Góðu tit øll!
Komandi ár fyllir ÍF Føroyar 75 ár, og hettar skal hátíðarhaldast!
Felagið fer at hátíðarhalda dagin í Føroyahúsinum leygardagin 5. apríl 2014. Í hesum sambandi er ætlanin at hava eina almenna framsýning við gomlum myndum, søgum og minniligum hendingum úr søgu felagsins.
Tískil hava vit tørv á tykkara hjálp!!
Um tú, foreldur tíni, ommur og abbar ella onkur heilt annar liggur inni við gomlum myndum, stuttligum søgum ella øðrum viðkomandi tilfari frá tykkara tíð í ÍF Føroyum, so hevði verið stuttligt um tit kundu sent okkum tað í einum telduposti til nevnd@fotboltur.dk.
Fyri at kunna skipa innkomna tilfarið sum frægast, hevði tað verið til stóra hjálp, um tit kundu viðmerkt: Hvat ár myndin er tikin, hvar hon er tikin, og hvør er á henni. Hetta kann sjálvsagt verða torført at minnast, men tit kunnu royna eftir førimuni.
Vit vilja heita á tykkum um at deila hesa áheitan við vinir og familju, soleiðis at boðskapurin røkkur út til so mong sum til ber. Vit vóna at fáa nógv gott tilfar inn, soleiðis at 75 ára dagur felagsins kann gerast ógloymandi.
Alt er kærkomið!
Frammanundan tøkk fyri tykkara hjálp.
Við føðingardagskvøðu
Nevndin