1. lið í góðum stima

1. lið er komi sera væl frá byrjan í ársins futsal-kapping. Sunnudagin leiktu teir sín triðja dyst, og endaði hann, eins og tveir teir fyrru dystirnir, við sigri til okkara menn. Dysturin hetta vikuskifti var ímóti CIK, og vunnu okkara 4-2. Dysturin var javnur við einum lítlum yvirtaki til okkara menn.

Liðið var manna við: Eli, Jóhan G, Tummas, Kaj, Hanus og Bárður.

Hjá 2. liði gongur eisini væl og eru teir enn ósigraðir. Hetta vikuskiftið leiktu teir í móti Brønshøj. Talan var um ein tættan dyst sum kundi fari báðar vegir. Venjarin, liðformaðurin og málskjúttin Jóhan Hendrik Ellefsen tekur soleiðis saman um dystin.

Jóhan Ellingsgaard skjeyt tvey mál meðan Jóhan Hendrik og viðingurin Dánial fingu hvør sítt. Dagsins maður gjørdist eingin annar enn Sjúrður “Buffy” Petersen við 12 atkvøðum, og hann veit hvat tað merkir…

2. lið var soleiðis manna: Sjúrður, Jákup, Høgni, Jóhan Hendrik, Svenn, Jóhan, Pætur og Dánial

Kvinnuliði skuldi spæla sín fyrsta dyst leygardagin, men tíverri fekk mótstøðuliði ikki mannað lið. Tískil bíða tær eina viku afturat áðrenn tær leggja til brots.

Futsal skotið í gongd

Futsal sesongin er nú farin í gongd.
Fyrsta liðið hjá ÍF Føroyum spældi sín fyrsta dyst síðsta vikuskifti og vunnu teir einki minni enn 19-1 móti Amager FF. Í morgin spæla teir ímóti CIK í Bellahøjhøllini.

Futsal liðið hjá kvinnunum spæla sín fyrsta dyst komandi vikuskiftið tá tær taka í móti FC Udfordringen.

2. lið spældi sín fyrsta í dag. Hetta er fyrstu ferð at felagið hevur tvey mannslið í kappingini og vóru menn sera spentir upp á uppgávuna. Tað var tó ikki leingi at spenningurin vardi. Liðið kom skjótt á odda og útbygdu teir leiðsluna gjøgnum allan dystin. Endaliga úrslitið bleiv 11-1. Sambært manninum ið tók sær av klokkuni, so var dagsins detalja, tá miðverjin Jákup Sørensen (í besta Eli Hentze stíli) tók túrin fram í vinstru síðu. Hann setti tríggjar mans av og við einum knallhørðum vinstrabeinsskoti hamraði hann bóltin í kassan. Ein sannur rómur bleiv í høllini og áskoðarnir høvdu á máli, at eitt so gott mál ikki var skotið í høllini áður. Jú mín sann, tað er dugur í húsavíkinginum.

Her hevur liðformaðurin ein stuttan samandrátt av dystinum.

 

Ein góður arbeiðssigur

Eftir at hava fingið 7 út av 12 møguligum stigum í teimum 4 fyrstu dystunum var greitt, at um 2. lið ætlaði sær at spæla við í tí stuttliga endanum, kundi einki annað enn ein sigur góðtakast móti botnliðnum FB. Hetta gjørdi trenarin eisini spælarunum greitt áðrenn dystarbyrjan. Tað skuldi tó vísa seg at gerast torførari enn væntað.

 

