2. manslið sigraði í ársins fyrsta venjingardysti

2. manslið spældi sín fyrsta venjingardyst leygarmorgunin á Kløvermarkini. Mótstøðuliðið hendan morgunin var KFUM Sundby úr seriu 3.

Umstøðurnar at spæla fótbólt henda leygarmorgunin vóru ikki tær bestu. Carl herjaði Danmark, og hetta merktist á Kløvermarkini, har ið nógvur vindur var.

Vit høvdu vindin við okkum í fyrra hálvleiki. Hetta er oftast at meta sum ein fyrimunur, men nógvi vindurin meira darvaði enn gagnaði okkara spæli. Spælið hekk ikki ordiliga saman og spurdist ikki nógv burturúr.

Í seinna hálvleiki gjørdi venjarin nakrar broytingar, sum vístu seg at rigga væl. Brian kom inn á topp, meðan Ásbjørn bleiv settur inn á miðjuna fyri Teit, sum bleiv fluttur aftur í miðverjuna. Hetta vísti seg skjótt at rigga væl hjá okkum. Okkara spæl bleiv nógv betur, og vit skaptu eisini nógvar møguleikar. Jósup, Dánjal og Brian kundu allir havt skorað, um teir vóru eitt sindur neyvari. Tað eydnaðist okkum eisini at skora, men tað skuldi ein av teirra monnum til at gera arbeiðið. Eftir ein góðan túr móti baklinjuni leggur Ásbjørn ein góðan bólt innfyri, sum ein av teirra verjuleikarnum ikki klárar at stýra annan veg enn beint í egið mál.

Hóast KFUM fekk nakrar møguleikar, serliga í seinna hálvleiki, so var tað uppiborið, at okkara menn fóru avstað við sigrinum. Tær ferðirnar, tá ið KFUM vóru farligir, stóð antin verjan ella ein vælspælandi Jóan Petur fyri. Vert er at leggja til merkis, at hetta var debut-dysturin hjá okkara málmanni. Hann hevði tó tíðuligvís ikki lisið § 7. stk 4 í reglugerðunum hjá ÍF Føroyum, har tað greitt stendur, at:

“Debuterandi spælari skal altíð hava ein/eina kassa/rammu av øl við til dyst.”

§ 7. stk 5 sigur víðari:

“Um hetta ikki verður gjørt, skal spælarin, innan 48 tímar, koma við frágreiðing til venjaran. Her kann venjarin so velja at geva debuterandi leikara ein møguleika afturat. Venjarin er tó ikki tvungin til at geva nýggjan møguleika.”

Hóast sigurin, so var alt ikki gleði og gaman aftaná dystin. Danjal bleiv sparkaður í armin, og mátti lata seg útskifta. Seinni vísti tað seg, at hann hevði brotið armin, so hann verður tíðanverri ikki at síggja aftur á vøllinum tær næstu vikurnar.

Um mótstøðuliðið er ikki annað at siga enn, at sjálvt eftur Amager-standardi, so vóru teir óalmindiliga primitivir!

ÍF Føroyar stillaði við einari 4-1-4-1 uppstilling.

Jóan Petur Joensen – Høgni Hansen, Jákup Sørensen, Ásfinnur Sigvardsen, Johannus Mikkelsen – John Hansen, Danjal Viðoy, Teitur Tausen – Sigurð Carlsson, Jósup Henriksen, Johan Ellingsgaard.

Á beinkinum sótu: Ásbjørn Jøkladal, Bergur Strøm og Brian Hansen.

 

10008610_10203636601701529_861542248_n
Myndamaður: Danial Viðoy
10003148_10203636601621527_1888947098_n
Myndamaður: Danial Viðoy
1474756_10203636601061513_725901901_n
Myndamaður: Danial Viðoy
10013828_10203636601141515_642990630_n
Myndamaður: Danial Viðoy
10009591_10203636601261518_1030438179_n
Myndamaður: Danial Viðoy
912564_10203636601501524_1910775436_n
Myndamaður: Danial Viðoy
1543447_10203636601661528_831853084_n
Myndamaður: Danial Viðoy

