Í ár eru liðin 75 ár, síðan Ítróttarfelagið Føroyar, vanliga nevnt ÍF Føroyar, varð sett á stovn. Hetta ætlar felagið at hátíðarhalda við einum stórum almennum tiltaki tann 5. apríl í Føroyahúsinum. Endamálið við tiltakinum er at leggja fram ríku søgu felagsins við myndum, gomlum dystarfrásagnum, gomlum leikarabúnum o.ø., sum hevur verið møguligt at útvega. Umframt hetta kemur Heini í Skorini at greiða frá síni tíð í ÍF Føroyum og við egnum hugleiðingum at meta um týdningin, sum ÍF Føroyar hevur og hevur havt fyri føroyskar útisetar í Keypmannahavn hesi 75 árini, ið felagið hevur virkað. Tiltakið endar við almennum dansi, har ið sera vælumtókti bólkurin Rox við Signari í Homrum kemur at spæla. Føðingardagstiltakið er ókeypis og atgongumerkjaprísurin fyri dansin er kr. 100,00.
Heini í Skorini kemur at hugleiða Rox við Signari í Homrum spælir til dans
Tey allarflestu, sum antin hava verið undir lestri ella hava búð í Keypmannahavn, kenna til tann týdning, ið ítróttarfelagið hevur havt fyri ta sosialu samveruna millum føroyskar útisetar, og henda leiklut ynskja vit at hátíðarhalda saman við øllum tykkum, ið á onkan hátt kenna ÍF Føroyar sum tykkara felag í Keypmannahavn. Tiltakið er fyri almenningin og tað er okkara vón, at so nógv sum gjørligt – fyrrverandi og núverandi limir umframt onnur áhugað – leggja leiðina inn í Føroyahúsið leygardagin tann 5. apríl at hátíðarhalda føðingardagin.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll!
Vinarliga
Nevndin