Caligula sum dómari, og Móður Theresa í álopinum. Ein ólík samanseting, men hetta var ikki minni enn tað, sum áskoðararnir hjá HIK vóru vitni til sunnumorgunin!
Tað var talan um ein undarligan dyst hjá 2. liði hendan sunnumorgun, við nógvum merkisverdum hæddarpunktum. Eitt brotsspark, sum bleiv dømt, men ikki avgreitt, ein dómara, sum tók yvir hjá Sjúrði eina løtu og valdi at skifta argjamannin út og fýra mál. Dysturin endaði við javnleiki.
Síggja vit tó yvir allan dystin, var 2-2 eitt rættvíst úrslit. Vóru menn eitt sindur avgjørdari í summum støðum, kundi úrslitið verið til fyrimuns fyri føroyingarnar. Innsatsurin kundi eisini verið betri í løtum av dystinum.
Fyrri hálvleikur
Tað gekk ein løta, áðrenn ÍF Føroyar funnu stevið. Men líðandi vaknaðu menn og komu fram eftir vøllinum og snoddaðu at møguleikum.
Tá ið eini fimtan minuttir vóru gingnir kom ein stórur kjansur. Endin á einum álopi var, at málið mest sum stóð tómt og klaksvíkingurin skeyt á málið. Men í síðstu løtu náddi ein mótleikari á strikuna, og onkursvegna beina bóltin burtur við høvdinum ella hondini. – Dómarin metti at hondin var brúkt og dømdi brotsspark. Heimaliðið í øðini! Brian, sum í besta Fair Play anda vildi hjálpa dómaranum, segði við dómarin, at tað ikki var brotsspark. Dómarin broytti dómin til eitt fríspark til heimaliðið í staðin. Eftirtíðin vísti, at hetta skuldi Brian ikki gjørt. Restina av dystinum fekk ÍF Føroyar bara lort upp á langskaft frá dómaranum.
Stutt eftir hetta løgdu HIK seg á odda. Hetta kom eftir, at teir komu ov lætt til eitt innlegg, ið varð stútað í málið. 1-0 til HIK.
Men tað var sum um, at tað var hetta, sum skuldi til, fyri at vekja føroysku veðrarnar.
Ikki langa tíð eftir fyrsta málið í dystinum, vóru klaksvíkingurin og Brian aftur upp á spæl. Klaksvíkingurin stríddist væl úti í høgru og fekk lagt bóltin út frá til Brian, sum hamraði bóltin eftir jørð í málið til 1-1. Nú byrjaði at líkjast.
Í byrjanini av seinna hálvleiki sá eisini gott út. Hesa løtuna kom seinna málið hjá ÍF FØ eisini. Tað kom eftir eitt ’smart’ hornaspark. Bólturin bleiv spældur stutt út til argjamannin, sum dróg eitt sindur longur út og legði inn fyri til Teit Tausen, ið var hægstur. 1-2 til útiliðið úr Føroyum.
Um dómarin ikki dámdi hesa støðuna, kunnu vit ikki siga fyri vist. Stutt eftir leiðsluna sá Jóhan Hendrik gult. Í hesi løtuni, hann var úti, noyddi dómarin Sjúrð at skifta argjamannin út. Dómarin segði at argjamaðurin skikkaði sær ikki pent og skuldi út eina løtu, um ikki, ja so fekk hann gult! Undarligt.
Í øllum hesum ruðulleikanum javnaði HIK. Hetta kom eftir eitt heldur tamið verjuspæl. Eitt innlegg og eitt høvd. 2-2, sum eisini gjørdist endaliga støðan.
Liðið: Líttlibeiggin – Johan Hendrik, Jákup, Jákup, Edmund – Teitur, John, Danial – Klaksvíkingurin, Argjamaðurin, Brian Hansen
Á beinkinum sótu: Danial – Ingi