1. manslið tapti málríkan venjingardyst

Veðrið var av tí besta, tá ið 1. manslið enn einaferð skuldi leika ein venjingardyst fram móti kappingarbyrjan tann 3. apríl. Mótstøðuliðið hesuferð var B1908 sum somuleiðis leikar í Seriu 1 og tað var longu frá byrjan greitt, at hetta mótstøðuliðið helst hevði meiri at bjóða uppá enn undanfarnu mótstøðulið. Fyrsta korterið ella so blivu føroyingarnir lagdir undir stórt trýst og hetta endaði eisini við, at B1908 legði seg á odda 0-1. Eftir hetta fingu føroyingarnir justerað nøkur smáting og vit ótu okkum meiri og meiri inn í dystin. Yvirtakið ger eisini, at vit fáa vent eini 0-1 støðu til 3-1 áðrenn Jógvan Ósá bríkslar til hálvleiks. Føroysku málini skutu Rókur, ið fekk tvey, og Rói eitt.

 

Endaði 1. hálvleikur væl, ja so er synd at siga tað sama um byrjanina av 2. hálvleiki! Einans eitt korter inn í seinna hálvleik er 3-1 leiðslan longu vend til 3-5. Hetta fáa vit tíverri ongantíð veruligan broytt upp á og hóast onkra hissini royndir frameftir vøllinum so endar dysturin við 3-5 tapi, sum harvið eisini er fyrsta tapið í venjingardystunum higartil í ár. Hetta eiga vit ikki at taka so tungt, tí sjáldan føra alt ov nógvir sigrar í venjingardystunum til eina góða kapping.

 

Komandi venjingardystur – og seinasti áðrenn kappingarbyrjan – er sunnudagin 23. mars móti grannunum av Christiania, CSC.

 

Teir ið mannaðu liðið vóru: Mathias – Jóhan, John, Oddur, Bárður – Rói, Tummas, Ólavur, Hanus – Christian Høgni, Rókur. Á bonkinum sótu: Ásfinnur, Rasmus, Svenn, Teitur, Jósup, Steffan.

 

1.lið 2013Elektron stuðlar 1. mansliði

ÍF Føroyar fyllir 75 ár!

Í ár eru liðin 75 ár, síðan Ítróttarfelagið Føroyar, vanliga nevnt ÍF Føroyar, varð sett á stovn. Hetta ætlar felagið at hátíðarhalda við einum stórum almennum tiltaki tann 5. apríl í Føroyahúsinum. Endamálið við tiltakinum er at leggja fram ríku søgu felagsins við myndum, gomlum dystarfrásagnum, gomlum leikarabúnum o.ø., sum hevur verið møguligt at útvega. Umframt hetta kemur Heini í Skorini at greiða frá síni tíð í ÍF Føroyum og við egnum hugleiðingum at meta um týdningin, sum ÍF Føroyar hevur og hevur havt fyri føroyskar útisetar í Keypmannahavn hesi 75 árini, ið felagið hevur virkað. Tiltakið endar við almennum dansi, har ið sera vælumtókti bólkurin Rox við Signari í Homrum kemur at spæla. Føðingardagstiltakið er ókeypis og atgongumerkjaprísurin fyri dansin er kr. 100,00.

1175574_10151520102657391_953044810_n-1                   970498_10201895232967636_1123857796_n

    Heini í Skorini kemur at hugleiða                             Rox við Signari í Homrum spælir til dans

Tey allarflestu, sum antin hava verið undir lestri ella hava búð í Keypmannahavn, kenna til tann týdning, ið ítróttarfelagið hevur havt fyri ta sosialu samveruna millum føroyskar útisetar, og henda leiklut ynskja vit at hátíðarhalda saman við øllum tykkum, ið á onkan hátt kenna ÍF Føroyar sum tykkara felag í Keypmannahavn. Tiltakið er fyri almenningin og tað er okkara vón, at so nógv sum gjørligt – fyrrverandi og núverandi limir umframt onnur áhugað – leggja leiðina inn í Føroyahúsið leygardagin tann 5. apríl at hátíðarhalda føðingardagin.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll!

Vinarliga

Nevndin

Væleydnað innandurakapping um vikuskiftið

Leygardagin skipaði ÍF Føroyar fyri ársins innandurakapping í Svanemøllehallen. Heilt fitt av luttakarum vóru og teir ávikavist tveir og tríggjar tímarnar kappingarnar vardu vóru bæði spennandi, intensir og undirhaldandi.

