Stórsigur í steypadysti

NFC-ÍF Føroyar 0-11 (0-7)

 

Eftir at gongdin í landskappingini seinastu tíðin hevur verið heldur misjøvn var upplagt høvi at venda gongdini, tá ið steypadystur var á skránni í gjár. Mótstøðuliðið hesuferð var NFC úr Seriu 5, so útlitini til ein trivaligan sigur vóru avgjørt til staðar. Og lat okkum gera tað greitt beinanvegin: har var eingin slingur í valsinum! Í so máta var mótstøðan alt ov veik og frá fyrsta minutti skolaðu álopini oman móti málinum hjá NFC, og longu eftir 5 min var støðan 0-2 til okkara. Hálvleiksstøðan var 0-7. Gongdin í seinna hálvleiki var áleið tann sama sum í fyrra, men í mun til 1. hálvleik gekk heldur striltið at fáa gongd á aftur málskjótingina. Eftir at nakrar skiftingar vóru gjørdar kom endiliga hol á aftur og gjørdist endaliga úrslitið 0-11. Eitt úrslit, ið sagtans kundi verið væl størri, um vit vóru nakað neyvari frammanfyri málinum. Málskjúttar vóru Ólavur og Rókur ið fingu hattrick, Steffan og Dánial ið skutu tvey hvør og Hanus ið fekk eitt mál. 1. lið spælir aftur leygardagin og samstundis sum Medina rokkar inni í Kongens Have bjóða vit Østerbro IF vælkomnum á Kløvermarkini og so er bara at vóna, at stórsigurin hevur givið neyðuga sjálvsálitið til at venda gongdini seinastu landskappingardystirnar.

Teir ið mannaðu liðið vóru: Mathias – Pætur, Oddur, John, Jóhan – Erland, Ólavur, Rókur – Hanus, Steffan, Tummas. Á bonkinum byrjaðu Christian Høgni og Dánial.

Elektron stuðlar 1. liði