Byrjaðu væl, men endaðu illa

 

Leygardagin 16. apríl kl. 11 var dystur millum ÍF Føroyar kvinnurnar og KFUM í Emdrup. Fótbóltslíkindini vóru góð, men føroyska liðið var eitt sindur skert. Føroysku kvinnurnar løgdu út við fínum fótbótsspæli. Emdrup hevði tó trýstið tað mesta av tíðini, men føroyska liðið vardi væl, og Emdrup kom ikki til teir stóru málmøguleikarnar. Tíðliga í fyrra hálvleiki skoraði Sára Samuelsen til 1-0 til okkara kvinnur. Hon fekk bóltin á miðjuni, vendi sær og fór sjálv rekandi fram eftir vøllinum. Hon royndi seg við einum skoti langt úti frá og málmaðurin megnaði ikki at halda bóltinum, og bólturin fór í málið. Beint áðrenn fyrri hálvleikur var lokin, megnaðu KFUM-kvinnurnar eftir horna at javna.

 

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, tá KFUM tvær ferðir fekk bóltin í málið til 3-1. Hetta tók av álvara luftina úr ballónini hjá føroysku kvinnunum, og tær fullu langt aftur á vøllin. KFUM høvdu trýstið tað mesta av tíðini, sum eftir var. Áðrenn dysturin varð lokin, skoraði KFUM til endaligu støðuna 4-1. Føroysku kvinnurnar fóru sera vónbrotnar heim. Tær spældu ein fínan fyrra hálvleik, men seinni hálvleikur var sera skuffandi.

 

Føroysku kvinnurnar taptu sín fyrsta dyst

Sunnudagin, 10 apríl, spældu kvinnurnar sín fyrsta árliga landskappingardyst á heimavølli. Tað var Østerbro sum kom á vitjan á Kløvermarkini. Veðrið var av tí allar fagrasta og umstøðurnar fínar.

Sum teimum flestu kunnugt, er fyrsti dystur í kappingarárinum ofta rótutur og spælið ikki av tí allar besta, tá fleiri nýggir leikarar ofta koma til og summir fella frá. Soleiðis var eisini við hesum dystinum. Kvinnurnar hava fingið sera nógvar nýggjar leikarar hetta kappingarárið, og tað kann ein sjálvandi bert frøast yvir.

Føroysku kvinnurnar løgdu varliga út við at liggja heldur defensivt. Fyrri hálvleikur var sera rótutur og spælið hjá báðum liðunum koyrdi sera illa, og tað var nógv gýpparí, har bólturin bara skuldi burtur úr okkara hálvu. Men hóast Østerbro hevði bóltin meir í fyrra hálvleiki, komu tær ikki til nakran mál møguleika, har føroysku kvinnurnar hinvegin fingu fleiri góðar málmøguleikar, men vóru ov óneyvar. Liðini fóru til hálvleik uttan nakað mál, 0-0.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Østerbro koma til sín fyrsta møguleika í dystinum við einari langari sending niðan í vinstru síðu og har eitt innlegg síðani kemur. Men skotið fór við síðurnar av okkara máli. Lítla løtu seinni eydnast tað teimum, við júst sama uppspæli, at leggja seg á odda til 0-1.

Føroysku kvinnurnar verða nú meir offensivar og pressa tær tætt uppi í verjuni. Kempað og runnið varð eftir hvørjum bólti, og vit koma til fleiri møguleikar av tí sama, bæði heilt stórar og smærri, men bólturin vil ikki inn í málið. Dysturin endar 0-1 til Østerbro.

Eitt sera keðuligt tap, tá vit høvdu so nógvar málmøguleikar og kempaðu so væl og Østerbro vóru sum heild ófarligar .

Dagsins leikari bleiv Ása Klakstein, sum spældi ein branddyst og kempaði væl mitt á miðjuni allan dystin.

 

Næstu dysturin hjá føroysku kvinnunum er longu leygardagin, 16.apríl, kl. 11.00 móti KFUM á útivølli.

Kanónin hjá Kaj á muni

Leygardagur 9. apríl – Jægersborg BK vs. ÍF Føroyar II: 1-2 (0-0)

1-0: Jægersborg

1-1: Jóhan Petur (Ingi S.)

