppá eitt gott gjøgnum spælt álop. Uni og Bárður spældu væl samman í okkara høgru síðu, og endin var, at Bárður legði bóltin væl innfyri, og við aftaru stong kundi Chr. Høgni lætt seta høvdið á bóltin og í málið til 1-1. Eftir málið byrjaði ÍF Føroyar at seta trýst á Nørrbro verjuna, og beint áðrenn hálvleik fingu føroyingar aftur mál. Hesufer aftaná eitt horna, sum Johan tók sær av, bleiv bólturin skotin væl innfyri, har Oddur var hægstur og knalhart skallaði bóltini í málið til 1-2.

Í seinna hálvleiki vóru føroyingar spælistýrandi, og spældu vit okkum eisini fram til fleiri góðar málmøguleikar, sum eisini góvu fleiri mál. Fyrsta av málinum var eitt av teimum serligu, har Chr. Høgni skeyt úr eini 40 metrum og beinleiðis í málið.

Næsta málið skoraði Oddur Højgaard, eftir at hann bleiv sendur avstað, og einsamallur við málmannin skoraði hann trygt til 1-4. Lítla løtu seinni kundi Chr. Høgni økja til 1-5, tá hann eisini kom einsamallur ímóti málinum.

Jóhan Ellingsgaard vildi eisini vera við í málskjótingini og eftir einari góðari frí spæling frá Ova, skoraði Johan sikkurt til 1-6. Ímóti endanum av dystinum skoraði Nørrebro so til endaliga úrsliti 2-6.

Atkvøður: Chr. Høgni 8, Tummas 2, Uni 1, John 1, Erland 1, Oddur 1.

/chj

Eyðun vunnið 3.liðið uppflyting

Undan dystinum síðsta sunnudag, var longu greitt at 2. plássi í okkara seriu 4 bólki var tryggjað, og at uppflytingin tískil var í hús. Við hesari vitan í skjáttuni, vóru tað nakrir avslappaðir og onkrir nývaknaðir ÍF Føroyar leikarar, ið møttu kl 9 úti á Frederiksberg sunnumorgum. Onkur mátti tó erliga melda forfall til dystin í síðstu løtu.
Tó vóru boðini frá Eyðun púra greið, út og spæla skjótar og góðar kombinatiónir, sum vit hava vant dúgligu síðstu tíðina. Og man má siga at venjingarnar hava givið “pota” hesa hálvuna.

Dysturin byrjaði við fullari ferð og nógvum feilum, aftaná 15 minuttir var støðan 2-2. Málið til 1-1 skoraði burturvilsti sonurin Bergur Napoleon við einum flottum túri í vinstru síðu, og legði bóltin vakurt i netið, ytst við stongina. Løtu seinni javnaði Rólantur til støðuna 2-2 tá hann fekk síðsta fótin á bóltin í feltinum.
3-2 fekk Árni smekkaði í kassan, aftaná málverjin meistarliga hevði bjargað skotið frá Búgva, sum ikki kundið verið útført nógv betri. Hepni í Búgva, at Árni var so kvikur eftir bóltinum, sum støkk út aftur.

FA2000 gav ikki upp so lætt og gjørdi nógv fyri at fáa minka um munin, og hóast Óla Jákup hevði onkrar frálíkar bjarginar, so fingu teir minkað um munin til síðst. Hetta helt Áki ikki var rætt, og leyp tí fram til hornaspark og stútaði bóltin í kassan í røttum Duncan Ferguson stílið.

Rólantur var ikki liðugur at spæla puss við FA2000 verjuna, og skjótt eftir steðgin hevði hann gjørt tað til 5-3 við einum frálíkum langum lobbara. Ikki eiti á comeback hjá Rólanti. Eisini næsta málið fekk Rólantur, og harvið var hattrikkið tryggjað. Men hettar var heldur ikki nokk, tí í besta Barcelona stílið, lobbaði hann enn einaferð málmannin hjá FA2000. Hesuferð úr stuttari fjarstøðu; sera vakurt. Menn snakkaðu á bonkinum um, at sjálvt Christian Høgni hevði verið errin av hesum málinum.

Til síðst setti Kenneth punktum, við einum vøkrum fluktara við handaru stong. Endaliga støðan gjørdist 8-5 til ÍF Føroyar. Og fyri at gera hettar úrslitið enn betri, so tapti BK Fix sera óvænta sín dyst, og tískil endaði ÍF Føroyar á fyrsta plássi í bólkinum. Næsta ár er seria 3 aftur á skránni, og vónandi liggja allir dystirnir ikki sunnudag næstu hálvu.