Hjá kvinnum høvdu 18 kvinnur boðað frá luttøku og tær vóru býttar út á fýra lið. Eitt hvítt, eitt reytt, eitt svart og eitt blátt lið og tá ið samanum kom vunnu ’Svart lið’. Eftir eitt bólkaspæl, har ið tær svørtu endaðu einum triðja plássi, vunnu tær í finaluni á annars suverenu bólkavinnarunum, teimum bláu, við einum máli móti ongum. Vinnandi liðið varð mannað við Simonu Heinesen, Sofíu Purkhús, Marjun Poulsen, Kristinu Simonsen og Jenny Lydersen.

Hjá monnunum luttóku sjey lið og vunnu Liverpool4life. Í bólkaspælinum var tað tó ’Kurt’, sum vóru flúgvandi og vunnu allar sínar dystir, men í finaluni vóru tað tó nr.2 frá bólkaspælinum, sum eftir at hava vunnið 4-2 móti A-team í hálvfinaluni streyk avstað við einum 1-0 sigri. Liverpool4life varð mannað við Jóhan V. Gunnarsson, Rasmusi Nolsøe, Emil N. Leifsson og Ólavi S. í Ólavsstovu.

Vit takka fyri góða luttøku og ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku við sigrunum!

Vinnarir í kvinnukappingini. Frá vinstru standa: Sofía Purkhús, Simona Heinesen, Kristina Simonsen,Jenny Lydersen & Marjun Poulsen.
Vinnarir av kvinnukappingini. Frá vinstru standa: Sofía Purkhús, Simona Heinesen, Kristina Simonsen,Jenny Lydersen & Marjun Poulsen.
Felagsmynd av kvinnuligu luttakarunum.
Felagsmynd av kvinnuligu luttakarunum.
Nr.1. "Liverpool4Life"- frá vinstru standa: Jóhan Gunnarsson, Emil N. Leifsson, Ólavur í Ólavstovu & Rasmus Nolsøe.
Nr.1. “Liverpool4Life”- frá vinstru standa: Jóhan Gunnarsson, Emil N. Leifsson, Ólavur S. í Ólavsstovu & Rasmus Nolsøe.
Nr. 2. "Kurt"- Frá vinstru standa: Jósup Henriksen, Tórður Lervig, Steffan Kalsø & Mathias Samuelsen
Nr. 2. “Kurt”- Frá vinstru standa: Jósup Henriksen, Tórður Lervig, Steffan Kalsø & Mathias Samuelsen.
Nr. 3. "A-Team"- Frá vinstru standa: Bartal Højgaard, Dion Splidt, Rasmus Nielsen & Tummas Justinussen.
Nr. 3. “A-Team”- Frá vinstru standa: Bartal Højgaard, Dion Splidt, Rasmus Nielsen & Tummas Justinussen.

1. manslið hjá ÍF Føroyum hevur spælt tveir venjingardystir í seinastuni móti ávikavist FA 2000 og Fremad Amagar.

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár hjá 1. mansliði hjá ÍF Føroyum eru í hæddini og hava nógvir mans verið til venjingarnar, sum byrjaðu hálvan januar. Seinastu vikuna hevur liðið eisini spælt tveir venjingardystir móti FA2000 og Fremad Amager.

Fyrri dysturin var á útivølli leygardagin 15. februar móti FA 2000 og endaði dysturin við einum 5-0 sigri til føroyingar. Teir sum byrjaðu dystin vóru hesir: Mathias – Emil, Svenn, Bárður, Uni – Erland, Rókur, Rói, Tummas – Chr. Høgni, Steffan. Á bonkinum sótu: Ásfinnur, Teitur, Ólavur & Jóhannus.

ÍF Føroyar hevði fult tamarhald á dystinum frá byrjan til enda og við eitt sindur av neyvleika kundi sigurin verði enn størri. Málini skutu Steffan, ið fekk 3, meðan Chr. Høgni og Rói fingu hvør sítt. Um vit skulu taka nakað mál fram um hini, so má tað vera málið hjá Róa; eftir gott samanspæl við Rók skeyt Rói bóltin úr 20 metrum í ein bleytan boga upp í handara málhorn, eitt sera vakurt mál.

Seinni dysturin varð leiktur leygardagin 22. februar móti næstbesta liðnum hjá Fremad Amager og ÍFF vann dystin 4-1. Teir sum byrjaðu dystin vóru hesir: Mathias – Jóhan, Bárður, Oddur, Uni – Erland, Tummas, Rói, Emil – Chr. Høgni, Steffan. Á bonkinum sótu: Hanus, Dion & Svenn.