1-2: Kaj

Uppstilling:

Mathias

Bárður – Kaj – Svenn – Jóhannus

Pætur (c) – Ingi S.

Dánial – Óli – Dion

Johan

Bonkurin: Sigurð, Jóhan Petur, Ingi P.

 

Aftaná eina langa og góða pre-sesong, so var tað ein svangur og klárur hópur, ið fór at vitja Jægersborg. Liðið hevur ein greiðan málsetning um at stríðast við í oddinum í ár, og tískil var tað sera umráðandi at leggja út við einum sigri. Tíverri var tað ein ræðuligur grasvøllur, ið bíðaði í Gentofte, og hetta setti eisini sín keðiliga dám á dystin.

Tað var sera torført at spæla fótbólt á vøllinum, og hetta gjørdi, at talan bleiv um ein ikki serliga vakran dyst. Í fyrra hálvleiki vóru nógvar langar avleveringar frá báðum liðum, serliga í byrjanini. Sum hálvleikurin fór fram, so royndu okkara menn tó at spæla meira fótbólt og blivu tað betra liðið, men heimaliðið stóð gott og stríddist væl. Hetta gjørdi, at har var fáir málmøguleikar í fyrra hálvleiki.

Tann størsti (og næstan einasti) var longu innanfyri fyrstu 5 min, tá ið Dion driblaði seg til baklinjuna og legði bóltin inn til Johan, men har kom ein donsk stóratá fyri í evstu løtu. Johan fekk faktisk bóltin í málið miðskeiðis í hálvleikinum til stóra frøi fyri útiliðið, men tað bleiv tíverri kolldømt fyri off-side í uppspælinum. Dion og Ingi S. høvdu eisini hvør sína skotroynd, men har komu verjuleikarar fyri. Teirra málmaður bleiv sostatt ikki testaður, men tað bleiv Mathias brádliga í hinum endanum. Jægersborg komu fram til ein málmøguleika, sum var hampuliga stórur, men Mathias bjargaði trygt og gott.

Í hálvleikinum bleiv formatiónin á miðjuni broytt og hetta gjørdi, at føroyska spælið bleiv meira beinleiðis og vandamikið. Tíverri høvdu teir offensivu leikararnir truplar sømdir á vøllinum. Hetta sást, tá ið Óli bleiv spældur púra leysur av Johan, men noyddist at brúka so nógvar berøringar og tíð, at hann bleiv takklaður, áðrenn hann fekk skot uppá mál. Løtu seinni bleiv teirra málmaður so endiliga testaður, aftaná Dion royndi seg við langskoti. Faktiskt sá tað út sum, at tað bleiv mál og fleiri (ið hvussu er Bárður og venjarin) náddu at jubla, áðrenn málmaðurin júst fekk fingrarnar á bóltin út til hornaspark.

Mathias vildi tó ikki standa aftanfyri og stóð fyri einari kanónbjarging, tá ið ein hjá teimum rakti bóltin perfekt og hamraði til frá brotsteiginum av, sera vakurt og sterkt reagerað. Tíverri var onki at gera fáar minuttir seinni, tá ið ein teirra beint uttanfyri brotsteigin skýtur eitt lágt skot, sum rakar stongina og akkurát sníkjir seg inn hinumegna til 0-1.

Lukkutíð svaraði ÍF Føroyar skjótt aftur. Aftaná at hava havt kollektivar trupulleikar í 70 minuttir við at fáa fult tamarhald á bóltin, so vísti Jóhan Petur brádliga, at tað var ikki verri enn so. Ingi S. fær bóltin við brotsteigarmarkið og leggur bóltin út til Jóhan Petur, sum hegnisliga setur innarasíðuna á fyrstu ferð og leggur bóltin trygt í málið til 1-1, sera týdningarmikið og vakurt.

