Í regninum leygardagin 17. oktobur leiktu okkara kvinnur móti FC Damsø heima á Kløvermarkini og máttu av vøllinum við einum 0-3 tapi. Damsø var betur hendan dagin og var sigurin tí fult uppiborin.
Kvinnurnar fingu ikki ta bestu byrjanina; í skiftirúminum fingu tær boðini um, at eitt avboð var komið um morgunin vegna sjúku. Hetta førdi við sær, at kvinnurnar ongan útskiftara høvdu. Sagt verður, at maður kemur í mans stað, og henda morgunin upplivdu kvinnurnar, at kvinna kemur í kvinnu stað. Alt fór at ringja runt, og hetta hevði við sær, at tær til síðst vóru tvær eyka.
Dysturin var bert 5 minuttir gamal, tá Damsø fær fyrsta málið. Eftir fríspark í høgru síðu fara tvær av okkara upp eftir sama bólti og órógva hvørja aðra soleiðis, at hvørgin rakar bóltin – ein hjá teimum kemur at standa frí og skorar til 0-1.
Kvinnurnar royndu sítt besta at koma til málroyndir, men á váta undirlagnum bar einki til og kvinnurnar fingu ongantíð spælið at koyra. Okkara høvdu nakrar farligar stikningar, men málmaðurin hjá teimum var vakin og kom gott út. Hjá Damsø sá alt út til at rigga og eftir gott uppspæl í teirra høgru síðu kemur ein flatur bóltur innfyri og við einari kaldari innarasíðu blivur tað til 0-2 stutt áðrenn hálvleik.
Eftir nøkur álvarsom orð frá venjaranum í hálvleikinum, fóru okkara kvinnur inn aftur á vøllin uppsettar uppá at fáa nøkur mál. Spælið byrjaði at koyra betur og kvinnurnar komu eisini til onkran møguleika, men einki mál. Móti dystarenda satsa okkara offensivt, og kostaði tað í hinum endanum; tær fáa enn eitt mál og vinna uppiborið 0-3.
Kvinnurnar spæla aftur leygardagin, tá oddaliðið frá AB Tårnby kemur á vitjan á Kløvermarkini.
Liðið: Simona, Helena J, Helena W, Marjun, Lív, Sára, Monika, Steintóra, Sanna, Silja, Sunneva (Elin og Malan)
Venjari: Tórður
Dagsins leikari bleiv Simona