So fer bólturin aftur á rull

Eftir ein summarsteðg uppá eini 7 vikur byrjar nú enn eitt kappingarár hjá liðunum hjá ÍF Føroyum.

1. lið hjá monnunum hava longu leikt teirra fyrsta dyst. Hesin var á útivølli ímóti Jægersborg Bk. leygardagin og endaði við einum 5-4 sigri til okkara menn. Eisini hevur 7. mansliðið leikt sín fyrsta dyst hesa hálvuna, ið endaði við einum 5-3 sigri.

Tríggir dystir eru á skránni hesa vikuna.

1. lið hjá monnunum spæla í dag, 20. august á heimavølli ímóti Bk. Hellas. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.18:45.

Hósdagin 22. august spælir 2. lið á heimavølli ímóti ØKF 2. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.18:45. Hetta er samstundis fyrsti dysturin hjá Fróða Ludvíg sum venjara hjá ÍF Føroyum.

Leygardagin 24. august spælir 7. mansliðið á útivølli ímóti Sundby Bk. Dysturin verður leiktur í Sundby/Kløvermarkini og byrjar kl.10:00.

Køv ikki eldhugan!