Ongin ivi var um, at ÍF Føroyar ikki vóru nøgdir við bert at fáa eina stigið, so teir fóru eisini eftir sigrinum. Dion var vandamiklasti leikarin gjøgnum allan dystin, og hann hevði fleiri góð langskot, ið tíverri ikki góvu mál. Men tað gjørdi onki, tí 83 minuttir inni í ársins kapping, tá syrgdi Kaj fyri, at tað ikki verður lætt hjá nøkrum øðrum at vinna hvørki Ársins Mál ella Ársins Detalju í ár: Kaj er við miðlinjuna fyrstur á bóltin aftaná langt útspark frá Jægersborg, soleiðis, at bólturin fer trillandi út av miðsirkulin á teirra hálvu. Líka sum við tiltiknu Howitzer kanónini ”Big Bertha” hjá týskarum á sinni, so sá man, at her bleiv lagt an til buldur og brak. 100 kg. av føroyskum gróti fer í fullari ferð ímóti bóltinum, og Kaj ger ikki mætari enn at bomba til frá uml. 45 metrum av, og hetta var málmaðurin als ikki klárur uppá, tí hann kundi bert til fánýtis tveita seg og samstundis hyggja eftir bóltinum fara syngjandi í netið til 2-1 – til óendaliga stóra gleði hjá føroysku monnunum. Sigursmálið var skotið. Seinastu minuttirnar bleiv sigurin koyrdur trygt heim.

Fyri at taka stutt samanum, so spældu verjuleikararnir ein sera góðan dyst, meðan teir offensivu høvdu tað meira trupult á vánaliga vøllinum. Teir royndu tó sum frægast, kempaðu og høvdu til tíðir eisini fínt spæl. Tað var ein strævin og trupul dystur, men tað skal ikki vera nakar ivi í, at ÍF Føroyar vunnu dystin uppiborið og kunnu hyggja frameftir við góðum treysti til næsta dyst.

Dagsins Leikari: Svenn fekk 3 atkvøður fyri ein sera góðan dyst í miðverjuni, men eisini her var tað Kaj, ið stjól yvirskriftirnar. Fyriuttan dreymamálið, so var Kaj eisini sera sterkur í miðverjuni allan dystin, og hetta gav honum heili 10 atkvøður.

 

Dagsins Detalja: Dómarin var sera spesiellur og fekk eisini gjørt vart við seg uppá fleiri (tragi)komiskar mátar. Her kann m.a. nevnast at ístaðinfyri fríspark til Pætur og gult kort til mótsøðuleikaran, so valdi hann at døma dómarakast. Tað var eisini áhugavert, tá ið hann mitt í dystinum valdi at geva Jóhannus undirvísing innanfyri anatomi og vísa hvar ryggur, øksl, nakki og armar eru á mannakroppinum. Stuttligt var tað eisini, at síggja dómaran og Dion kombinera seg frameftir, har teir báðir gjørdu dupulta 1-2 kombinatión, men tíverri rakti tann síðsta avlevering frá dómaranum ikki. Nevnast kann eisini bjargingina hjá Mathias og málið hjá Jóhan Petur, men har er kortini onki ið av álvara kann hótta málið hjá Kaj og jublisenuna eftirfylgjandi. Tað kundi sæð út sum, at Kaj royndi at sleppa sær úr troyggjuni, men tá ið hetta ikki lukkaðist, so valdi hann at tveita seg flatan á vøllin, og tað tók ikki nógv sekund áðrenn ein stórur bunki av ovurfegnum monnum lógu á Kaj. Himmalska lukkuligi venjarin slapp ikki inn á vøllin, men var so ágrýtin eftir at sleppa at mussa málhetjuna at tankarnar hjá Kaj helst eru farnir aftur til hansara tíð undir Mella. Av sonnum ein stórfingin og vøkur løta undir sólini í Gentofte.

Venjingardystir 2016 hjá 2. liði

                                    Vinardystir 2016                           

Leygardag 30/1 – ÍF Føroyar vs. Christiania: 5-1 (3xCHJ, Øssur, Emil)

Rani

Jákup S – Bárður – Teitur – Thomas

Uni – Erland – Emil – Hanus

Øssur – CHJ

Bonkurin: Mathias

                                                                                   

Leygardag 20/2 – Rødgaard XI vs. CHJ XI: 5-3 (3xKristin, Óli, Sigurð – 2xØssur, Johan)

Uppstilling:

Rani

Ingi S – Bárður D – Reidar – Ragnar

Heine – Emil – Joseph

Óli – Bogi – Kristin

Bonkurin: Høgni, Jákup S, Ingi P, Sigurð

                                                                                   

Leygardag 5/3 – ÍF Føroyar II vs. FC Nyhavn: 6-1 (Óli, Atli, Bogi, CHJ, Ragnar, Bárður)

Uppstilling:

Mathias

Bárður – Kaj – Svenn – Ragnar

Pætur – Ólavur

Óli – Bogi – Atli

CHJ

Bonkurin: Jóhannus, Joseph, Jákup T

                                                                                   

Sunnudag 13/3 – ÍF Føroyar II vs. Arctos: 8-1 (2xReidar, Niels, Høgni, Dion, Johan, Danial, Sigurð)

Uppstilling:

Heini

Jan – Teitur – Jákup S – Høgni

Dion – Ragnar

Ingi P – Johan – Kristin

Reidar

Bonkurin: Jógvan, Sámal, Sigurð, Danial, Niels

                                                                                   

Fríggjadag 18/3 – ÍF Føroyar II vs. CIK: 4-2 (2xDanial, Reidar, Jóhannus)

Uppstilling:

Heini

Ásbjørn – Kaj – Jákup S – Jóhannus

Svenn – Øssur

Danial – Jóhan Petur – Sigurð

Reidar

Bonkurin: Sámal, Thomas, Jákup T, Bárður

                                                                                   

Leygardag 19/3 – ÍF Føroyar vs. Hekla: 8-0 (2xJósup, 2xSteffan, 2xKristin, 2xDion)

Uppstilling:

Rani

Hanus – Teitur – Petur Pauli – Pætur

Erland – Ólavur

Tummas – Heine – Kristin

Steffan

Bonkurin: Mathias, Reidar, Jóhan, Dion, Jósup

                                                                                   

Leygardag 1/4 – ÍF Føroyar II vs. Sundby: 3-0 (Jósup, Danial, Sigurð)

Uppstilling:

Heini

Bárður – Svenn – Bartal – Ragnar

Pætur – Emil

Danial – Johan – Ingi S

Jósup

Bonkurin: Mathias, Thomas, Joseph, Sigurð

                                                                                   

Nýggjar venjingartíðir á grasi

Vant verður á Kløvermarken á Kløvermarksvej 25, 2300 København S.

Nú farið verður út á gras at leika, eru harvið eisini nýggjar venjingartíðir.
Menn:

Týsdag kl. 17:00 – 18:30

Hósdag kl. 18:00 – 19:30

Vant verður á vølli 5.

Skiftingarrúm nr. 25.

Kvinnur:

Týsdag kl. 18:00 – 19:30

Hósdag kl. 17:00 – 18:30

Vant verður á vølli 5.

Skiftingarrúm nr. 38.

 

Heitt verður á tey, sum ikki hava goldið limagjald, um at fáa tað gjørt umgangandi, um tit framvegis eru áhugað í at venja við og leika dystir.

Eisini verður viðmælt at fáa yvirført leikaraloyvi skjótast gjørligt við at skriva ein meyl til Ásfinnur.

Køvið ikki eldhugan!

Limagjald 2016

So er tíðin komin til, at allir leikandi limir felagsins skulu gjalda limagjald. Samlaða upphæddin fyri báðar hálvurnar er 900 krónur. Til ber at gjalda í tveimum umførum og harvið gjalda ávikavist

550 krónur fyri várhálvuna

350 krónur fyri heysthálvuna

 

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport:

Rita inn á holdsport og fylg vegleiðingini um, hvussu limagjaldið verður goldið.

2. Heimabanka:

Flyt peningin á kontuna hjá ÍF Føroyum. Kontonummarið er: (reg. 3361) 314.813.120.1

Viðmerk navn og ár.

 

Freistin at gjalda limagjald er 20. mars 2016. Hevur ein ikki goldið limagjald áðrenn kappingin byrjar, verður leikarin útihýstur frá venjing og dysti; viðkomandi verður tí ikki úttikin til dystirnar. Tí vil sitandi nevnd heita á tykkum øll at gjalda skjótast gjørligt og fáa tað yvirstaðið nú, tá SU og løn júst er komið á kontuna.

