Tveir dystir á skránni hetta vikuskifti

Heðin L. Olsen saman við Finnur Justinussen, sum er nýggjur í ÍF Føroyum hópinum og sum verður at síggja á vøllinum leygardagin

Tveir dystir eru á skránni hjá ÍF Føroyum hetta vikuskift. Hjá 1. liðnum hjá ÍF Føroyum er hetta triði dysturin hesa kappingarhálvuna, meðan talan er um ársins fyrsta dyst hjá triðja liðnum.

Leygardagin 6/4 spælir 1. lið á Kløvermarkini ímóti FB. Dysturin byrjar kl.14:00

Sunnudagin 7/4 spælir 3. lið á Jens Jessens vej ímóti FB 6. Dysturin byrjar kl.15:15.

Til ber at fylgja við dystinum leygardagin á Facebooksíðuni hjá ÍF Føroyum, har rapportararnir varpa beinleiðis frá dystinum.

Køv ikki eldhugan!