Leikarin á bonkinum – Silja Højgaard

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Viljasterk, kvik og manglandi teknikk – men hetta arbeiða vit uppá J

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei, tað geri eg tíverri ikki. Men viðhvørt eydnast tað mær at innheinta svøvnin seinni út á dagin.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald, einki at ivast í. Nú havi eg selt ómetaliga nógvar lutaseðlar gjøgnum Fimleikafelagið Støkk, og tað er ikki altíð so stuttligt.

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?

I Am – Alla leið. Hetta er ein sera góður slagari, sum man aldrin blívur troyttur av.

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?

Tað var aftaná dystin ímóti Amager FF, sum var á Kløvermarkini. So tað er ca. 2 vikur síðani.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Hetta er ein sera torførur spurningur at svara uppá, tá ið allar hava ymiskar eginleikar á liðnum. Men um eg bara skal nevna eina, so má tað vera Jacoba Langgaard, hon er ein góður spælari.

Besta ÍF Føroyar ball?

Nú havi eg bert upplivað eitt ÍF Føroya ball, sum var SummerAhoyDown. Hetta var eitt fantastiska gott ball við góðum fólki og gott lív í. Ballið var sera væl fyriskipað við góðum grill mati, kappingar/skattajagt, sangi og hugna. Síggi longu fram til næsta ÍF Føroya ball!

Hvat er ein góður kossur?

Tað má vera ein erligur kossur millum báðar partar.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Uuuha tað er ringt at siga. Nú eru tað bert 4 mánaðir síðani, at eg trenaði fyrstu ferð á Kløvermarkini, so tær serligu løturnar hava ikki verið tær mongu enn. Men vit hava vunnið onkrar dystir, haft góðar og stuttligar venjingar og so er samanhaldið sera gott á liðnum. Men eitt sera gott minni fyri mítt viðkomandi er, tá ið eg legði upp til málið hjá Maluni á Dunga, og sigurin var í hús. Góð kensla, tí hvør hevði væntað at ein fimleikagenta fór at klára seg á einum fótbóltsvølli.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?

Tað má vera liðskiparin Monika Sumberg Samuelsen. Hon er tann, sum heldur liðnum uppi og ger eitt einastandandi arbeiði bæði til venjingar og til dystir. Vit á liðinum hanga mest sum í reyvuni á henni, og tí verður hon klárt Mrs. allarbesta reyv.

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?

At nýggju limirnir hjá ÍF Føroyar kvinnur fingu eina limatroyggju. Annars haldi eg, at nevndin og onnur gera eitt framúr gott arbeiði.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Samanhaldið í felagnum, og at man kemur at kenna nógvar føroyingar.

Hvat er tað besta skoritriksi?

Nú eri eg ikki serliga køn innan hetta økið, og lati tískil mannfólkini um hetta. J

Hvør ÍF Føroyar leikari er besti tummari?

Mær er fortalt, at Høgni Hansen er ein garvaður tummari.

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?

Nú eri eg so nýggj í felagnum og havi av tí orsøk ikki verið við til nakra ársveitslu (enn).

Hvat er eitt tað mest flovisliga, sum hendi tær í summarferiuni?

 Tað má vera ein hending á Summarfestivalinum, har eg var so óheppin, at eg datt millum øll fólkini og gav vinkonuni skyldina. Men orsøkin var helst ein onnur. J hehe…

 Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvør syngur best á tínum liðið?