Sunnudagin 12. juni spældu kvinnurnar enn ein spennandi og avgerandi dyst. 3 teir seinastu dystirnar hjá kvinnunum, áðrenn summarferiuna skulu nevnliga vinnast, um tað skal eydnast okkum at halda seg uppi í Københavnarseriuni.
Vanløse IF høvdu vunnu 3 av sínum seinastu dystum, so gentur vóru kanska eitt sindur nervøsar, men tó var lagið sum altíð gott.
Okkara kvinnur komu væl frá byrjan og høvdu ein stóran part av spælinum. Kempaðu ótrúliga væl, og spælið var eisini gott. Umleið 20 minuttir inni í dystinum, eftir ein óhepnan verjufeil, endar bólturin beint fyri føturnar á einari hjá VIF, sum fer frí ímóti málinum og skorar til 1-0. Stemningurin á liðinum var ikki, sum hann plagdi, tá kvinnurnar koma afturum. Vit vistu, at vit skuldu nokk klára tað, og at vit vóru betur enn so – vit fóru ikki niður við høvdinum! Hetta gav eisini ’pote’, tí stutt aftaná, eftir gott spæl úr verjuni upp á miðjuna, spæla Rakul, Ása og Marjun seg ígjøgnum verjuna hjá VIF, og Marjun endar við at smekka bóltin uppum málmannin í mál – støðan er nú 1-1! Spenningurin er hásæti! Bríkslað verður til hálvleik, har vit verða mataðar við einari av teimum fantastiska uppgearandi talunum hjá Tórður.
Seinni hálvleikur er øgiliga rótutur, og VIF hava fleiri álop enn í fyrra hálvleiki. Ein orsøk til hetta er møguliga, tí tær byrja at spæla øgiliga offensivt við eini 4 áleyparum liggjandi á verjuni, pluss at bakkarnir eru væl við í álopsspælinum. Tað ger at verjuparturin var nakað pressaður, og vit eru kanska eitt sindur heldigar í summum av støðunum. Men tað er ikki bert held sum skuldi til. Vit vistu, at skuldu vit klára at skora, vinna og harvið halda okkum í deildini, máttu vit upp at pressa tær í álopspartinum. Vit hava spælt nógv við høgum pressi í ár, og hóast tað ikki sæst á úrslitunum, hevur tað riggað væl og givið okkum betur úrslit, enn vit annars kundu fingið. Í tí at ein á mótstøðuliðnum spælir inn til teirra málmannin, leggur Rakul press á hana, og vinnur bóltin, áðrenn málmaðurin nær at sparka bóltin út og leggur bóltin trygt í netið – 2-1!! Nú skuldi tað bara haldast! Hesin parturin var nokk tann ringasti og harðasti av øllum dystinum. Tær leggja press á okkum, og vit taldu bara niður til tíðin var farin – og tað føldist sum long tíð. Men tær megnaðu ikki at niðurleggja okkum, og støðan endaði við, at okkara kvinnur vunnu dystin 2-1.
Nú er ein dystur eftir, og hann verður spældur fríggjadagin 17. juni kl.18.30 á Kløvermarkini. Kvinnurnar hava brúk fyri allari hjálp at vinna dystin, og tann besta hjálpin er góðir áskoðarar. So komið og stuðlið kvinnunum og hjálpið teimum at verða verandi í Kjøpenhavnarseriuni; tað hevði verið øgiliga deiligt at sæð nógv fólk, so vit kunnu vísa, at vit standa saman!
Køv ikki eldhugan!