Útskifting av nevndarlimum

Á ársins aðalfundi, sum varð hildin í kvøld 14. februar í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum, varð millum annað rokniskapur fyri árið ið fór, framlagdur. Sunneva fortaldi um, hvussu árið er gingist, hvat hevur verið gott, og hvat hevur verið minni gott.
Harafturat var gjørd ein útskifting í nevnd felagsins. Helena D. Wardum, sum hevur verið limur í nevndini trý tey seinastu árini hevur valgt at fara frá, meðan Elsa Splidt og Jónfríð Hansen eru komnar til. Vit takka Helenu fyri gott samstarv og ynskja Elsu og Jónfríð vælkomnum í nevndina við vón um gott samstarv.

Í nærmastu framtíð verður nevndarfundur, har nevndin fer at skipa seg av nýggjum.

Køv ikki eldhugan

Nevndin

Aðalfundur 2018

Ársins aðalfundur felagsins verður hildin mikukvøldið 14. februar kl.19.30 í festlokalinum á Oyrasundi. Hetta er beint eftir venjing hjá bæði kvinnunum og monnunum og tí er upplagt at koma ein túr á Oyrasundskollegiið til ein bita av kaku ella ein kaffi-/temunn.

Er nøkur eldsál, sum situr og brennir fyri at koma í nevndina, er at koma á fundin og stilla upp. Ein av okkara nevndarlimum gevst í ár, og tí eru nøkur pláss opin.

Vit í nevndini gleða okkum at síggja so nógv av tykkum sum gjørligt.

Køv ikki eldhugan!

Nevndin

Nýggjur sáttmáli undirskrivaður

Nevndin kann við gleði kunngera, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við 2. liðsvenjaran Andras Jákupsson. Andras hevur gjørt eitt megnararbeiði í felagnum og hevur verið við at lyfta felagið, ta tíðina hann hevur verið venjari. Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv.

Køv ikki eldhugan!

Nýggjur 2. liðsvenjari

Vit eru sera spent at kunngera, at vit nú hava undirskrivað sáttmála við nýggjan 2.liðs venjari. Nýggi venjarin hjá 2.liði er Andras Jákupsson. Andras hevur fyrrverandi royndir venjari, og nevndin gleðir seg sera nógv til gott samstarv.

Køv ikki eldhugan!

Nevndin hevur skipað seg av nýggjum

Stór útskifting hevur verið hjá nevndini í ár. Fýra nevndarlimir eru farnir frá, Ólavur í Ólavsstovu, Malan á Dunga, Asfinnur Sigvardsen og Lív E. Olsen, og 2 nýggir nevndarlimir eru komnir til, Heðin L. Olsen og Kristianna Balle.

Í vikuni hevur nýggja nevndin hjá ÍF Føroyum havt sín fyrsta nevndarfund, har millum annað varð avgjørt, hvussu nevndin skal skipast. Tær ymisku uppgávurnar vórðu deildar út soleiðis:

Formaður: Sunneva T. Magnussen

Næstformaður og PR: Helena D. Wardum

Kassameistari: Pætur Jørgensen

Útstýr: Heðin L. Olsen

Leikaraloyvi: Kristianna Balle

Venjingartíðir í vetur

So er nýggja fótbóltsárið so smátt við at vera farið í gongd, og øll lið felagsins eru byrjað at venja aftur á Kløvermarkini. Felagið eigur graslíkisvallirnar mánadagar, mikudagar og fríggjadagar, har venjarar í felag við leikarar áseta venjingartíðirnar meira nágreiniliga. Til tey ið enn ikki hava verið til venjing, síggjast venjingartíðirnar niðanfyri. Vit gleðast um at síggja, at nógv longu eru byrjað at møta upp og vilja fegin síggja enn fleiri, bæði nýggjar sum gamlar limir – øll eru vælkomin!

 

Venjingartíðir:

Menn:

Mánadag kl. 17.30
Mikudag kl. 20.30
Fríggjadag kl. 17.30

Venjarin hjá 1. liðnum, Niels, hevur boðað frá, at fríggjakvøldsvenjingin er ein meira hugnalig venjing í mun til hinar báðar dagarnar. Hetta halda vit vera eitt gott hugskot, og ein upplagdur møguleiki fyri nýggjar limir at koma og royna seg, og eisini núverandi limir, ið eru áhugaðir í at spæla og venja fótbólt til stuttleika.

 

Kvinnur:

Mánadag 17.30
Mikudag 20.30

 

Køv ikki eldhugan!

Aðalfundur 2017

Mánadagin 13. februar verður árligi aðalfundurin hjá ÍF Føroyum avhildin. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum kl.20.00

Av tí, at fýra av nevndarlimunum hjá ÍF Føroyar fótbólti leggja frá sær í ár, vilja vit heita á tey, sum hugsa seg hava ein lítlan nevndarlim goymdan í búkinum, at koma til fundin og stilla upp til val av nevndarlimum. Hetta hevði glett okkum stórvegis.

Vit síggjast!

 

Skrá

Sambært viðtøkum felagsins eru fylgjandi punkt á skránni:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara.
  2. Formansfrágreiðing.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
  4. Framløga av fíggjarætlan.
  5. Góðkenning av limagjøldum.
  6. Val av aðalnevnd og deildarnevndum.
  7. Val av roknskapargrannskoðara.
  8. Innkomin mál.

Innkomin mál skulu verða felagnum í hendi seinast eina viku áðrenn fundin, tvs. týsdagin 2. februar og skulu sendast til nevnd@fotboltur.fo ella nevnd@hondboltur.dk.

