Limagjald

Limgjaldið er 1.000 kr. fyri eitt heilt kappingarár, ið eisini fevnir um innandurafótbólt, sum plagar at byrja, tá uttandurakappingin endar.

Tað ber til at gjalda limagjaldið í tveimum:

500 kr. fyri várhálvuna

500 kr. fyri heysthálvuna

Minst til, at tú kanst sleppa undan at gjalda limagjald. Um tú fært ein stuðul til ÍF Føroyar, sleppur tú nevniliga undan at gjalda limagjald. Afturfyri fær stuðulin ein bannara á okkara heimasíðu. Nevndin vónar, at nógvir leikarar brúka hendan møguleika! Hesin stuðulin skal hava eina minimum upphædd uppá 3.000 krónur.

Um tú fært ein stuðul, set teg í samband við Karstin Højgaard, nevnd@fotboltur.dk ella tlf. 50 69 19 05 og avtala nærri.

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Heimabanka
Flyt limagjaldið á kontoina hjá ÍF Føroyum: (reg. 6509) 306.178.331.7, og viðmerk evt. flytingina limagjald (ár).

2. Mobilepay
Flyt limagjaldið via mobilepay á nr. 7494AW

Gott kappingarár!
Nevndin