Venjingarbúni

Amar‛ Sport

Trýst á logo’ið hjá amar’sport omanfyri, og tú verður víst/ur beinleiðis til síðuna, har tú kanst ogna tær tín venjingarbúna. Hetta gert tú við at fylgja vegleiðingini niðanfyri.

Vel tann pakkan tú ynskir.
– Pakki 1: Buksur, jakki og hosur. 480 kr.
– Pakki 2: Buksur, jakki, hosur, shorts og t-shirt. 780 kr.

Vel stødd, kyn og prent. Velur tú ‚intet‛ fært tú bert prentað ‚ÍF Føroyar‛ á bakið, logo hjá felagnum og høvuðsstuðli felagsins.

Trýst á ‚læg i kurv‛.

Trýst nú á kurvina ovast í høgra hjørni og síðan ‚gå til kurv‛.

Trýst á ‚gå videre‛.

Á nýggju síðuni skalt tú skriva navn og addressu í tómu teigarnar. Her kanst tú eisini velja um tú vilt heinta klæðini sjálv/ur ella fáa tað sent heim fyri 50 krónur.
Í teiginum ‚bemærkninger‛ er umráðandi, at tú viðmerkir stødd á klæðunum separat. Sí dømi omanfyri.

Jakke: S
Bukser: M
Shorts: M
T-shirt: S
Sokker: 36-40

Vónandi verður tú glað/ur fyri búnan.
Køv ikki eldhugan!