 

Gott kappingarár!

Køv ikki eldhugan!

Nevndin

Leikarin á bonkinum – Teitur Tausen

Venjingarnar á Kløvermarkini eru byrjaðar, og fólk eru so smátt byrjað at fáa gongd í beinini aftur. Hetta krevur eisini, at vit fáa enn ein leikara á bonkin. Hesaferð er tað eingin annar enn 1.95 metur høgi porkenningurin Teitur Tausen, ið stendur fyri skotum. Teitur býr, sum flestu føroyingar, undir lestri í Keypmannahavn, á Oyrasundskollegiinum og lesur politik og administratión á RUC i gerandisdegnum. Teitur hevur spælt við VB/Sumba, sum seinni skifti navn til FC Suðuroy, so ein kann siga, at hann hevur verið mikið trúgvur móti sínum barndómsfelagi.

 

Spurnarblað – leikarin á bonkinum:

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:

– Puha… Stórur, seinur og snildur.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

– Tíverri, men eg plagi at innheinta tað forsømda í vikuskiftunum.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

– Hægri limagjald.

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?

– Uttan iva Hans Jacob Hjelm, Ryskidalur. Hetta er bara ein sangur, sum øll eiga at duga uttanat.

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?

– Vaska skinnarar?!

Besti leikari tú hevur leikt við?

– Eg havi verið heppin og spælt við nógvum góðum leikarum, men eg haldi at Pól Thorsteinsson er tann besti, eg havi spælt saman við. Heini Vatnsdal, Christian Høgni Jacobsen og Rókur av Fløtum Jespersen eru eisini góð boð. Høgni Hansen er eisini forbiðið góður.

Besta ÍF Føroyar ball?

– Torført at taka eitt úr rúgvuni, men ársveitslurnar hava allar verið góðar. Eisini minnist eg væl eitt ball á kollegienum, sum Bergur Midjord búði í fyrr. Uttan at siga ov nógv, kann eg siga, at det var sjovt 😉

Hvat er ein góður kossur?

– Teir frá Elisabeth eru ræðuliga góðir 😉

Besta minnið av Kløvermarkini?

– Eg havi enn ikki upplivað at flyta upp, so tað er ringt at velja eina serliga hending. Av onkrari orsøk síggi eg tó andlitið á Sjúrði Petersen fyri mær, nú eg skal leita tað besta minnið fram.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?

– Uha… Steffan Kalsø hevur eina solida og passaliga stóra reyv, so eg haldi hann fær heiðurin.

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?

– Sjálvt um samanhaldið millum leikarar er gott, haldi eg avgjørt, at tað er pláss fyri betringum. Fleiri sosial tiltøk kundu møguliga bøtt um støðuna. Og so sjálvandi klassikarin – fleiri dystir á graslíki.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

– Tað er óiva eisini hetta samanhaldið. Fyri ein porkenning sum meg, er eisini sera stuttligt at síggja hvussu aðrir føroyingar (norðingar) liva. 😉

Hvat er tað besta skoritriksi?

– Eitt smíl er nokk altíð ein góð byrjan 😉

Hvør ÍF Føroyar leikari er besti tummari?

– Nú gangi eg út frá, at eg ikki kann velja meg sjálvan, so eg má velja stórbóndan úr Vági, Rana N. Johannessen. (Til tey sum hava hug at kanna hetta nærri, finst ein mynd av Rana á facebook, har tað týðiliga sæst, hvussu góð evnir drongurin hevur, tá tað snýr seg um seyð.)

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?

– Tann fyrsta var góð 😉

Hvat er eitt tað mest flovisliga, sum hendi tær í summarferiuni?

– Sikken ein spurningur… Her má eg melda pass.

Hvør syngur best á tínum liði?

– Eg. 😉

Hvørji ritualir (vanar) hevur tú á dystardegi?

– Uttan at avsløra ov nógv, plagi eg at eta ein góðan morgunmat og annars bara royna at slappa av sum fragast.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

– Nú fekk eg endiliga høvi at reypa eitt sindur 😉 … Sum 17 ára gamal var eg so mikið heldigur, at eg slapp at royndarvenja við Brøndby, sum sjálvandi var eitt stórt upplivilsi. Annars skoraði eg eisini í mínum fyrsta dysti í bestu deildini, sum eisini var sera skeg.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

– Hvat er besta uppliving tú hevur havt við Niels Strøm Rødgaard?