Tá dysturin fór í gongd sást beinanvegin, at hetta fór ikki at gerast eins lætt og ætla. Tíðin vísti 35 sek, tá FB hevði fyrsta farliga skotið á mál. Tað skuldi eisini vísa seg, at hetta ikki var síðstu ferð at FB vísti tenn. ÍF Føroyar leikararnir virkaðu tungir, og vit høvðu ilt við at fáa spælið at flóta. Serliga verjuparturin sá serstakliga vánaligur og tungur út. Hóast hetta, so eyðnaðist okkum at koma á odda. Johan tekur nøkur trekk fram eftur vøllinum og leggur bóltin til Falcao, sum leggur eitt flatt innlegg inn í feltið. Bólturin fer framvið vinum og fíggindum, og endar á høgra beini hjá Danial, sum vísur at hann dugur annað enn at taka myndir. 1-0 til okkum og stór gleði. Hetta helt sær tó ikki leingi. FB fær innkast í okkara høgru síðu, og menn mettu, at vit áttu tað. Í staðin fyri at spæla víðari stendur verjan og brokkar seg. Hetta útnytta FB leikararnir til at taka eitt skjótt innkast, og so var støðan 1-1. Hetta var ikki einasti møguleiki sum verjan gav FB hendan dagin. Ein onnur samansmeltning av líknandi dimensjónum gav einum FB leikara ein fríleypara av einari aðrari verð, men tíbetur vísti Eli klassa málmandsspæl og bjargaði verjuni frá einum píniligum máli. Ein ávísur vágbingur skyldar nokk Eli eina øl ella tvær til ársveitsluna!

 

Í hálvleikinum var skeld á skránni. Lítið gott var at taka við frá fyrra hálvleiki, og menn fóru inn aftur, avgjørdir um, at nú skuldi annað skinn um bak. Tað var eisini týðuligt at síggja, at menn vóru nógv meira uppsettir til 2. hálvleik. Spælið var nógv betur, og vit fingu nógvar møguleikar. Ísakaldi klaksvíkingurin frá fyrra hálvleiki kláraði tó ikki at gera sær dælt av nøkrum stórum møguleikum, og spakuliga byrjaði FB at koma inn aftur í dystin, men tíbetur fyri okkum stóð ein sera væl upplagdur Eli fyri øllum, sum FB blakaði eftur okkum. Tá 15 min vóru eftur avgjørdi trenarin hjá ÍF Føroyum, at nú skuldi satsast. Ein javnleik kundu vit ikki brúka til nakað, so skift var frá eini 4-5-1 uppstilling til eina klassiska 4-4-2 uppstilling. Hetta gav bonus móti endanum, tá tann heiti Johan Ellingsgaard kom fríður móti málmanninum. Hann gjørdi bart og knallaði bóltin í kassan. Hettta var samstundis hansara 3 mál í 2 dystum. Restina av dystinum bardust vit fyri at halda leiðsluna, og tá dómarin eftir 52 min floytaði seinna hálvleik av, var gleðin stór. Um sigurin var uppiborin kann nokk diskuterast, men 3 stig eru 3 stig. Um dysturin skal uppsummerast í fáum orðum, so haldi eg, at navnframi Ian Holloway segði tað so væl eftir ein heldur ljótan sigur móti Chesterfield:

 

“To put it in gentleman’s terms if you’ve been out for a night and you’re looking for a young lady and you pull one, some weeks they’re good looking and some weeks they’re not the best. Our performance today would have been not the best looking bird but at least we got her in the taxi. She weren’t the best looking lady we ended up taking home but she was very pleasant and very nice, so thanks very much, let’s have a coffee”

 

Liðið varð mannað av: Eli – Edmund, B52, Jákup, Ásbjørn – John, Teitur, Emil – Danial, Falcao, Johan. Á beinkinum sótu Ásfinnur, Ingi og Brian.

Tríggir á rað..

VLI – ÍF Føroyar 0-1 (0-0)

 

Eftir eina trilvandi byrjan er nakað av vend komin í hjá 1. mansliði. Áðrenn dystin fríggjakvøldið, tá ið VLI tók ímóti á Frederiksberg Idrætspark, var úrtøkan tveir sigrar í eins nógvum royndum, og nú var farið eftir triðja sigri á rað.

 

Tað vóru annars sorgarboð, ið raktu allan føroyska fótbóltsheimin hósmorgunin, tá ið evnaríki U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariasen, á tragiskan hátt læt lív í arbeiðsvanlukku. Gunnar hevur saman við pápa sínum, Brynleifi Hansen, javnan verið á Kløvermarkini, og henda ræðuliga vanlukka rakti okkum øllum meint. Orð er fátæk í tílíkari støðu, men okkara djúpastu tankar og samkensla fara til tey avvarðandi, liðfelagar og onnur, ið stóðu Gunnari nær. Í virðing fyri Gunnari byrjaðu vit dystin við einum minutti í tøgn.

