Nýggjur venjari til 2.liðið

Ingi Sørensen er í summar fluttur heim aftur til Føroyar og hevur lagt frá sær sum venjari hjá 2.liðnum. Vit vilja takka Inga fyri gott samstarv og ynskja honum alt tað besta.

Komin í hansara stað er Gestur Bogason Dam og saman við núverandi venjara, Eilif Magnusson Arge, fara teir at taka sær av 2.liðnum. Gestur er royndur leikari og hevur verið í felagnum í fleiri ár. Vit takka Gesti fyri at hava tikið av avbjóðingini og gleða okkum til kappingarárið.

Køv ikki eldhugan!