Lundatíðin byrjar ikki fyrr enn í juli – men dimmulundafleyg er ein møguleiki

Teir við lundanum á bringuni taptu tíanverri aftur í gjárkvøldið. Tvey sjálvmál, brotsspark og Guds hond vóru við til tapið, sum tó fekk ein góðan enda, tá ið lundabringurnar fingu tvey mál. Endaliga støðan gjørdist 4-2 til útiliðið.

 

Fyrri hálvleikur var góður. Útiliðið kom ikki til teir heilt stóru møguleikarnar, og høvdu avleveringarnar fram eftir vøllinum verið eitt sindur neyvari, kundi spurst meira burturúr hjá lundabringunum á Kløvermarkini.

Men marginalarnir hava ikki verið við triðja liðnum í ár og tíanverri fyri Jákup Sørensen, kom hann at standa illa fyri og fekk ikki vart seg fyri einum sjálvmáli. 1-0 til BK Stefan í hálvleikinum.

Í hálvleikinum snúði prátið seg um, hvussu tað allarsíðsta í álopinum, skuldi fáast frá hondini sum best. Eingin veit frá morgni at siga, hvat á Kløvermarkini kann henda.

Seinni hálvleikur

Tí stutt eftir hálvleikssteðg megnaðu Brian og Óli Edvard at spæla seg til eitt sjálvmál, eftir trunkaspæl í brotssteiginum, eftir eitt horna. – Ja, hetta sjálvmálið var avgreitt í allarbesta ’tiki-taka stíli’. Sera harmiligt, tí nú vóru lundabringurnar aftanfyri 2-0, uttan at mótstøðuliðið hevði skorað nakað mál.

ÍF-Føroyar gav ikki upp. Tí enn var góður hálvur tími eftir at leika. – Tað vóru ikki teir villu møguleikarnir, ið teir frá BK Stefan komu fram til. Samstundis var komið eitt sindur meira bit í álopið hjá ÍF-Føroyum við m.a. Briani og Berguri á odda.

Men hóast sólin skein í gjárkvøldið, so skein hon ikki á føroyingarnar. Óli Edvard var sera óheppin at fáa bóltin upp í hondina inni í 16-metrinum, og dómarin ivaðist ikki og peikaði á brotssparksplettin. Brotssparksskjúttin var tryggur. 3-0 og mótbrekkan gjørdist brattari.

Hetta gav teimum við lundabringuni eitt orduligt slag á nevið. Tað vildi bara ikki ganga í dag, heldur ikki í dag! – Stutt eftir brotssparkið fingu teir úr BK Stefan sítt fyrsta mál í opnum spæli og støðan var 4-0 og dysturin avgjørdur. – Men álopið vildi, ið hvussu er pynta upp á úrslitið og spæla skommina eitt sindur av sær.

Seinastu løtuna megnaði ÍF-Føroyar at skora tvey mál. Tað fyrra skoraði viðingurin, Viðoy, tá ið Jaspur Højgaard, ið varð fluttur fram á miðvøllin, hegnisliga sendi ein bólt ímillum verjuni. Danial sneiddi málmannin av og setti bóltin í netið. – Jaspur burdu umhugsað støðuna á bakkinum, tí stutt aftaná var Danial aftur nær við, tá ið Jaspur aftur sendi ein frekan bólt.

Tað seinna málið stóð Bergur Strøm fyri. Hetta kom eftir, at ein langur bóltur var sendur fram. Av berum treiskni trýstu eini tríggjar lundabringur verjuna so mikið nógv, at Bergur kom at standa nokkso leysur úti í vinstru. Við vinstra beini setti Bergur kaldliga bóltin út í høgru síðu.

Enn er vón fyri framman

Endaliga støðan gjørdist sostatt 4-2 til BK Stefan. – Vit kunnu staðfesta, at lundatíðin ikki er byrjað enn. Gamalt var, at lundatíðin ikki byrjar fyrr enn hálvan juli. Tíanverri er eingin dystur á skránni tá. Men ein dystur er áðrenn summarfrítíðina. Áðrenn lundatíðin byrjar, plaga menn at fleyga dimmulunda í skýmingini. So kanska tað er vón fyri sigri áðrenn summarfrítíðina.

Dagsins leikari var Danial Viðoy við 6 atkvøðum. Við honum í hølunum komu Sámal Einarsson og Bergur Strøm, um undirritaði minnist rætt.