So er tíðin komin til, at allir leikandi limir felagsins skulu gjalda limagjald.
Upphæddin fyri summarhálvuna er 550 krónur.
Minst til, at tú kanst sleppa undan at gjalda limagjald. Um tú fært ein stuðul til ÍF Føroyar, sleppur tú nevniliga undan at gjalda. Afturfyri fær stuðulin ein bannara á okkara heimasíðu. Nevndin vónar, at nógvir leikarar brúka hendan møguleika! Hesin stuðulin skal hava eina minimum upphædd uppá 3000 krónur.
Um tú fært ein stuðul, set teg í samband við Sunneva T. Magnussen, sunneva@fotboltur.dk ella tlf. 28 29 79 56 og avtala nærri.
Soleiðis verður limagjaldið goldið:
1. Holdsport:
Rita inn á holdsport og fylg vegleiðingini um, hvussu limagjaldið verður goldið. Tú verður tikin víðari til at rinda við at nýta kort-upplýsingar ella MobilePay.
2. Heimabanka:
Flyt peningin á kontuna hjá ÍF Føroyum. Kontonummarið er: (reg. 6509) 306.178.331.7
Viðmerk navn og ár.
Freistin at gjalda limagjald er 1. mars 2020. Leikarar, sum ikki hava goldið limagjaldið innan 1.mars, hava ikki møguleika at luttaka til venjing og dyst, til limagjaldið er goldið. Tí vilja vit heita á tykkum øll at gjalda skjótast gjørligt.
Um ein leikari av einari ella aðrari orsøk ikki hevur møguleika at gjalda innan ásettu freist er møguleiki at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við forkvinnuna, Sunneva Tausen Magnussen, um so er.
Gott kappingarár!
Køv ikki eldhugan!