Tíðliga leygardagin 3. mai fóru kvinnurnar til Vanløse at dystast ímóti FC Damsø.
Dysturin bleiv ongantíð spennandi, og tað vóru ikki nógvir minuttir farnir, áðrenn hol kom á málskorðingina hjá ÍF Føroyum. Kvinnurnar fingu fýra mál í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki slakaðu kvinnurnar av, og koyrdu ein sannførandi sigur til hús. Dysturin endaði heili 7-1.
Hesi sjey málini vóru kristiliga býtt: Heidi og Barbara í álopinum fingu tvey mál hvør, Kristina fekk eisini tvey mál, har annað var eitt brotsspark og at enda kom Helena J. upp í part og fekk eitt mál.
Dagsins leikari gjørdist Eir. Tað er heldur sjáldsamt at ein høgri bakkur vinnur hendan tittulin, men Eir tók sær av øllum á høgru síðu hendan sólskinsdag á Klitmøllevej 20. Hon steðgaði nógvum álopum hjá FC Damsø, og var eisini ein hóttan fram eftir vøllinum.
Eftir fýra umfør liggja kvinnurnar klárt á odda i Københavnerserien við 12 stigum. Málúrtøkan er heili 19-4 ið ber boð um flott álopsspæl og trygga verju.
Liðið: Simona (C), Helena W., Sára, Monika, Eir, Helena J., Kristina, Bjørg, Súsanna, Heidi og Barbara. Eyka og innskiftir leikarar: Sunneva, Marjun og Sølva.
Mikudagin 7. mai er topp uppgerð móti KFB á Kløvermarkini á bana 4. Vónandi koma fleiri at stuðla kvinnunum.