Dysturin varð spældur í rímliga høgari leikferð og bæði liðini royndu at spæla góðan og undirhaldandi fótbólt. Serliga ÍF Føroyar hevði bóltin nógv og skapti fleiri kjansir, ið kundu givið fleiri mál. Tey 4 málini hjá okkum skoraðu: Rói 2 og Chr. Høgni & Uni hvør sítt.

Elektron stuðlar 1.liði.  

Nýggj nevnd hevur skipað seg

Árligi aðalfundur felagsins varð hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegienum mánakvøldið 17.feb. Eini 20 limir vóru møttir til fundin, sum ÍF Føroyar samtakið helt saman.

ÍF Føroyar fótbóltur hvílur í sær sjálvum og ársúrslitið gjørdist eitt lítið yvirskot. Inntøkur felagsins koma í høvuðsheitum frá limagjøldum og góðum stuðlum. Í fjør høvdu vit 78 gjaldandi limir og sigast má, at felagið stendur í føgrum blóma.

Í ár hevur felagið meldað trý 11-mans lið hjá monnum, eitt 11-mans lið hjá kvinnum og eitt 7-mans lið hjá monnum til kappingarárið, sum byrjar seinni í vár.

Á aðalfundinum komu fýra nýggir limir inn í fótbóltsnevndina og tveir takkaðu fyri seg. Nýggju limirnir eru Malan á Dunga, Lív E. Olsen, Ásfinnur Sigvardsen og Ólavur S. í Ólavsstovu. Sostætt er nevndin nú mannað av átta fólkum. Umframt nýggju limirnar, verða hesir fýra sitandi: Emil N. Leifsson, Høgni Hansen, Jákup Sørensen og Bartal Højgaard.

Rólant W. Dam og Maria í Brekkunum hava takka fyri seg í nevndarhøpi. Nevndin vil í hesum sambandi nýta høvið at takka teimum báðum fyri drúgva tænastu í felagnum og ynskja teimum blíðan byr framyvir.

Á fyrsta nevdarfundinum hjá nýggju nevndini, skipaði nevndin seg soleiðis:

Formaður: Emil N. Leifsson.

Varaformaður, P.R.: Ólavur S. í Ólavsstovu

Kassameistari, limagjøld: Høgni Hansen

Leikaraloyvir: Ásfinnur Sigvardsen

Skrivari: Bartal Højgaard

Útgerð: Jákup Sørensen

Nevndarlimur: Malan á Dunga

Nevndarlimur: Lív E. Olsen

 

Stuðlar hjá ÌF Føroyum fótbólti fyri kappingarárið 2014 eru hesir:

 

Høvuðsstuðul:

–          Elektron

 

Aðrir stuðlar:

–          Atlantic Petroleum

–          Smyril Line

–          Bakkafrost

–          Bank Nordik

–          Keel

–          Trygd

–          Skansi Offshore

So byrjar venjingin aftur!

Mikukvøldið 19. februar kl. 16:00 byrja menninir aftur at venja. Vant verður á nýggja kunstvøllinum.

Annars eru venjingartíðirnar hesar:

Menn:

Mikudag kl. 16:00 og fríggjadag kl. 19:00.

1. liðið hjá monnum venur eisini mánadag kl. 17:30.

Kvinnur:

Mánadag kl. 17:30 og mikudag kl. 19:00

 

Øll eru hjartaliga vælkomin

 

 

Kvinnuvenjari og 3. liðs venjari settir

Nevndin kann boða frá, at Jacoba Langgaard og Andras Thomassen koma at venja ávikavíst kvinnuliðið og 3. liðið hjá monnum hesa várhálvuna.

JL

Jacoba hevur áður verið leikari hjá felagnum, men nú fer hon so at royna síni evnir sum venjari eisini. Sum skilst ætlar Jacoba ikki at seta gaggurnar á hillina, men fer at virka sum leikandi-venjari. Kvinnurnar eru longu byrjaðar at venja, og tær venja mánakvøld kl. 17:30 – kl. 19:00 og mikukvøld kl. 19:00 – kl. 20:30.