Samanumtøka av árinum, ið fór

Aðalfundur varð í kvøld hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum. Eini 15 limir vóru møttir at hoyra, hvussu gingist var felagnum seinasta árið.

Árið 2015 var væntað at geva undirskot, men av tí, at eitt tiltak við Jens Marna í Føroyahúsinum gav yvirskot, varð fíggjarliga støðan í 2015 betur enn væntað. Haraftrat hevur felagið nakrar trúgvar stuðlar, ið betra væl um fíggjarligu støðuna. Inntøkurnar koma tó í høvuðsheitinum frá limagjøldum; hesi vóru í fjør 65 í tali.

Viðvíkjandi nevnarlimum bleiv á aðalfundinum kunngjørt, at ein broyting verður framd í 2016 – Høgni Hansen valdi nevnliga at taka seg úr nevndini. Nevndin vil hervið nýta høvi at takka Høgna fyri gott samstarv og drúgva tænastu í felagnum. Eisini verður ynskt honum blíðan byrð framyvir. Maður kemur í mans stað; Pætur Jørgensen er nýggjur limur nevnd felagsins. Vit ynskja honum vælkomnum, og vit gleða okkum til gott samstarv.

Nevndin er framvegis mannað av 7 limum: Ólavur S. í Ólavsstovu, Malan á Dunga, Brian Hansen, Helena D. Wardum, Lív E. Olsen, Ásfinnur Sigvardsen, væntar á myndini, og Pætur Jørgensen.

Stuðlar hjá ÍF Føroyum fyri kappingarárið 2015 vóru hesir:

Høvuðsstuðul:

– Bank Nordik

Aðrir stuðlar:

– Smyril Line

– Trygd

– Varðin Pelagic

Aðalfundur 2016

Til allar limir í ÍF Føroyum.

Kallað verður til aðalfund í ÍF Føroyum týskvøldið 9. februar kl. 19. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, 2300 København S.

Skrá

Sambært viðtøkum felagsins eru fylgjandi punkt á skránni:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara.

 

  1. Formansfrágreiðing.

 

  1. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

 

  1. Framløga av fíggjarætlan.

 

  1. Góðkenning av limagjøldum.

 

  1. Val av aðalnevnd og deildarnevndum.

 

  1. Val av roknskapargrannskoðara.

 

  1. Innkomin mál.

 

 

Innkomin mál skulu verða felagnum í hendi seinast eina viku áðrenn fundin, tvs. týsdagin 2. februar og skulu sendast til nevnd@fotboltur.fo ella nevnd@hondboltur.dk.

Vinarliga

ÍF Føroyar

Leikarin á bonkinum: Simona Heinesen

Hesaferð er leikarin á bonkinum havnadaman og málkvinnan Simona Heinesen. Hon byrjaði sum heilt ung at leika fótbólt í HB og flutti síðan út á Argir nøkur ár eftir, har hon varð til hon flutti niður til Danmørk at lesa. Dagliga lesur Simona til pædagog.

 

Lýs teg sjálva sum fótbóltspælara við 3 orðum:
Góð 1 vs 1, sterk í luft spælinum og heldur illsint

 

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Nei, tað hendur tíverri sjálvdan. Um eg klári 7+ tímar onkra nátt er tað fantastiskt.

 

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Nú havi eg spælt í ÍF Føroyum í tvey ár og havi aldrin sæð nakrar lutaseðlar… Men heilt klárt hægri limagjald.

 

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?
Eg lurti ikki so nógv eftir tónleiki, men ein sangur sum altíð fær meg í gott humør er Argjasangurin ”Kvøða til heimbygdina” við Maluni Thomsen.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Teir vaskaði eg í síðstu viku.

 

Besti leikari tú hevur leikt við?
Eg havi spælt saman við nógvum sera góðum leikarum og er tað ringt at velja eina burturúr. Men um eg skal nevna onkra við navni eru Halltóra Joensen og Elin Kathrina Thomsen tveir leikarir, sum man var glaður um at vera á lið saman við og ikki øvugt. Tær kundu altíð koma við onkrum serligum, bæði til venjing og í dysti.

