Leikarin á bonkinum – Annika Dam

So eru venjingarnar av álvara byrjaðar aftur og liðini eru í gongd við at gera seg klár til kappingarbyrjan!

Leikarin á bonkinum hesaferð er Annika Dam. Hon er 26 ára gomul og er úr Havn (Hoyvík). Annika flutti niður til Danmarkar í 2021 á lestrarøðrinum. Í summar bleiv hon liðug við útbúgin sína sum socialráðgevi, so nú er spennandi at fylgja við hvat framtíðin hevur at bjóða henni.

Annika hevur verið partur av kvinnuliðnum hjá okkum seinastu árini og hevur tessvegna fingið heiðurin sum leikarin á bonkinum:

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:

* kappingarsinnað
* kappingarsinnað
* kappingarsinnað

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Nei, men fái uppí móti teimum átta nú Skarv(rip) er lukkað

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?
Vit sigldu út og/ella Regnid oysir niður!
Hasar sleppur mann ikki undan at hoyra til hvørja veitslu og dystir hjá okkum kvinnum💃🏼💓🍕

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
ikki eg sum vaskaði, men blivu seinast vaskaðir tá eg av óvart hevdi gloymt teir eftir í sokkumum eftir ein dyst, og endaðu tískil í vaskimaskinuni. Hetta má vera einaferð í fjør💩

Besti leikari tú hevur leikt við?
Ringt at velja, har hava verið fleiri heilt ótrúliga nógvar góðar. Men um eg skal velja onkrar fáar burturúr, so haldi eg Arnborg, Jónvá og Evy kunnu nakad heilt serligt.
Sarita er eisini heilt ok tá hon tímur.

Besta ÍF Føroyar ball?
Tey eru altíð líka góð! Men fari at siga Summer Shakedown 2021 var nakað heilt serligt, tí tað var mín fyrsta veitsla🤠

Hvat er ein góður kossur?
Havi ongan fingið enn, so tað má onkur koma at vísa mær🥵

Besta minnið av Kløvermarkini?
Eisini her, er tað altíð nakad heilt serligt at traðka á Kløver. Men tá eg hevði fødingardag í fjør, møttu øgiliga nógv fólk upp at heppa við skeltum og øllum sum hoyrir til. Eftir dystin grillaðu vit og fingu kaldar bjór. Tad slær aldrin feil.

Eisini var tað ein ógloymadi løta tá vit í fjør kvaliseraðu okkum til Gjensidige Kvindepokal eftir straffikapping.

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?
Har eru nógvar fittar rumpur, men haldi allar eru einigar í at Olly eigur tí flottastu🍑

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Samanhaldið, nevndin, venjingarnar og ikki minst veitslurnar.
Í stuttum: ALT🏆

Hvat er tað besta skoritriksið?
Siga at eg spæli við ÍF FO😏

Hvør syngur best á tínum liði?
Victoria man teljast sum teir kendastu sangarnir í fo saman við teimum úr Frændi, Teitur og Eivør. So hon má fáa heiðurin. Men sigast skal at Bjørt tók øll á bólið á ársins G! so hon skal sleppa at deila heiðurin við Vic🥰

(hint: kanska arbeiða tær uppá ein nýggjan ÍF FO sang?)

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?
Skunda mær at connecta til tann flovisliga hátalaran áðrenn Elisa er nakad eg gangi høgt uppí😤

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?
Har eru so nógv góð, millum annad tey eg havi lýst longri uppi. Útyvir tað, so teljast tey mongu gullmerkini og landsliðsferðirnar har ímillum

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?
Jónhild. Ikki tí hon er serliga stuttlig, men hon er bara hon. Ein vanligur suðuroyingur. Tað kann bara okkurt

Hvønn leikara skulu vit spyrja næst?
Haldi eg fari at senda hetta yvir aftur til mannfólkasíðuna, so sjálvandi skal Eiler sleppa at fortelja eitt sindur um tad heila😎