Vinarliga

ÍF Føroyar nevndin

Leikarin á bonkinum – Christian Høgni Jacobsen

Hendan mánaðin hava vit valt at gera eina jólaútgávu av ‘Leikarin á bonkinum’. Leikarin hesuferð er Christian Høgni Jacobsen. Christian Høgni hevur verið leikandi venjari hjá 1. liði og hevur loyst ta uppgávuna framúr væl. Til ársveitsluna, sum varð hildin í novembur í ár, varð kunngjørt, at Christian Høgni ikki ætlar sær at leika næsta ár. Tí hildu vit, at tað var upplagt, sum eitt farvæl, at hann skuldi sleppa at fortelja eitt sindur um seg sjálvan, og um, hvussu hann heldur jól. Hann varð biðin um at senda eina mynd av sær sjálvum við nissuhúgvu, men avtí at hann ikki átti eina sovorðna, var hann kreativur og teknaði eina á sjálvur – so er man í jólahýri. Vit vilja takk Christian Høgna fyri gott samstarv og bera honum alla góða eydnu framyvir.

 

Hvat ynskir tú tær í jólagávu?
Alt møguligt tú, eitt nú eina I-phone 7, Solospring, fitbit charge 2, VR Box, Fótbóltsferð, Boxershorts, GoPro action camera, Blazer, Elektriska tannbust og tí nýggjastu B68 blusuna.  

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
36, maður, áleypari 😉

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Uha!! Eg haldi tað, eg fari sum oftast tíðliga ísong.

Hevur tú nakrar traditiónir jólaaftan? Hvørjar?
Ja har eru fleiri, eitt nú kirkju, vitja grøvuna hjá babba, jóladøgurað, jólamann osv.

Nær vaskaði tú tínar skinnarar seinast?
Havi ongantíð vaska skinnarnar!

Besti leikari tú hevur leikt við?
Jens Martin Knudsen. Hann hevur bara alt sum, eitt lið hevur brúk fyri og so er hann eisini fantastiskur at læra frá sær.

Yndis jólasangur?
Nissumamma og nissupápi’ & ’Fairytale of New York’

Besta ÍF Føroyar ball?
Tey hava øll verið góð.

Hvat er ein góður kossur?
Ein sum gevur meinning

Hevði tú verið ein nissa, hevði tú so verið ein frek ella fitt ein?
Man ikki eg hevði verið ein fitt nissa og eitt pinkalítið sindur frek eisini.

Besta minnið av Kløvermarkini?
Åhh har hava verið nógv góð minnir og eg komi heilt avgjørt at sakna løturnar á Kløvermarkini. Eg havi møtt nógvum góðum fólki og tað eru tey minnini, ið tey hava givið mær, sum eg takið við mær víðari.

Hvar skalt tú halda jól í ár?
Tað verður í Saltangará, heima hjá mammu og heima hjá sviger.

Yndis jólafilmur?
Home Alone filmarnir eru deiliga familjusligir og stuttligir.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Har er einki at yvast í; Bárður Danilsen og tað ringasta er, at hann veit tað so forb… væl sjálvur!!

Hvussu hevur tú tað við kava? Kemur hann ongantíð ov tíðliga, ella skal hann bara koma 24. decembur?
Kavi er veldigur og må gjarna liggja nakrar vikur, men tá fótbóltsvenjingarnar byrja aftur, tá skal kavin eisini vera vekk.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Samanhaldi og Rødgaard

Bleytan ella harðan pakka?
Bleytan

Rísingreyt ella ris a la mande?
Ris a la mande má tað vera J

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?
Fulham vs NSÍ í 2011 Craven Cottage. Tað var ein heilt serligur dystur, at vera liðformaður og leiga liðið hjá sær út til stórsta dystin í søgu felagsins. Annars hvør tann einasta av mínum 50 landsdystum, hava eisini verið heilt serligir.

Besta jólagávan tú nakrantíð hevur fingið?
Havi just fingið eina dóttir her, eina viku áðrenn jól og størri gávu kann man ikki fáa.

Hvat er besta uppliving tú hevur havt við Niels Strøm Rødgaard? Ein keður seg ongantíð í selskapi við Rødgaard og allar løturnar eru góðar, so man kann ikki takað eina burturúr. Maðurin er bara ein uppliving allur sum hann er.

Hvat er tað allabesta við jólunum?
Tað er at vera saman við familjuni, tað er bara ein heilt serlig tíð.

Lýs Tórður Hentze við einum orðið?
FONGUR

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara á bonkinum? Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjlad?

Nýggj stuðulsavtala gjørd við Smyril Line

Síðan 2013 hevur Smyril Line verið stuðul hjá felagnum. Nú er nýggj stuðulsavtala gjørd, ið er galdandi árini 2017 og 2018.

Avtalan inniber millum annað, at logo’ið hjá Smyril Line verður prentað á nýggju leikaraklæðini hjá 2. liði.

Vit eru glað fyri nýggju avtaluna og gleða okkum til at halda á fram við samstarvinum.

So byrjar innandurafótbóltur aftur

So verður aftur byrjað uppá innandurafótbólt. Aftur í ár verður spælt í innandurahøllini í DGI-byen mikukvøld frá 21-23. Húsið stongist tó kl.23, so um man ætlar sær í bað, verður mælt til, at man leggur sær hetta í geyma.

Venjingarnar byrja mikukvøld 9. novembur, og kvinnurnar eiga fyrstu venjingina. Hareftir verður koyrt soleiðis, at kvinnurnar venja triðju hvørja ferð.

Niðanfyri síggjast venjingarnar í vetur:

9. novembur: kvinnur

16. novembur: menn

23. novembur: menn

30. novembur: kvinnur

7. desembur: menn

14. desembur: menn

21. desembur: kvinnur

28. desembur: menn

4. januar: menn

11. januar: kvinnur

18. januar: menn

25. januar: menn

1. feburar: kvinnur

8. februar: menn

15. februar: menn