 

Besta ÍF Føroyar ball?
Eg havi tíverri ikki veri við til so nógv ÍF Føroyar ball, men SummerAhoyDown var eitt stuttligt og hugnaligt kvøld.

 

Besta minnið av Kløvermarkini?

Eg havi nógv góð minnir av Kløvermarkini bæði venjingar og dystir. Ein dystur eg minnist serliga væl var tá vit vunnu móti Østerbro eftir, at tær komu framum beint eftir steðgin, ofta fara vit lætt niður við høvdinum, men hendan dystin vístu vit góðan fightara vilja og komu sterkt aftur og vunnu 3-1.

 

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Í strømmu shortinum til dyst, er ringt at velja eina fram um aðra 😉

 

Hvat kundi veri betri í ÍF Føroyum?
Dugi ikki at seta fingurin á nakað, sum kundi veri betri í felagnum.

 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Heilt klárt samanhaldið og tað sociala.

 

Hvat er besta skoritriksi?
Tað er ringt at siga.. Enn hevur einki rigga, sum nakar hevur prøvað við meg J

 

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?
Eg var ikki til ársveitsluna…

 

Hvørji ritualir (vanar) hevur tú á dystardegi?
Av onkrari grund koyri eg altíð høgra málmanshandska á fyrst. Men fyrr hevði eg tað til vana at spæla í einari fastari troyggju undir spælitroyggjuni, hevði eina trúgv uppá, at eg spældi betri tá eg var í henni.

 

Hvat skula vit spyrja næsta leikara?
Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Eitt nýtt ár farið av bakkastokki

Eitt nýtt ár er okkum um hendi, sum eisini vil siga, at eitt nýtt fótbóltsár er við at fara av bakkastokki. Vit, venjarar og nevnd, vilja ynskja øllum limunum í felagnum eitt gott nýggjár, og vónandi eru øll komin væl inn í tað nýggja árið. Vit gleða okkum at byrja venjingina aftur og vóna at síggja nógv nýggj sum gomul andlit í komandi ári.

Byrjað verður mikukvøldið 20. januar kl.19.00 í búrinum á Kløvermarkini.

 

Venjingarnar á graslíki verða:

Mánadag kl.17.30-19.00

Mikudag kl.19-20.30

 

Meldið tykkum til venjing á holdsport.

Keðilig futsal byrjan hjá kvinnunum

Leygardagin spældu kvinnurnar fyrsta futsal dystin í nýggja kappingarárinum. Kvinnurnar møttu GVI í Valby høllini. Kvinnurnar vóru væl mannaðar til dystin. Nevnast kann, at fýra av leikaranum høvdu ikki roynt at leikt ein futsal dyst fyrr, og av somu orsøk, høvdu tvær ikki tikið skinnarar við, ”tí teir brúkar man ikki innandura”. Tá so okkara skiftu út, mátti skinnarar eisini skifta bein, og hetta tók eitt sindur av tíð hvørja ferð, so kvinnurnar spældu ein minni fleiri skift av dystinum. Hetta sást tó ikki aftur, tí tær, sum vóru eftir á vøllinum, kempaðu eyka hart.
GVI var omaná stóran part av dystinum, men kortini komu vit fram um 0-1 tíðliga í dystinum, eftir gott skot frá Sunnevu. GVI svaraði skjótt aftur, umvegis hondina á einum leikara ferð bólturin í mál. Okkara kvinnur royna at mótmæla til dómaran, men málið stendur við 1-1. GVI hevur bóltin meir og beint fyri hálvleik blívur 2-1 eftir eitt gott skot úti frá.
Í seinna hálvleiki royndu okkara at fáa útjavnandi málið, men tíverri fyri okkum fáa tær eitt mál móti dystar enda og vinna 3-1.
Liðið: Bjørt, Durita, Gunvá, Barbara, Sunneva, Lív og Simona.
Kvinnurnar spæla aftur sunnudagin 22. nov ímóti Amager FF í Valby høllini.