1. lið spældi leygardagin móti Dragør. Eftir kærkomna sigurin týsdagin vóru vónirnar góðar, men samstundis vóru menn greiðir um, at mótstøðuliðið – ið hevði lagt væl frá landi við 6 stig í tveimum teimum fyrstu dystunum – helst var betri enn undanfarnu mótstøðulið. Og rætt var! Dragør legði høgt trýst á og við hjálp frá nógva viðvindinum løgdu teir eitt støðugt trýst oman móti málinum hjá Mathiasi. Tó so, vit royndu at koma fram til onkran málmøguleika, men tað var líkasum at síðsti neyvleikin restaði í. Longu tíðliga í 1. hálvleiki fáa Dragør hornaspark í okkara vinstru og vinstri bakkur, ið hevði fleiri vandamikil hornaspørk hendan dystin, ger ikki mætari enn at skjóta bóltin beint í netið. Enn einaferð hjálpti nógvi viðvindurin teimum væl. Hetta var sum at fáa eina kalda spann í høvdið! Gott nokk høvdu teir havt yvirvág, men málið kendist óneyðugt. Eftir hetta byrjaðu vit at koma meiri við í dystin og løtu seinni fáa vit fríspark nakað til vinstru miðskeiðis uttanfyri brotsteigarmarkið. Helst varð væntað, at frísparkið fór at verða sent inn í brotssteigin til stóru menninar Brian og Kaj, men Rókur ger ikki mætari enn at senda bóltin væl og elegant í málið til 1-1. Nú vóru vit við aftur! Men gakk. Stutt seinni gerst støðan 2-1 til Dragør. Okkara menn mettu greitt, at ein av leikarunum hjá Dragør gjørdi fríspark og hóast Rani gav dómaranum nøkur borgarlig – men tó sum altíð vælmeinandi og konstruktiv – orð við á vegnum, so læt hann seg ikki vika. Hálvleiksstøðan var 2-1
Menn fóru við góðum treysti út til seinna hálvleik. Mótvindur var blivin til viðvind og líkindini at fáa okkara spæl at koyra vóru harvið bøtt munandi. Men tað gongur ikki altíð sum ætlað. Tað var sum um at strævni 1. hálvleikur hevði tikið luftina úr monnum, og tí slapp Dragør framhaldandi at hava tað mesta av spælinum. Nakað mitt í 2. hálvleiki hendir so tað, ið ikki má henda. Í mótálopi verður teirra áleypari spældur leysur aftur um okkara verju og skjýtur bóltin í málið til 3-1. Hetta var nærum mønustingurin. Hóast hetta skapa vit sporadiskar málmøguleikar, men tíverri er tað einki, ið endar við máli og endaliga úrslitið gerst tískil 3-1 til Dragør. Eingin ivi var um, at betra venjingarstøðan hjá mótstøðuliðnum var ein av høvuðsorsøkunum til tapið, men tíbetur er hetta nakað, ið vit fáa bøtt um komandi tíðina, so tað fer helst at síggja heilt gott út, tá ið menn koma í betri venjingarstøðu. Næsti dystur hjá 1. liði verður longu komandi fríggjadag á útivølli móti Heimdal.
Dagsins leikarar gjørdust Rókur og Ólavur, ið fingu 4 atkvøður hvør. Næstir teimum vóru Jóhan og John ið fingu 2 og Bárður og Kaj, ið atkvøddu fyri sær sjálvum (ella hvørjum øðrum) 😉
Byrjanarlið: Mathias – Bárður, John, Kaj, Jóhan – Rani, Ólavur, Rókur – Rói, Brian, Hanus
Eykamenn: Emil, Svenn og Ásbjørn