Fríggjadagin 16 mai. Spældu ÍF Føroyar kvinnur sín næst seinasta dyst áðrenn summarsteðgin. Á ein av teimum bestu vøllunum á Kløvermarkini, tóku okkara kvinnur ímóti botnliðinum Amager FF.
Dysturin skuldi sjálvsagt vinnast og dysturin hevði eisini stóran týdning fyri kvinnurnar av tí at leygardagin skuldi árligi oyrasundsterassugrillparty, summershakedown, verða.
Amager FF høvdu einans eitt stig á kontoini áðrenn dystin, og ÍF Føroyar ætlaðu ikki at lata tær fáa nakað stig heim við. Men stutt eftir at dysturin er settur ígongd leggja genturnar úr Amager FF seg á odda 0-1. Hendan støðan heldur sær til hálvleikin, og ÍF Føroyar kvinnurnar fara sera ónøgdar út til steðgin.
At siga at “onki riggaði” er passandi til hendan dystin. Vit fingu ongantíð spælið at koyra og vóru ikki nóg ágrýtnar. Kanska dysturin frá týsdegnum sat í beinunum og at summarball-outfittið til leygardagin í høvdinum. Hóast hetta, so fingu kvinnurnar vent dystinum. Eftir tveimum deyðbóltstøðum fingu Monika og Eir pressað bóltin í netið. Tað var ikki pent hendan dagin, men kvinnurnar gjørdu sína skyldu.
Hesar byrjaðu inni: Simona, Lív, Eir, Gunvá, Helena W, Mia, Súsanna, Monika, Elin, Bjørg og Jacoba. Eyka og innskiftar: Steintóra og Sanna. Dagsins leikari gjørdist enn einaferð Bjørg við 4 stemmum og næst kom Gunvá við trimum.
Síðsti dysturin hjá Kvinnunum er á útivølli í Tårnby sunnudagin 25 mai kl. 13.30.