ÍF Føroyar Kvinnur hava fingið eina sera góða byrjan uppá kappingarárið í Københavnerseriuni, eftir tveimum dystum hava tær 6 stig og clean sheet.
Næsti dysturin í ár bleiv leiktur fríggjadagin, kvinnurnar spældu heima í móti AB Tårnby.
Í góðveðrinum á Kløvermarkini stríddu ÍF Føroyar kvinnurnar seg til ein 2-0 sigur. AB Tårnby høvdu bóltin nógv, men tað eydnaðist ikki at skapa nakran vandamiklan møguleika. Verjan og málmaðurin tóku sær av øllum.
Dagsins leikari gjørdist Bjørg við 9 atkvøðum. Hon spældi ein sera góðan dyst á miðjuni, stríddist bæði í verjustøðu og í álopinum.
Dagsins detaljur fekk Monika. Kvinnurnar skiftast at hava nakrar fruktir og 2 plátir av sjokulátu við, men hendan dagin var bara ein pláta til liðið: “je át hana áron”.
Tann seinna detaljan kom undir dystinum, har Monika tók sakina í egnar hendur. Frá egnum 16metri fintaði hon og spældi seg fram í álopið, har hon til endans smekkaði bóltin í kassan til endaligu støðuna 2-0.
Næsti dystur er longu týsdagin kl. 17.30, har ÍF Føroyar tekur ímóti CBS Sport.
Hesar byrjaðu inni: Simona (C), Sanna, Monika, Sára, Helena J., Elin, Bjørg, Kristina, Jacoba, Nikolina og Barbara. À bonkinum vóru: Helena W. Og Marjun.
Keel Solution stuðlar kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum