ÍF Føroyar hevur í kvøld skrivað sáttmála við fýra nýggjar venjarar.

Síðani tad gjørdist greitt at hvørki Niels Strøm Rødgaard ella Ragnar Poulsen hildu fram sum venjarar hjá ÍF Føroyum, hevur felagið leitað eftir einum nýggjum venjaratoymi.

Tórður Hentze sum í fýra ár hevur virkað sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum tekur nú við sum 1. liðsvenjari hjá monnunum. Afturat honum verður tað Fróði Ludvig, sum kemur at virka sum 2. liðsvenjari. Hóast Fróði er eitt nýtt andlit í ÍF Føroyum er hetta ikki fyrstu ferð hjá Fróða sum venjari hjá einum útisetafelagi. Fróði hevur áður verið venjari hjá FF Klettum, útisetafelagið í Århus.

3. liðið, sum Mathias Samuelsen, hevur staðið á odda fyri, er tikið úr kappingini. Felagið takkar Mathias fyri tíðina.

Hjá kvinnunum vera tað Heðin Lisberg Olsen og Jónfríð Hansen, ið koma at taka við eftir Tórð. Bæði Heðin og Jónfríð kenna felagið væl og hava havt nógvar leiklutir í felagnum; sum leikarar, nevndarlimir, kassameistari og nú eisini sum venjarar.

Vit ynskja øllum venjarunum góðan arbeiðshug. Samstundis takkar felagið fráfarandi venjarunum fyri tað góða arbeiðið, teir hava lagt í felagið.

Vit gleðast yvir hesi nýggju venjaratoymini, sum uttan iva fara at gera sítt til at komandi hálvár í felagnum fer at eydnast væl.

Køv ikki eldhugan!