Glostrup/Albertslund BGA – ÍF Føroyar.Eftir ætlan átti 1. lið ongan vinardyst hetta vikuskiftið (15. mars), men fríggjadag fingu vit ein fyrispurning frá Danmarksseriuliðnum úr Glostrup/Albertslund BGA, har millum annað Brian Andersen og Solberg eru tilknýttir 1. liðinum. Brian, sum nú er venjari, var eitt skifti á Toftum og spældi við B68, og Solberg, sum enn spælir, hevur umboðað bæði VB/Sumba og ÍF. Hóast knappa fyrireikingartíð so vóru 12 mans tøkir uttanfyri Øresundskollegiið tíðliga leygarmorgunin kl.09. Tó hevði ein spælandi nevndarlimur trupulleikar við at koma út undan dýnuni, men eisini hann var klárur, tá dómarin floytaði dystin í gongd í Glostrup. Dysturin varð leiktur mitt í tí, sum danskararnir kallaðu storm, sum her í Danmark fekk navnið “Carl”. Hetta var tó ikki nakað, sum føroyingarnir merktu nakað serligt til, og heldur ikki ávirkaði hesin “Carl” spælið nakað serligt. Fyrri hálvleikur gekk javnt fyri seg; vit vóru sindur meiri á bóltinum enn BGA, men uttan at nakrir vandamiklir møguleikar spurdust burturúr. Hinvegin høvdu BGA einar 2.-3. góðar málkjansir á ÍF Føroyar málið, millum annað eitt skot á stongina.
Í seinna hálvleiki setti venjarin Christan Høgni høvdið í blot og valdi at gera justeringar á liðinum. Hetta vísti seg at hjálpa og ikki gekk long tíð til ÍF Føroyar hevði lagt seg framum 1-0 við máli av Hanusi. Sum heild vóru ÍF Føroyar vandamiklari í seinna hálvleiki, meðan BGA vóru heldur tannleysir, har Carl var fragasti hjá teimum, ei heldur komu BGA fram til nakran nevniverdan møguleika. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Steffan til 2-0 eftir uppspæl úr høgru síðu. 3-0 málið kom stutt fyri dystarenda. Hesuferð var Christian Høgni málskjútti eftir at Dion rak framvið verjuni í vinstru síðu. Samanumtikið kann sigast at hetta var ein flottur 3-0 sigur hjá ÍF Føroyum á BGA, sum dagliga leika í Danmarkseriuni, ið er tvær deildir hægri enn seria 1, har ið ÍF Føroyar leika.
Teir ið mannaðu liðið vóru: Mathias – Bárður, Oddur, Rasmus, Jóhan – Tummas, Ólavur – Rói, Chr. Høgni, Dion – Steffan. Eyka: Dagsins høvundur, Hanus.