Svingandi úrslit hjá 1. liði

1. liðið hjá monnum hava spælt 5 dystir síðani seinastu dystarfrásøgn, og hava tað veri eitt sindur svingandi úrslit.

ÍF Føroyar – CSC 1-1
Eftir dystin ímóti Østerbro IF spældi ÍF Føroyar á heimavøllin ímóti CSC og endaði tann dysturin 1-1. Føroyska málið skoraði Chr. Høgni og í stuttum kann sigast, at dysturin var javnur, og at úrslitið var í tráð við leikgongdina.

 

Liðið: Mathias – Bárður, Ovi, Oddur, Uni – Erland, Emil – Rói, Tummas, Hanus – Chr. Høgni.
Á bonkinum: Svenn, Teitur & Jóhan Petur.

 

Tårnby FF – ÍF Føroyar 3-2
Hetta var ein av keðiligu dystinum hjá 1. liðnum. Vit vóru framman fyri 0-2 í hálvleikinum, og høvdu vit gott tak á dystinum. Tá seinni hálvleikur byrjaði, var spælið eins og í fyrra hálvleiki, og ÍF Føroyar trýsti fyri at fáa triðja málið. Tí var tað eitt sindur ímóti leikgongdini, at Tårnby FF burturúr ongum koppaði alt á høvdið og skoraði 2 mál uppá 4 min. Og løtu seinni skoraðu teir til endaliga úrsliti 3-2 til Tårnby FF. Málini hjá ÍF Føroyum skoraðu Chr. Høgni og Hanus Eliasen.

 

Liðið: Mathias – Bárður, Ovi, Rasmus, Jóhan – Erland, Tummas – Hanus, Rókur, Chr. Høgni – Oddur.
Á bonkinum: Rói, Emil & Uni.

ÍF Føroyar – KFB 5-1
Hendan dystin vann ÍF Føroyar fult uppiborið 5-1, og kundi sigurin verið uppaftur størri. ÍF Føroyar stýrdi dystinum frá byrjan til enda, og tað sást aftur í spælinum, at hetta var botnliðið, ið vit spældu ímóti. KFB hevði snøgt sagt einki at bjóða uppá, og málini hjá ÍF Føroyum skoraðu Chr. Høgni (2), Rani D. Christiansen, Tummas Justinussen og Oddur Højgaard.

 

Liðið: Mathias – Bárður, Ovi, Rasmus, Jóhan – Erland, Rani, Tummas, Emil – Chr. Høgni, Jósup.
Á bonkinum: Rói, Oddur & Teitur.

 

 

Bk. Hellas – ÍF Føroyar 5-0
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá ÍF Føroyar skuldi møta toppliðinum á útivølli, men spenningurin bleiv ongantíð so stórur sum væntað var. Føroyingarnir gjørdu bart og vunnu heili 5-0 á topplinum Bk. Hellas, sum ongantíð slapp at seta sín dám á dystin. Føroysku málini skoraðu Johan Ellingsgaard (2), Chr. Høgni, Hanus Eliasen og Rasmus Nolsøe.

 

Liðið: Mathias – Uni, Ásfinnur, Oddur, Jóhan – Rói, John, Tummas, Hanus – Chr. Høgni, Johan.
Á bonkinum: Rasmus & Svenn.

 

ÍF Føroyar – Vigerslev Bk. 2-2
Dysturin endaði 2-2 millum ÍF Føroyar og Vigerslev Bk., sum var spældur leygardagin 19. Okt. á Kløvermarkini. ÍF Føroyar byrjaði dystin betur og vóru spælstýrandi allan fyrra hálvleik, men vit fingu einki burturúr øllum kjansunum. Fleiri ferðir spældu vit okkum ígjøgnum, men inn vildi bólturin ikki. Og sum so ofta fyrr, tá eitt lið ikki skorar uppá sínar kjansir, so skorar mótstøðuliðið. Vigerslev skoraði til 0-1 beint áðrenn hálvleik, sum eisini var teirra fyrsti kjansur í dystinum.

 

Í seinna hálvleiki helt ÍF Føroyar fram við at skapa kjansir, og tá 20 min. vóru farnir gav trýstið enduliga úrslit. Uni R. Petersen skoraði, eftir at hann vann bóltin av málmanninum, sum var komin heldur langt út úr málinum.

 

Men hendan dagin vóru leikarnir hjá Vigerslev bara meira effektivir enn teir føroysku leikarnir, tí stutta løtu eftir at ÍF Føroyar hevði javnað, skoraði Vigerslev aftur. Hesaferð eftir, at føroyingarnir ikki fingu ruddað bóltin burtur úr egnum felti, og endin var, at ein Vigerslev leikari slapp til skot, og bólturin sat í netinum. 10 min. seinni svaraði ÍF Føroyar aftur, eftir at Ovi sendi Chr. Høgna avstað og einsamallur við málverjan, skoraði framherjin trygt til endaliga støðuna 2-2.

 

Hetta úrslitið hevði við sær, at í verandi støðu liggur ÍF Føroyar á einum 7. plássi í seriu 1. Tað eru 5 stig upp til uppflytingar plássini, sum má vera málið hjá Føroyska liðinum.

 

Liðið: Mathias – Uni, Ásfinnur, Oddur, Jóhan – Bárður, Erland, Tummas, Hanus – Chr. Høgni, Johan.
Á bonkinum: Ovi & Danial.

 

/(Christian Høgni Jacobsen)