 

Sjálvur dysturin byrjaði linligani. Vit valdu at hava eitt varið útgangsstøði og dúva upp á mótálop. Ein staðfesting av, at venjingarstøðan enn ikki er til heilar dystir sum spælistýrandi og við høgum trýsti gjørdi, at vit í løtum í størri mun lótu VLI taka dirigentstokkin, meðan vit hinvegin royndu at vera ágrýtnir og ágangandi, tá ið vit vunnu bóltin í teirra uppspæli. Varna útgangsstøðið hevði tó eisini við sær, at tað vóru fáir opnir málmøguleikar í 1. hálvleiki. VLI spældi ofta langar bóltar, sum endaðu afturi hjá Mathiasi ella í besta føri fingu teir okkurt hornaspark burturúr. Hesi hornaspørk gjørdust tó sjáldan vandamikil. Vit høvdu nakrar fínar kombinatiónir, tá ið vit fangaðu teir á veg frameftir, men seinasti neyvleikin var ikki rættiliga til staðar, og uttan eitt langskot frá Hanusi, ið málverjin flott jústar til horna, høvdu vit ikki teir stóru málmøguleikarnar.

 

2. hálvleikur líktist fyrra rættiliga nógv. Gongdin var tann sama, men 20 minuttir inn í seinna hálvleik fáa vit helst besta málið higartil í hesi heysthálvuni. Avbera gott og skjótt spæl frameftir vinstru síðu hevur við sær, at Rói verður spældur púra leysur. Heldur enn at skjóta velur Rói kølið at spæla bóltin upp á tvørs til ein framstormandi Erland, ið kann seta innaru síðuna á leðurkúluna. Onkur helt eftir dystin speiskliga fyri, at nú hevði Erland brúkt sína málkvotu fyri árið. Um tað er rætt, so var tað ið hvussu er rætta løtan, tí talan var um týdningarmikið mál, ið gav okkum øll trý stigini! Tí hóast VLI royndi at oysa nakrar langar bóltar inn í brotsteigin, so stóðu vit stinnir og hildu leiðsluna til dystarenda.

 

Teir, ið mannaðu liðið, vóru: Mathias – Uni, Rani, John, Johan – Erland, Ólavur, Tummas – Dion, Steffan, Hanus. Eyka: Rói, Pætur og Sigurð.

 

Dagsins leikari gjørdist málskjúttin og matchvinnarin, Erland, við 7 atkvøðum, meðan Rani var honum næstur við 4 atkvøðum.

 

1. manslið tekur komandi leygardag kl. 15 ímóti Østebro IF á Kløvermarkini. Køvið ikki eldhugan og møtið upp og stuðlið!

 

 

1. manslið er stuðlað av Elektron. 

Nógvur roykur men eingin grind..

Caligula sum dómari, og Móður Theresa í álopinum. Ein ólík samanseting, men hetta var ikki minni enn tað, sum áskoðararnir hjá HIK vóru vitni til sunnumorgunin!

 

Tað var talan um ein undarligan dyst hjá 2. liði hendan sunnumorgun, við nógvum merkisverdum hæddarpunktum. Eitt brotsspark, sum bleiv dømt, men ikki avgreitt, ein dómara, sum tók yvir hjá Sjúrði eina løtu og valdi at skifta argjamannin út og fýra mál. Dysturin endaði við javnleiki.

 

Síggja vit tó yvir allan dystin, var 2-2 eitt rættvíst úrslit. Vóru menn eitt sindur avgjørdari í summum støðum, kundi úrslitið verið til fyrimuns fyri føroyingarnar. Innsatsurin kundi eisini verið betri í løtum av dystinum.

 

Fyrri hálvleikur

Tað gekk ein løta, áðrenn ÍF Føroyar funnu stevið. Men líðandi vaknaðu menn og komu fram eftir vøllinum og snoddaðu at møguleikum.

 

Tá ið eini fimtan minuttir vóru gingnir kom ein stórur kjansur. Endin á einum álopi var, at málið mest sum stóð tómt og klaksvíkingurin skeyt á málið. Men í síðstu løtu náddi ein mótleikari á strikuna, og onkursvegna beina bóltin burtur við høvdinum ella hondini. – Dómarin metti at hondin var brúkt og dømdi brotsspark. Heimaliðið í øðini! Brian, sum í besta Fair Play anda vildi hjálpa dómaranum, segði við dómarin, at tað ikki var brotsspark. Dómarin broytti dómin til eitt fríspark til heimaliðið í staðin. Eftirtíðin vísti, at hetta skuldi Brian ikki gjørt. Restina av dystinum fekk ÍF Føroyar bara lort upp á langskaft frá dómaranum.

