ÍF Føroyar leitar eftir venjara til 1.liðið hjá monnum at byrja í august.

ÍF Føroyar er eitt fótbóltsfelag fyri føroyskar útisetar í Keypmannahavn. Liðini hava dystir og venjingar frá august til november og so aftur frá februar til juni. 

Vit bjóða

Talan er um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva møguleika at mennast sum fótbóltsvenjari. Sum venjari kemur tú at vera partur av einum stuttligum felagsskapi og fært møguleika at seta títt fingramerki á gongdina hjá felagnum. Venjarin fær eina samsýning fyri ásettu starvstíðina.

Arbeiðsøki

Starvið sum venjari fevnir í høvuðsheitum um, at skipa fyri venjingum tvær ferðir um vikuna og at hava ábyrgd av teimum dystum sum eru.

Í stuttum snýr tað seg um at:

  • standa fyri venjingini hjá monnunum, sum fevnir um tvær uttanduravenjingar um vikuna
  • tryggja, at venjingarnar eru fjølbroyttar, stuttligar og á einum hóskandi støði 
  • leiða og samskipa allar dystir hjá 1. liðnum. (Við samskipan merkir, at venjarin kann seta annan persón at leiða dystirnar, men hevur ábyrgd av, at hetta verður gjørt.)

Førleikakrøv

  • Áhugi fyri fótbólti 😉 

Spurningar

Meir fæst at vita við at venda sær til nevndina. Vit heita á øll áhugað at gera vart við seg- óansæð aldur, kyn, yrki og royndir.