Okkara næsti leikari á bonkinum er havnamaðurin, Jóhan Viderø Gunnarsson. Hann er 31 ára gamal og hevur búð í Keypmannahavn í 10 ár. Hann er útbúgvin aktuar og hevur síðan 2016 arbeitt sum softwareútviklari innan IT- og pensión.
Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Vinstrabeintur, ágrýtin, áhaldandi
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Ikki hvørja nátt. Men hetta síðsta árið, eg havi drigist við ymisk symptomir orsaka av onkrum, sum eg ikki toli (sum eg ikki veit, hvat er), havi eg nyttað sera lítið teir dagarnar, eg ikki havi fingið upp ímóti átta tímum. So fyri tíðina er svøvnur ein høgur prioritetur.
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Fyrst hevði eg gjarna viljað vitað, hvat tær øktu útreiðslurnar skyldaðust. Um tað t.d. var til lønarhækkan til venjaran, hevði eg sagt kortanei til bæði! Annars, hægri limagjald 😉
Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?
‘Stairway To Heaven’ við Led Zeppelin – ein tíðarleysur klassikari.
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Vaska skinnarar – er tað nakað, man eigur at gera? 😉
Besti leikari tú hevur leikt við?
Fróði Benjaminsen var ótrúliga góður í B36 mitt í 00’unum. Imponerandi, sum hann kundi fylla nógv og dominera miðvøllin. Annars var tað eisini ein fragd at spæla saman við Róki av Fløtum Jespersen tey fyrstu mongu árini av ÍF Føroyar-tíðini. Hann var alla tíðina ein ella tveir klassar omanfyri okkum aðrar.
Besta ÍF Føroyar ball?
Tey flestu ÍF Føroyar ballini hava verið frálík. Men um eg skal nevna eitt, má tað vera heimtúrurin eftir dyst í Bornholm á vári 2013 og eftirfylgjandi ball í Tovværkgade (har undirritaði búði).
Hvat er ein góður kossur?
Ein, har man er fult og heilt til staðar í løtuni.
Besta minnið av Kløvermarkini?
Eitt minni, sum stendur frammalaga, er fyrsti dysturin við Andras Thomassen sum venjara á vári 2011. Tað var ein uppliving at vera ein partur av hansara pep-talk, har temaið var, hvussu vit skuldu ein túr til helvitis og aftur teir næstu 90 minuttirnar. Stríðshugurin lýsti úr eygunum á monnum, tá vit komu inn á vøllin, og vit endaðuu eisini við at vinna ein uppibornan 2-1 sigur ímóti oddaliðinum í deildini.
Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?
Teitur Justinussen – tað má vera øll handan venjingin í ØK Fitness, sum gevur úrslit 😉
Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Tað er balansan, sum felagið klárar at raka ímillum stuttleika og seriøsitet.
Hvat er tað besta skoritriksið?
Har eri eg ikki tann rætti at spyrja – opinbart hava tey, ið eg havi roynt, ikki virkað inntil víðari!
Hvør syngur best á tínum liði?
Kristin Mouritsen – vit minnast hann júøll við landaplágum sum ‘Eg eri ein K’ 😉
Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?
Eg fái mær altíð eina góða máltíð einar fýra tímar áðrenn dystin. Tað hendir seg eisini, at eg lurti eftir løgum sum ‘Lose Yourself’ við Eminem ella ‘The Worlds Greatest’ við R. Kelly beint áðrenn eg skal møta.
Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?
Tað er uttan iva útidysturin ímóti Fenerbahce við B36 í Champions League undankappingini í 2006. Tað kendist eitt sindur surrealistiskt at vera á einum fullsettum S¸cr¸ Saracoglu leikvølli, pakkaðum við larmandi turkum, umringaður av monnum sum Nicolas Anelka, Sanli Tuncay og Stephan Appiah.
Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?
Tað má vera Niels, venjarin. Gott nokk jabbar hann so nógv, at man vanligvís ikki lurtar eftir meira enn einum brøkparti av tí, hann sigur; men um man reint faktisk setur sær fyri at lurta, eru har massar av gullkornum at heinta 😉
Hvat er tað besta við Føroyum?
Náttúran og tær ljósu summarnæturnar. Eisini tað føroyska sinnalagið og tað, at man kemur hvørjum øðrum meira við, enn man t.d. ger í einum stórbýi.
Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?
Kanska kundi man havt eina eitt sindur betri rekruteringsstrategi at fáa nýggjar útisetar at leggjast afturat felagnum.
Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?
Albert Einstein. Tað kundi verið stuttligt at upplivað hann andlit til andlit, og eg haldi m.a. hansara generellu relativitetsteori vera fascinerandi. Hann má hava dugað sera væl at hugsað ‘outside of the box’.
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Skal leysi endin á wc-rulluni vera inn ímóti ella út frá vegginum? 😉