Leikarin á bonkinum: Rólant Waag Dam

Altíð róligi Norskálamaðurin, Rólant Waag Dam, klaskar rumpuna at bonkinum hesuferð og hóast hann ikki hevur nakað lokal-patriotiskt/geografiskt beef við grannabygdirnar, leggur hann dent á, at tað er frá nettup Norðskála, at hann stavar. Róligant, sum fólk eisini kenna hann, er tó ikki róligari enn so, at hann fæst við mangt og hvat. Í løtuni er Rólant innihavari av tittlinum næstformaður í felagnum, samstundis, sum hann lesur samskifti og sálarfrøði úti í Roskilde, av og á starvast fyri ymsu føroysku miðlarnar og ikki minst heldur flaggdagsrøður ella bara lokkar fólk við í ‘Rent fup’ til ymsu ÍF Føroyar veitslurnar. Rólant er 27 ára gamal, í parlagið við Duritu av Norðasta Horn og flutti hann til Danmarkar á heysti 2007. Hann hevur verði partur av felagnum líka síðan og eigur sín part í at felagið er blomstrað tey seinastu árini. Á vøllinum er hann knáur sum fáur og við tí eyðkenda lookinum, kryller eller ej, er hann altíð til reiðar at møta til dyst sunnumorgnar um tað skal verða. Vit takka Rólant fyri prátið og ynskja honum góða summarferiu og gleða okkum longu til heysthálvuna.

Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum: Sterkur, ágrýtin og onkur vildi kanska eisini sagt harligur. Men hatta síðsta passar sjálvandi ikki.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt? Nei, tað er synd at siga. Havi ikki stundir til at sova ein triðing av døgninum burtur. Tað er lívið ov stutt til.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald? Pest ella kolera? Skal eg velja, so verður tað hægri limagjald, tí mær dámar illa, at onnur skulu líða undir, at eg spæli fótbólt.

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví? Ógjørlig uppgáva at svara upp á, tá eg elski alt frá Byrta og Magnus á Stongum til Leonard Cohen og Purity Ring – og alt tað, sum er í millum har eisini. Men øll áttu at hoyrt Úlv við Høgadalsá sungið um Kristin Háberg, ið Hans Andrias Djurhuus yrkti um og sum er at hoyra á fløguni Sjómansrímur. Løgini hjá Regini Dahl eru ein dýrgripur – og røddin hjá Úlvi verður ikki tikin.

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?  Teir eru vaskaðir einar tríggjar ferðir seinastu átta árini, men teir hava fast parkeringspláss á fronsku altanini í íbúðini á Christianshavn, tá teir ikki verða brúktir. Hetta millum hvørja venjing, hvønn dyst og allar vetrarmánaðirnar eisini.

Besti leikari tú hevur leikt við?   Tað fantastiska við ÍF Føroyum er, at tú sleppur at spæla saman við so nógvum ymsum leikarum. Rókur av Fløtum Jespersen og Bárður Danielsen á 1. liði eru einastandandi á hvør sín hátt, so tað eru ymsir mátar, at vera góður uppá. Besti leikarin, eg havi spælt saman við, er tó Marni Djurhuus. Hann er ikki skjótur, ikki ovurhonds stórur, ikki serliga sterkur og skjýtur ikki hart. Kortini verður hann ikki runnin av, ikki skumpaður um koll ella yvirspældur. Hetta tí, at hann er ein klókur fótbóltsspælari. Tann klókasti, eg havi spælt saman við – og tískil tann besti. Hann tekur hvørja einastu uppgávu í størsta álvara, er óimponeraður, tekur altíð røttu avgerðirnar, er ein sannur leiðari og liðspælari um ein háls.

Besta ÍF Føroyar ball?   Eg fekk bara um endan av seinasta Summershakedown, men fólk hava latið einastandandi væl at tí veitsluni. Hattin av fyri fyriskiparunum. Men ein jólafrokostur í veitslusalinum í Bikuben kollegiet í 2010 stendur nokk fremst í minninum, tá altíð hjálpsami og fryntligi Andras – uttan at vita av tí – leveraði undirhald fyri allar pengarnar. Tá alt varð avdúkað, mælti dámligi maðurin tiltiknu orðini: “Eg hevði ikki blivið kløkkari, um Tyson stóð inni í salinum og langaði mær ein frammaná”.

Hvat er ein góður kossur?   Ein erligur og inniligur ein av slagnum.

Besta minnið av Kløvermarkini?   Kløvermarkin er í stóran mun eitt gott minni í sær sjálvum. ÍF Føroyar er eitt ómetaliga umráðandi felag fyri føroyingar í Keypmannahavn. ÍF Føroyar er samanhald og samleiki. At eitt bygdafrell sum eg, komi at spæla við monnum sum Vagnur Mohr Mortensen, Heina í Skorini, Tórður Thomsen, Palla Augustinussen, Hanus Eliasen, Ova Brim, Róa Jacobsen, Rasmus Nolsøe, Bergur Midjord, Christian Høgna Jacobsen, Øssur Dalbúð og so framvegis, er fantastiskt. Teir, ið altíð hava verið tínir mótstøðumenn og sum tú hevur sæð upp til, eru brádliga liðfelagar. Kløvermarkin er karmurin um hetta.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?  Her er sama skipan galdandi, sum tá vit atkvøða um dagsins leikara – tað er ikki loyvt at atkvøða fyri sær sjálvum. Tískil fer mín atkvøða til Rana Debes Christiansen, hvørs reyv hevur perfekta blandið av vøddum og rúmd, sum Rambo so væl lýsti tað. Trúgvi Reinert Kjeld er eisini eitt gott boð, men hon er í minna lagi tó.

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?   Eg veit hvussu fólk stríðast fyri, at umstøðurnar eru best møguligar, og at tær støðugt verða bøttar. ÍF Føroyar hongur bara saman av sjálvbodnum arbeiði, so øll, ið taka eitt tak fyri felagið, eru við at lyfta tað. Er okkurt, sum kundi verið betri, lat okkum so gera tað betri.

Hvat er tað besta skoritriksi? Tað valdast hvør skal hava ráðini – og hvør er í radaranum hjá viðkomandi. Eitt ráð, sum altíð er galdandi: massar av yvirskegg, so gongur tað nokk. Eitt annað, næstan líka umráðandi, ráð er: one liners eru no go. Havi ongantíð hoyrt um nakran, har tað hevur riggað. Tvørtur í móti havi eg tosað við fleiri kvinnur, sum eru farnar meiri ella minni skrýggjandi burtur, tá onkur er komin yvir og hevur sagt: “Hevur tú etið chilli, síðani tú ert so hot?” ella “Eg hopi tú ert tryggjað, tí tú hevur akkurát gjørt eina buglu í mínar buksir”.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?  Riggar Hanus Eliasen betri við ella uttan skegg? Hetta kundi møguliga eisini verði ein spurnarkanning á heimasíðuni, tí tað er av sonnum eitt mál, sum býtir fjøldina.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *