Kanónin hjá Kaj á muni

Leygardagur 9. apríl – Jægersborg BK vs. ÍF Føroyar II: 1-2 (0-0)

1-0: Jægersborg

1-1: Jóhan Petur (Ingi S.)

1-2: Kaj

Uppstilling:

Mathias

Bárður – Kaj – Svenn – Jóhannus

Pætur (c) – Ingi S.

Dánial – Óli – Dion

Johan

Bonkurin: Sigurð, Jóhan Petur, Ingi P.

 

Aftaná eina langa og góða pre-sesong, so var tað ein svangur og klárur hópur, ið fór at vitja Jægersborg. Liðið hevur ein greiðan málsetning um at stríðast við í oddinum í ár, og tískil var tað sera umráðandi at leggja út við einum sigri. Tíverri var tað ein ræðuligur grasvøllur, ið bíðaði í Gentofte, og hetta setti eisini sín keðiliga dám á dystin.

Tað var sera torført at spæla fótbólt á vøllinum, og hetta gjørdi, at talan bleiv um ein ikki serliga vakran dyst. Í fyrra hálvleiki vóru nógvar langar avleveringar frá báðum liðum, serliga í byrjanini. Sum hálvleikurin fór fram, so royndu okkara menn tó at spæla meira fótbólt og blivu tað betra liðið, men heimaliðið stóð gott og stríddist væl. Hetta gjørdi, at har var fáir málmøguleikar í fyrra hálvleiki.

Tann størsti (og næstan einasti) var longu innanfyri fyrstu 5 min, tá ið Dion driblaði seg til baklinjuna og legði bóltin inn til Johan, men har kom ein donsk stóratá fyri í evstu løtu. Johan fekk faktisk bóltin í málið miðskeiðis í hálvleikinum til stóra frøi fyri útiliðið, men tað bleiv tíverri kolldømt fyri off-side í uppspælinum. Dion og Ingi S. høvdu eisini hvør sína skotroynd, men har komu verjuleikarar fyri. Teirra málmaður bleiv sostatt ikki testaður, men tað bleiv Mathias brádliga í hinum endanum. Jægersborg komu fram til ein málmøguleika, sum var hampuliga stórur, men Mathias bjargaði trygt og gott.

Í hálvleikinum bleiv formatiónin á miðjuni broytt og hetta gjørdi, at føroyska spælið bleiv meira beinleiðis og vandamikið. Tíverri høvdu teir offensivu leikararnir truplar sømdir á vøllinum. Hetta sást, tá ið Óli bleiv spældur púra leysur av Johan, men noyddist at brúka so nógvar berøringar og tíð, at hann bleiv takklaður, áðrenn hann fekk skot uppá mál. Løtu seinni bleiv teirra málmaður so endiliga testaður, aftaná Dion royndi seg við langskoti. Faktiskt sá tað út sum, at tað bleiv mál og fleiri (ið hvussu er Bárður og venjarin) náddu at jubla, áðrenn málmaðurin júst fekk fingrarnar á bóltin út til hornaspark.

Mathias vildi tó ikki standa aftanfyri og stóð fyri einari kanónbjarging, tá ið ein hjá teimum rakti bóltin perfekt og hamraði til frá brotsteiginum av, sera vakurt og sterkt reagerað. Tíverri var onki at gera fáar minuttir seinni, tá ið ein teirra beint uttanfyri brotsteigin skýtur eitt lágt skot, sum rakar stongina og akkurát sníkjir seg inn hinumegna til 0-1.

Lukkutíð svaraði ÍF Føroyar skjótt aftur. Aftaná at hava havt kollektivar trupulleikar í 70 minuttir við at fáa fult tamarhald á bóltin, so vísti Jóhan Petur brádliga, at tað var ikki verri enn so. Ingi S. fær bóltin við brotsteigarmarkið og leggur bóltin út til Jóhan Petur, sum hegnisliga setur innarasíðuna á fyrstu ferð og leggur bóltin trygt í málið til 1-1, sera týdningarmikið og vakurt.