 

Stutt eftir hetta løgdu HIK seg á odda. Hetta kom eftir, at teir komu ov lætt til eitt innlegg, ið varð stútað í málið. 1-0 til HIK.

 

Men tað var sum um, at tað var hetta, sum skuldi til, fyri at vekja føroysku veðrarnar.

 

Ikki langa tíð eftir fyrsta málið í dystinum, vóru klaksvíkingurin og Brian aftur upp á spæl. Klaksvíkingurin stríddist væl úti í høgru og fekk lagt bóltin út frá til Brian, sum hamraði bóltin eftir jørð í málið til 1-1. Nú byrjaði at líkjast.

 

Í byrjanini av seinna hálvleiki sá eisini gott út. Hesa løtuna kom seinna málið hjá ÍF FØ eisini. Tað kom eftir eitt ’smart’ hornaspark. Bólturin bleiv spældur stutt út til argjamannin, sum dróg eitt sindur longur út og legði inn fyri til Teit Tausen, ið var hægstur. 1-2 til útiliðið úr Føroyum.

 

Um dómarin ikki dámdi hesa støðuna, kunnu vit ikki siga fyri vist. Stutt eftir leiðsluna sá Jóhan Hendrik gult. Í hesi løtuni, hann var úti, noyddi dómarin Sjúrð at skifta argjamannin út. Dómarin segði at argjamaðurin skikkaði sær ikki pent og skuldi út eina løtu, um ikki, ja so fekk hann gult! Undarligt.

 

Í øllum hesum ruðulleikanum javnaði HIK. Hetta kom eftir eitt heldur tamið verjuspæl. Eitt innlegg og eitt høvd. 2-2, sum eisini gjørdist endaliga støðan.

 

Liðið: Líttlibeiggin – Johan Hendrik, Jákup, Jákup, Edmund – Teitur, John, Danial – Klaksvíkingurin, Argjamaðurin, Brian Hansen

Á beinkinum sótu: Danial – Ingi

Brian (tv.) skeyt fyrra málið.
Brian (tv.) skeyt fyrra málið.
Teitur
Og Teitur fekk tað seinna.

1. manslið enn ein sigur!

1. manslið hjá ÍF Føroyum var aftur í eldinum leygardagin 20. sept., og enn einaferð eydnaðist tað okkara leikarum at hála ein sigur í hús í evstu løtu av dystinum. Hesaferð var dysturin spældur á Kløvermarkini ímóti uppflytarunum FC Udfordringen, og endaði dysturin 3-2 til okkum.

 

Tað vóru ikki farnir nógvir minuttir av dystinum, áðrenn FC Udfordringen hevði lagt seg á odda, við einum góðum langskotið. Aftaná hetta bleiv ÍF Føroyar spælistýrandi, og vit høvdu bóltin stórt sæð restina av hálvleikinum. Men tað var ikki fyrrenn beint áðrenn hálvleik, at tað enduliga eydnaðist at fáa mál. Eitt horna bleiv skotið tætt innfyri málið, har Steffan setti fótin á, og bólturin endaði í málinum.

 

Í byrjanini av seinna hálvleiki helt ÍF Føroyar áfram at stýra spælinum og at spæla seg fram til góðar støður, men tað manglaði tað síðsta í, fyri at fáa eitt mál afturat. Men eftir 15 min. leggja vit okkum á odda, eitt horna verður lagt út frá til Rana, sum hegnisliga skýtur bóltin uppí handara horn.

 

Bert fáar minuttir seinni ger Mathias eitt brotsspark og fær gula kortið, sum merkir, at hann skal av vøllinum næstu 10 minuttirnar. Hanus, sum fyrr hevur víst góð málmansevnir, tók ábyrgd og fór í mál. Hanus gjørdi ikki mætari enn at bjarga skotinum frá 11 metra plettinum, ein sera góð bjarging. Nú bylgjaði spælið aftur og fram, tó uttan teir heilt stóru málmøguleikarnar. Einaferð raktu vit tó tvørstongina aftaná at Hanus, sum tá var komin út aftur at spæla, hevði roynt seg við skotið.

