
So eru vit so smátt við at vakna aftur úr dvala og hesuferð er leikarin í heita sessinum Martin Midjord. Hann er 34 ára gamal og uppvaksin á Argjum, har hann øll síni ár hevur spælt fótbólt við Argja Bóltfelag. Í 2017 flutti Martin til Keypmannahavnar, har hann hevur havt drúgvar fótbóltsroyndir, bæði sum leikari hjá ÍF Føroyum monnum og sum venjari hjá kvinnuliðunum hjá ÍF Føroyum og Sundby Boldklub.
Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Frintligur, gladur og ímøtikomandi
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Ja, tad má man gera, ella fungerer man slett ikki.
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Hægri limagjald
Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?
Uhh ha, hetta var ein ringur spurningur – eg velji at fortelja um ein sum mær dámar sera væl í løtuni, nevnligani The Door hjá tónleikarnum Teddy Swims – sera gódir!
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Gódir spurningur, nú havi eg ikki spælt fótbólt í nøkur ár, men sjálvt tá id eg spæli, vóru skinnarnir ikki oftani í vask – men um eg skal gita, so vildi tad verid í 2010 <3 😉
Besti leikari tú hevur leikt við?
Nógvir leikarar eru um bodi, men eg vildi mett tad at vera Søren Angel.
Besta ÍF Føroyar ball?
Tad er ringt at taka eitt framm um annad, haldi øll eru altíd líka gód.
Hvat er ein góður kossur?
Tann sum eg fái hvønn dag, fra damuni <3
Besta minnið av Kløvermarkini?
Uttan iva tær ferdurnar vit eru flutt upp vid ÍF Føroyar kvinnunum og hvørjaferd vit vinna á Rødovre 😉
Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?
Ongan kommentar – host host, eg havi nógv tí besti reyvuna 😉
Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Samanhaldi, ballini og fólki
Hvat er tað besta skoritriksið?
Puha, nú havi eg ikki verid á marknadinum leeeingi, so eg áni tad ikki – har má onkur annar tradka til og fortelja okkurt gott skoritriks 🙂
Hvør syngur best á tínum liði?
Daman hjá mær singur ómetaligani væl, má fara at melda hana til X-factor <3 Victoria er kend sum sangari, hon singur eisini væl 🙂 Annika Dam singur sum ein eingil 😉 <3
Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?
Eg havi ikki nakrar vanar, eg møti bara upp, skeldi eitt sindur, vinna dystir og so heim aftur 🙂
Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?
Eg minnist ein dyst vid næst besta lidnum hjá AB, man var lidskipari og skoradi mál frá midjuni – vunnu dystin og tad var ein avgerandi dystir! Tann dysturin situr prentadur í heilanum – fantastiskur dystir 🙂
Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?
Tær eru nógvar sum eru stuttligar, men skal eg taka eina burturúr, so er tad Annika Dam – sigur ella ger altíd okkurt stuttligt.
Hvat er tað besta við Føroyum?
Familja, maturin og natúran
Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?
Nei, alt er sum tad skal vera – deiligt og hugnaligt.
Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?
Uttan iva Steven Gerrard – mín fyrimynd.
Skal leysi endin á wc-rulluni vera inn ímóti ella út frá vegginum?
Út frá vegginum.
Er ananas á Pizza eitt okay konsept?
Sjálvandi er tad eitt okey konsept – skilji ikki fólk sum halda tad er nakad galid vid ananas á pitsa.
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Skiferia ella sól og strendur?