Ongin ivi var um, at ÍF Føroyar ikki vóru nøgdir við bert at fáa eina stigið, so teir fóru eisini eftir sigrinum. Dion var vandamiklasti leikarin gjøgnum allan dystin, og hann hevði fleiri góð langskot, ið tíverri ikki góvu mál. Men tað gjørdi onki, tí 83 minuttir inni í ársins kapping, tá syrgdi Kaj fyri, at tað ikki verður lætt hjá nøkrum øðrum at vinna hvørki Ársins Mál ella Ársins Detalju í ár: Kaj er við miðlinjuna fyrstur á bóltin aftaná langt útspark frá Jægersborg, soleiðis, at bólturin fer trillandi út av miðsirkulin á teirra hálvu. Líka sum við tiltiknu Howitzer kanónini ”Big Bertha” hjá týskarum á sinni, so sá man, at her bleiv lagt an til buldur og brak. 100 kg. av føroyskum gróti fer í fullari ferð ímóti bóltinum, og Kaj ger ikki mætari enn at bomba til frá uml. 45 metrum av, og hetta var málmaðurin als ikki klárur uppá, tí hann kundi bert til fánýtis tveita seg og samstundis hyggja eftir bóltinum fara syngjandi í netið til 2-1 – til óendaliga stóra gleði hjá føroysku monnunum. Sigursmálið var skotið. Seinastu minuttirnar bleiv sigurin koyrdur trygt heim.

Fyri at taka stutt samanum, so spældu verjuleikararnir ein sera góðan dyst, meðan teir offensivu høvdu tað meira trupult á vánaliga vøllinum. Teir royndu tó sum frægast, kempaðu og høvdu til tíðir eisini fínt spæl. Tað var ein strævin og trupul dystur, men tað skal ikki vera nakar ivi í, at ÍF Føroyar vunnu dystin uppiborið og kunnu hyggja frameftir við góðum treysti til næsta dyst.

Dagsins Leikari: Svenn fekk 3 atkvøður fyri ein sera góðan dyst í miðverjuni, men eisini her var tað Kaj, ið stjól yvirskriftirnar. Fyriuttan dreymamálið, so var Kaj eisini sera sterkur í miðverjuni allan dystin, og hetta gav honum heili 10 atkvøður.

 

Dagsins Detalja: Dómarin var sera spesiellur og fekk eisini gjørt vart við seg uppá fleiri (tragi)komiskar mátar. Her kann m.a. nevnast at ístaðinfyri fríspark til Pætur og gult kort til mótsøðuleikaran, so valdi hann at døma dómarakast. Tað var eisini áhugavert, tá ið hann mitt í dystinum valdi at geva Jóhannus undirvísing innanfyri anatomi og vísa hvar ryggur, øksl, nakki og armar eru á mannakroppinum. Stuttligt var tað eisini, at síggja dómaran og Dion kombinera seg frameftir, har teir báðir gjørdu dupulta 1-2 kombinatión, men tíverri rakti tann síðsta avlevering frá dómaranum ikki. Nevnast kann eisini bjargingina hjá Mathias og málið hjá Jóhan Petur, men har er kortini onki ið av álvara kann hótta málið hjá Kaj og jublisenuna eftirfylgjandi. Tað kundi sæð út sum, at Kaj royndi at sleppa sær úr troyggjuni, men tá ið hetta ikki lukkaðist, so valdi hann at tveita seg flatan á vøllin, og tað tók ikki nógv sekund áðrenn ein stórur bunki av ovurfegnum monnum lógu á Kaj. Himmalska lukkuligi venjarin slapp ikki inn á vøllin, men var so ágrýtin eftir at sleppa at mussa málhetjuna at tankarnar hjá Kaj helst eru farnir aftur til hansara tíð undir Mella. Av sonnum ein stórfingin og vøkur løta undir sólini í Gentofte.