 

Tá tað restaði 7 minuttir av dystinum, var John so óheppin at koyra bóltin í egið mál, soleiðis at støðan gjørdist 2-2.

 

Nú máttu við fram á vøllin, og tað bleiv lagt at stórt trýst á FCU málið, og einaferð bleiv rudda vekk á sjálvari málstrikuni hjá FCU. Til alla lukku, so fingu vit til síðst avgerandi málið, tá ið Dion gjørdi gott forarbeiði og legið bóltin inn til Steffan, sum hegnisliga hælaði bóltin í málið til 3-2 J

 

Mathias – Uni, Bárður, John, Jóhan – Erland, Rani, Tummas – Dion, Steffan, Rói Eyka: Ólavur, Hanus & Sigurð.

 

Dagsins leikari gjørdist Steffan við 7 akvøðum. Hanus fekk 4 atkvøður.

Hanus Eliasen er farin í málið og bjargar brotssparkinum!
Hanus Eliasen er farin í málið og bjargar brotssparkinum!

Kærkomin sigur til 1. manslið

Fyrsta manslið hjá ÍF Føroyum spældi leygardagin á útivølli móti Hellas Bk. og endaði dysturin við einum 1-2 sigri til ÍF Føroyar.

Tað var einki serligt fótbóltsveður leygardagin, tað regnaði sera illa og grasvøllurin var tungur at spæla á, men tað sá ikki út til at ávirka leikararnar nakað serligt.

Dysturin byrjaði varliga, og tað mesta av spælinum gekk fyri seg á miðjuni og tað sást væl, at hetta vóru tvey lið, ið ikki hava fingið bestu byrjanina uppá kappingárið. Tað vóru nógvir nærdystir og fleiri feilavleveringar, men sum dysturin leið, blívu føroyingarnir meir og meir spælstýrandi. Til tíðir vísti ÍF Føroyar gott, skjótt og flótandi spæl og spældu vit okkum eisini fram til nakrar heilt góðar málmøguleikar, tó uttan at gangnýta teir. Men beint áðrenn hálvleik vísti Rókur nakrar snildir og snýtti fleiri leikarar áðrenn hann, stille og roligt, setti bóltin í kassan til 0-1. Eitt sera snilt mál.

Hellas royndi eisini at spæla seg fram til onkran møguleika, tó uttan at tað gjørdist vandamikið – ÍF Føroyar verjan stóð stinn og Mathias í málinum var tryggur, tá boð vóru eftir honum.

Í seinna háleiki var myndin hin sama, og menn stóðu nærum i kø fyri at missnýta málmøguleikar, og so hendi tað, sum vanliga hendur, tá ein ikki skorar uppá málmøguleikarnar. 7 min. vóru eftir av dystinum og Hellas, sum lítið og einki hevði at bjóða uppá í seinni hálvleiki, fær ein møguleika og teir taka av beinanvegin og so er støðan 1-1.

Nú legið ÍF Føroyar nógv fyri í eini roynd at fáa øll 3 stigini og 2 min. áðrenn tíð bragdaði. Eitt fríspark verður lyft inn í brotsteigin og við aftaru stong stendur John púra ódekkaður og hann er ísakaldur, tekur eitt trekk út frá og skorar trygt við nærmastu stong – stór frøði á monnum.

Dagsins leikari bleiv John Hammer við 7 atkvøðum og Bárður Danielsen fekk 4.

Hesir byrjaðu dystin: Mathias – Uni, John, Bárður, Jóhan – Erland, Emil, Tummas, Dion, Svenn – Rókur. Á bonkinum sótu: Rani, Sigurð & Steffan.

 

Skuffandi byrjan hjá 1. liði

Skuffandi byrjan uppá nýggja kappingarárið                

Fyrsta manslið hjá ÍF Føroyum hevur leikt 5 dystir í nýggja kappingarárinum og hevur hetta givið liðnum 4 stig. Seinastu 2 dystirnir hava verið ímóti Heimdal og Vigerslev Bk. og niðanfyri eru dystarfrásøgnir frá dystinum.

Heimdal vann tryggan sigur

Fríggjakvøldið 29. august  spældi 1. manslið hjá ÍF Føroyum ímóti Heimdal úti á Østerbro. Um sjálvan dystin er ikki nógv at skriva heim um, vit fingu ongantíð sett okkum á dystin og endaði dysturin við einum lemjandi tapi uppá 4-0.

Hesir byrjaðu dystin: Mathias – John, Kaj, Bárður – Jóhan, Ólavur, Rani, Svenn, Rói – Rókur & Steffan. Á bonkinum sótu: Sigurð, Emil & Hanus.

 

Dagsins leikari gjørdist Van Gaal við 14 atkvøðum

 

Ein skuffandi javnleikur ímóti Vigerslev Bk.

Seinni dysturin var týskvøldið 2. septembur móti Vigerslev. Undan hesum dystinum lá Vigerslev á aftasta plássi uttan nakað stig, so vónirnar vóru góðar til dystin.

 

ÍF Føroyar setti seg á dystin frá byrjan og spældi seg eisini fram til onkran kjans, tó uttan at tað bleiv heilt vandamikið. Tá eini 10 min. vóru farnir av dystinum, endaði ein verjuvilla hjá okkum við, at ein Vigerslev leikari slepp at renna seg leysan í høgru síðu og úr spískum fekk  hann skotið bóltin í málið. Hetta var fyrsti verðuligi málmøguleikin hjá Vigerslev, so tað var ikki heilt í tráð við leikgongdini at Vigerslev kom uppá 0-1. Eftir málið setti ÍF Føroyar seg enn meira á dystin, meðan Vigerslev spældi uppá kontra. Vit spældu okkum fram til fleiri málmøuleikar, men vóru ikki nóg avgjørdir framanfyri málinum.  Tá eini 10 min. vóru eftir til  hálvleiks, fingu vit eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin. Rókur tók sær av sparkinum og sera hegnisliga skeyt hann bóltin í málið til 1-1 og stórur rómur á Kløvermarkini – hendan støðan helt sær til hálvleik.

Í seinna hálvleiki var myndin hin sama, ÍF Føroyar sat á spælinum og spældu seg fram til fleiri kjansir, men tann seinasti neyvleikin manglaði og tískil endaði dysturin 1-1.

 

Hesir byrjaðu dystin: Mathias – Uni, Kaj, Bárður, Jóhan – Rani, John, Hanus, Ólavur, Rói – Rókur. Á bonkinum sótu: Svenn, Emil & Steffan.

 

Dagsins leikari gjørdist Jóhan Viderø Gunnarsson við 7 atkvøðum.10569183_10204659214340761_2081705186_n 10660790_10204659214820773_1454232624_n

Niður aftur á jørðina

1. lið spældi leygardagin móti Dragør. Eftir kærkomna sigurin týsdagin vóru vónirnar góðar, men samstundis vóru menn greiðir um, at mótstøðuliðið – ið hevði lagt væl frá landi við 6 stig í tveimum teimum fyrstu dystunum – helst var betri enn undanfarnu mótstøðulið. Og rætt var! Dragør legði høgt trýst á og við hjálp frá nógva viðvindinum løgdu teir eitt støðugt trýst oman móti málinum hjá Mathiasi. Tó so, vit royndu at koma fram til onkran málmøguleika, men tað var líkasum at síðsti neyvleikin restaði í. Longu tíðliga í 1. hálvleiki fáa Dragør hornaspark í okkara vinstru og vinstri bakkur, ið hevði fleiri vandamikil hornaspørk hendan dystin, ger ikki mætari enn at skjóta bóltin beint í netið. Enn einaferð hjálpti nógvi viðvindurin teimum væl. Hetta var sum at fáa eina kalda spann í høvdið! Gott nokk høvdu teir havt yvirvág, men málið kendist óneyðugt. Eftir hetta byrjaðu vit at koma meiri við í dystin og løtu seinni fáa vit fríspark nakað til vinstru miðskeiðis uttanfyri brotsteigarmarkið. Helst varð væntað, at frísparkið fór at verða sent inn í brotssteigin til stóru menninar Brian og Kaj, men Rókur ger ikki mætari enn at senda bóltin væl og elegant í málið til 1-1. Nú vóru vit við aftur! Men gakk. Stutt seinni gerst støðan 2-1 til Dragør. Okkara menn mettu greitt, at ein av leikarunum hjá Dragør gjørdi fríspark og hóast Rani gav dómaranum nøkur borgarlig – men tó sum altíð vælmeinandi og konstruktiv – orð við á vegnum, so læt hann seg ikki vika. Hálvleiksstøðan var 2-1

 

Menn fóru við góðum treysti út til seinna hálvleik. Mótvindur var blivin til viðvind og líkindini at fáa okkara spæl at koyra vóru harvið bøtt munandi. Men tað gongur ikki altíð sum ætlað. Tað var sum um at strævni 1. hálvleikur hevði tikið luftina úr monnum, og tí slapp Dragør framhaldandi at hava tað mesta av spælinum. Nakað mitt í 2. hálvleiki hendir so tað, ið ikki má henda. Í mótálopi verður teirra áleypari spældur leysur aftur um okkara verju og skjýtur bóltin í málið til 3-1. Hetta var nærum mønustingurin. Hóast hetta skapa vit sporadiskar málmøguleikar, men tíverri er tað einki, ið endar við máli og endaliga úrslitið gerst tískil 3-1 til Dragør. Eingin ivi var um, at betra venjingarstøðan hjá mótstøðuliðnum var ein av høvuðsorsøkunum til tapið, men tíbetur er hetta nakað, ið vit fáa bøtt um komandi tíðina, so tað fer helst at síggja heilt gott út, tá ið menn koma í betri venjingarstøðu. Næsti dystur hjá 1. liði verður longu komandi fríggjadag á útivølli móti Heimdal.

 

Dagsins leikarar gjørdust Rókur og Ólavur, ið fingu 4 atkvøður hvør. Næstir teimum vóru Jóhan og John ið fingu 2 og Bárður og Kaj, ið atkvøddu fyri sær sjálvum (ella hvørjum øðrum) 😉

 

Byrjanarlið: Mathias – Bárður, John, Kaj, Jóhan – Rani, Ólavur, Rókur – Rói, Brian, Hanus

Eykamenn: Emil, Svenn og Ásbjørn

 

10617738_10204818958899720_1460588522_n 10572777_10204818958939721_1229055733_n 10596181_10204818958979722_412409260_n 10609125_10204818958859719_1878839312_n 10603152_10204818958819718_560671169_n 10488872_10204818958539711_2066818950_n 10614021_10204818958379707_664357562_n 10602790_10204818958459709_578357456_n 10621098_10204818958579712_414888928_n 10589756_10204818958499710_803637607_n 10637744_10204818958419708_12313010_n 10603042_10204818958299705_2132100716_n 10270007_10204818958219703_850322337_n 10588805_10204818958259704_1828525240_n 10588911_10204818958339706_927802172_n

Kvinnurnar fingu ringa byrjan

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum høvdu eitt sera gott kappingarár í fjør, tá ið tær fluttu upp. Í dag var fyrsti dystur í nýggju deildini, og tær fingu seg orduliga royndar. Tíanverri taptu tær 6-0.

 

Kvinnurnar hava ikki vant nakað serligt undan fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum, og ja, tað sást eisini. Orkuna høvdu tær ikki til ein heilan dyst. Mótstøðuliðið harafturímóti var fult í orku. – Tað var ið hvussu er ein brikkur í spælinum, sum gjørdi at tapið gjørdist so stórt í vavi.

 

Men tað er ikki í fyrsta umfarinum, at eitt lið skal toppa. So hetta er eingin skandala. Kvinnurnar hava júst fingið ein nýggjan venjara og venjingin fer eisini í gongd nú og væntandi fer hetta at hjálpa upp á ringu byrjanina.

