Lagt var upp til ein sera spennandi dyst ímillum besta kvinnuliðið hjá HB og okkara kvinnur í ÍF Føroyar í Gundali 27 juli. Tað var Giza sum saman við OKKARA stóð á odda fyri hesum frálíka átakinum.
Teir fystu 15 minuttirnir av dystinum vóru javnir. Onkur smákjansur var til okkara kvinnur, men tó uttan, at hetta gjørdist vandamikið frammanfyri HB málið.
Sum tíðin leið kom meiri ferð á spælið. Tað vóru okkara kvinnur, sum høvdu tað betra spælið, og royndi Heidi á Lakjuni seg við góðum skotii úti frá, men bólturin vildi tó ikki inn.
Í 33. minutti høvdu vit ein risa møguleika, har Heidi tók eitt gott trekk og knallaði til bóltin, sum fór beint við handari stong. Eitt fínt álop sum kundi enda við einum máli til okkara kvinnur.
Beint áðrenn hálvleik fáa vit eitt fríspark, sum Sigrid tekur. Hon sendur ein sera góðan bólt inn í brotssteigin hjá HB, har Svava er fyrst, og langar bóltin í málið til støðuna 1-0 til ÍF Føroyar, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Sigast kann at spælið ferðast mest í vinstru síðu í fyrra hálvleiki, men flutti seg meira yvir í høgru síðu í seinna hálvleiki.
Í seinna hálvleiki vóru tað HB kvinnurnar sum vóru tær meira vandamiklu, og tað vóru bert spældir tíggju minuttir, tá ið Milja R Simonsen gjørdist púra frí frammanfyri ÍF Føryar málinum og hegnisliga javnaði til støðuna 1-1.
Í 63. minutti fingu vit eitt fríspark í góðari støðu, men Jacoba var akkurat ov stutt, og fór bólturin beint omanfyri HB málið.
Í 75. minutti legði HB seg á odda 2-1. HB leikarin fintaði seg ígjøgnum í okkara høgru síðu, og í góðari støðu knallaði hon bóltin í málið.
Tað var sum um, at 2-1 málið hjá HB tók mótið frá okkara kvinnum, og HB yvirtók fullkomiliga spælið. Longu fimm minuttir seinni var aftur galið, tá ein HB leikari fekk eina langa sending fram í okkara brotsteig, og einsamøll ímóti Bjartu sum kom út at verja fyri, lobbaði hon bóltin í málið til 3-1 til HB.
Nú vóru bert 10 min eftir av dystinum og orkan hjá okkara leikarum gekk undan, og var tað HB, sum sat á dystinum til dómarin bríkslaði dystin av.
Dysturin endaði tískilt við einum 3-1 til sigri til HB kvinnurnar.
Dysturin kundi verið farin báðar vegir, men av tí at vit ikki skoraðu uppá okkara kjansir í fyrra hálvleiki meðan HB gjørdi tað í seinna hálvleiki, endaði støðan tíðanverri til teirra fyrimun.
Vit takka fyri góðan blíðskap, og eitt væl fyriskipa átak frá OKKARA og Giza. Vónandi fáa vit høvi at vera við aftur í næsta ár.
Liðið í dag: Heidi, Helena, Svava, Jacoba, Fríða, Malan, Bjarta (B36 leikari), Monica, Barbara og Maria.
Eyka sótu: Rannvá, Kirstin og Eir.
/(Lív Egilsdóttir Olsen)