3lid_2013_talva

Sum stigatalvan vísur, so hevur 3. liðið bert tapt tveir dystir hesa hálvuna, og vóru hesir tveir teir fyrstu dystirnir. Síðan hava tað verið 9 sigrar upp í slag.

 

Liðið: Óla Jákup – Ove, Áki, Sámal, Óli – Bergur Napoleon, Jóhan Petur, Høgni, Búgvi – Rólantur, Árni.
Eyka: Kenneth, Sylvi.

Mál: Rólant 4, Árni, Áki, Kenneth, Bergur Napoleon.

2.lið: Ryd lortet

Dystarfrásøgn 2 lið móti CSC

Eins og síðsta vikuskiftið, so vísti tað seg trupult at finna fólk til dystin leygardagin. Hetta gjørdist ikki lættari, tá nú øll 3 mansliðini skuldu spæla sama dag. Tað, kombinerað við, at lesandi, eftir øllum at døma, svimja í pengum, og tískil hava tíð at flúgva til Føroyar í tíð og ótíð, merkti, at trenarin slapp at arbeiða fyri pengarnar hetta vikuskiftið!

Hóast hetta, so eydnaðist at finna 13 góðar mans til dyst hendan leygarmorgunin. Vegna pressið, sum var á øllum trenarunum hetta vikuskiftið, varð neyðugt at grava nakrar gamlar legendur fram aftur, men bæði Ingibjørn, Helgi og Petur Hammer prógvaðu tíðiliga gamla orðatakið: “Rutina trumfar altíð konditión!”

Okkara menn høvdu sum so einki at spæla fyri, annað enn heiðurin. CSC hinvegin kundi tryggjað sær 2. plássi í bólkinum við einum sigri, so menn vóru rættuliga motiveraðir at oyðileggja ballið fyri teir. Hetta skuldi tó visa seg at vera lættari sagt enn gjørt!

Undan dystarbyrjan lá í luftini, at hetta fór at verða ein friðaligur og hugnaligur dystur. Rani lat við, at hann ongantíð hevði upplivað ein so blíðan liðforman, sum tann, hann tók í hondina á honum áðrenn dystarbyrjan, og at hann fór at skunda sær heim at adda hann sum vin á Facebook. Eg loyvi mær tó at ivast í, at hetta nakrantíð bleiv til nakað!

Um sjálvan dystin er tað at siga, at vóru CSC leikararnir blíðir og tíðir áðrenn dystin, so vóru teir sum hamskiftir, tá dómarin floytaði í gongd. Longu aftaná 10 min. noyddist Jákup Slættalíð at gevast, tí hann lá eftir á eftir eitt hornaspark. Hetta skuldi visa seg at vera ein ávaring til okkara menn, um hvat var í væntu! Aftaná 20 min fekk CSC-leikari beinleiðis reytt, tá hann skallaði Rana í andlitið! Eftir hetta trúðu vit, at nú fóru CSC at visa meira varsemið, men tað var heldur hinvegin. Ein kombinatión av einum dómara, við mansmóti sum ein høna, og nakrar psykopatar úr Christiania, gjørdi at dysturin minti meira um ein UFC- bardaga enn ein fótbóltsdyst. Tað einasta sum manglaði, var um CSC leikararnir komu inn á banan við brosteinum, og kastaðu teir eftir okkara leikarum!

Hóast nakrar frálíkar bjargingar frá leikandi venjaranum, var støðan 1-0 til CSC í hálvleikinum. Henda støða helt sær heilt til dystarenda, hóast vit vóru nær við at javna móti endanum, tá Rani bleiv spældur púra leysur. Men einsamallur móti málmanninum var hann ikki nóg kaldur.

Um nakað gott skal sigast um hendan leygarmorgun, so er tað, at vónandi flytur CSC upp í seriu 1, tí hatta er ikki eitt fótbóltslið, sum undirritaði vil spæla aftur ímóti!

Til endans vil eg endurgeva kendu orðini hjá rómverska senatorinum Cato tí Eldra (við einari líttlari modification):

“Ceterum censeo Christiania esse delendam”

Umsett til populert dansk merkir hetta nakað í stíl við “Ryd lortet!”

 

Liðið: 4-4-1-1

Sjúrður Petersen – Høgni Hansen – Jákup Slættalíð – Kaj Ennigarð- Jóhannus Mikkelsen – Hilmar Petersen – Karl Johannesen – Jákup Olsen – Helgi Justinussen – Rani Christiansen – Sigurð Carlsson.

 

Eftir eina heldur óformella atkvøðugreislu aftaná dystin, bleiv Sjúrður valdur sum dagsins maður.

 

P.S. Dystarfrásøgnin er subjektiv, og representerar ikki holdningar hjá felagnum viðvíkjandi Christiania!

/(Sjúrður Petersen)