 

Ein myndamaður var á staðnum og tók myndir. Tær síggjast niðanfyri:

10621933_10204818951899545_1667293955_n 10615682_10204818951659539_37870451_n 10592557_10204818952019548_717163477_n 10617299_10204818951699540_928286556_n 10620932_10204818951779542_631028070_n 10603038_10204818951619538_661886015_n 10637820_10204818951939546_1739002189_n 10621082_10204818951859544_546141787_n 10615944_10204818951739541_1578968318_n 10643383_10204818952179552_105084512_n 10603157_10204818952219553_1934670929_n 10589909_10204818952299555_696285364_n 10637955_10204818952339556_332371197_n 10609125_10204818952459559_1034853517_n 10614046_10204818952419558_1024323495_n 10622188_10204818952379557_1765042860_n 10621130_10204818952059549_1002864459_n

BREAKING NEWS: Nýggjur kvinnuvenjari settur

Annika Godtfred er sett í starv sum nýggjur venjari hjá kvinnuliði felagsins, sum í ár skal royna seg í Kvinnuseriu Eystur. Annika hevur drúgvar royndir úr føroysku landskappingini umboðandi HB og hevur í 107 dystum skorað 64 mál. Umframt royndir úr føroyskum fótbólti hevur Annika roynt seg í donskum fótbólti, síðani hon í 2002 flutti til Keypmannahavnar at útbúgva seg. Hetta er fyrstu ferð at Annika roynir seg sum venjara og vit í ÍF Føroyum síggja nógv fram til samstarvið og gleða okkum til eitt spennandi kappingarár við stórum og spennandi avbjóðingum.

Vinarliga

Nevndin

Nýggi kvinnuvenjarin, Annika Godtfred, og varðaformaður í ÍF Føroyum, Ólavur S. í Ólavsstovu, eftir at sáttmálin er undirskrivaður.
Nýggi kvinnuvenjarin, Annika Godtfred, og varðaformaður í ÍF Føroyum, Ólavur S. í Ólavsstovu, vælnøgd eftir at sáttmálin er undirskrivaður.

So rullar bólturin aftur á Kløvermarkini

Týskvøldið leikti 1. lið sín næsta dyst í nýggja kappingarárinum. Fyrsti dysturin varð leiktur seinasta leygardag, og bleiv úrslitið 4-2 til Nørrebro United í einum dysti, har okkara lið ikki heilt rakti dagin. Tí máttu aðrir bollar í suppuna týskvøldið, tá grannarnir KFB stóðu fyri tørni, og sigast má, at okkara leikarar vóru klárir frá dystarbyrjan. Frá fyrsta bríksli settu vit okkum á dystin, og við til tíðir sera góðum spæli skaptu vit eisini onkrar kjansir, tó uttan at fáa mál. Hálvleiksstøðan var tískil 0-0.

Seinni hálvleikur helt áfram eins og fyrri við, at vit høvdu bóltin meira. Vit komu fram til onkrar hálvar málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Tó so, KFB høvdu eisini onkur innlegg og okkurt langskot, men saman við Mathias tók verjan sær av hesum.

Sum dysturin leið væntaðu nokk tey flestu, at dysturin mundi fara at enda 0-0. Men Sigurð vildi tað øðrvísi. Tá klokkan hevði rundað teir 89 minuttirnar fangar Mathias eitt innlegg. Við sínum ”falke-blikki” sær hann Sigurð longur frammi á vøllinum, og við einari frálíkari sending sendir hann Sigurð avstað. Sigurð fær fatur á bóltinum júst frammanvert miðstrikuna og setur ferð á. Komin fram at málinum eitt sindur til høgru, leggur hann hegnisliga bóltin yvir í handaru síðu á málinum. 1-0 til ÍF Føroyar og øll Kløvermarkin á gosi. Kanska hetta er at taka ov rívan til, men vit vóru í øllum førum fegnir. Og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð nakrar minuttir seinni, vóru 3 stig komin í hús.

Næsti dystur verður komandi leygardag á Kløvermarkini kl. 15.00 ímóti Dragør Bk.

Dagsins maður hendan dystin bleiv Rókur við 7 atkvøðum. Honum á baki komu Ólavur og Bárður við ávikavist 4 og 3 atkvøðum. Leggjast kann afturat, at Rókur eisini bleiv dagsins maður seinasta dyst.

Liðið: Mathias – Rani, Bárður, Kaj, Ásbjørn – Hanus, Ólavur, Svenn, Rói – Rókur, Brian

Eyka: Teitur, Sigurð, Helgi

Dagsins maður gjørdist Rókur
Dagsins maður gjørdist Rókur