Andras

Andras er ein gamal kenningur hjá felagnum, og hevur hann fyrr staðið á odda fyri kvinnuliðnum, 1.- og 2. liðið hjá monnum. Nevnast kann, at Andras m.a. var við til at fáa besta liðið hjá monnum upp í Keypmannahavnarseriuna fyri tveimum árum síðani. Hetta kom væl við, eftir at felagið ikki hevði leikt í Keypmannahavnarseriuni síðani kappingarárið 2006/2007.

Vit ynskja Jacobu og Andrasi hjartaliga vælkomnum í venjarastørvini hjá felagnum, og ynskja teimum góða eydnu við kappingarárinum.

Samstundis vil nevndin takka Miriam J. Michelsen og Eyðuni Mylná fyri drúgva tænastu í felagnum, og vit vóna at síggja tey aftur á Kløvermarkini í framtíðini.

 

Nevndin

Innandurakapping 2014

Nú ber til at melda lið til árligu innandurakapping felagsins, sum verður leygardagin 1. mars. Kappingin verður eins og undanfarnu ár í snotiligu Svanemøllen hallen. Tríggir tímar eru settir av til at avgreiða kappingina, so tað er at møta stundisliga og til dystin fús. Kappingin byrjar klokkan 17.00 og endar klokkan 20.00. Kappingin er almenn og øll áhugaði eru vælkomin at luttaka.

Hvørt lið er mannað við fýra leikarum á vøllinum, umframt at hvørt lið kann hava ein útskiftara. Hvørt lið hevur ein kontaktpersón, sum meldar liðið til kappingina, við at flyta luttøkugjald á 500 krónur á konto okkara í Danske Bank við reg.nr. 3148 og kontonr. 314.813.120.1 og viðmerkir navnið á kontaktpersóninum hjá liðnum. Tá hetta er gjørt sendir tú ein mail til nevnd@fotboltur.dk har tú upplýsir navn á kontaktpersóni, navn á liðið, upplýsir telefonnummar og upplýsir nøvnini á øllum leikarunum.

”Først til mølle”-prinsippið verður brúkt.

Sum vanligt, so skipa kvinnurnar seg sjálvar henda dagin. Tilmelding til kvinnuliðini fer fram vid at skriva til Gunvá Joan Pálsson á facebook. Tit frætta seinni meira á facebook síduni hjá kvinnunum.

Nærri reglur og skrá verða kunngjørd seinni.

Vinarliga

Nevndin

Kvinnurnar aftur i eldin/kuldan.

Kvinnurnar eru nú byrjaðar at venja aftur, og vónandi koma nógvar gentur at venja, og vónandi møta allar væl upp til venjingarnar eisini.

Vit venja:

-Mánadag kl. 17.30-19.00 á gamla vøllinum

-Mikudag kl. 19.00-20.30 á nýggja vøllinum

Møtast í skiftirúmi nr. 38

Vinarliga Jacoba

11 mál og kvinnurnar aftur á rætta kós

Sunnudagin 18. januar spældu kvinnurnar móti KFB úti í O.M. høllini. Kvinnurnar skuldu reisa seg aftur eftir stór tap síðsta dyst.

Kvinnurnar løgdu hart út og eftir longu 5 minuttir var støðan 2-0 til okkum. KFB minkar tó skjótt um munin til 2-1, men kvinnurnar hjá okkum falla ikki í fátt, men kempa hart víðari og fara til hálvleiks frammanfyri 3-2. Í hálvleikinum verður avtala, at tær skula royna at fáa eitt skjótt mál og spæla skjótt spæl, tí tá kláraðu tær ikki at fylgja við.

Avtalurnar vera hildnar og seinni hálvleikur er bara fáar minuttir gamal, tá okkara fáa eitt mál. Kvinnurnar spæla væl, men hava ikki bóltin líka nógv, sum KFB, men klára kortini at fáa tvey mál afturat og vinna dystin 7-4.

Ein góður dystur við nógvum málmøgulleikum, har okkara høvdi bóltin minni, men kortini kláraðu at brúka teir kjansirnar tær fingu og vinna dystin.

Málini skoraðu Kristina (3), Eir og Jacoba (2)

Liðið til dystin: Sára Samuelsen, Kristina Simonsen, Fríða Beder, Eir Hansen, Maria Í Brekkunum, Jacoba Langgaard og Simona Heinesen

Undirhaldari á bonkinum: Brynja

Kvinnurnar spæla aftur sunnudagin 2. februar kl. 15.00 móti BK Døvania.