Leikaraloyvið til ÍF Føroyar
Fyri at spæla við í donskum fótbóltsdeildum, er neyðugt at hava leikaraloyvi.
Leikt í Føroyum?
Hevur tú seinast leikt í Føroyum, so skal leikaraloyvið flytast frá føroyska felagnum til ÍF Førpyar. Hetta verður gjørt soleiðis:
1. Leikarin sendir teldupost á nevnd@fotboltur.dk við hesum upplýsingunum:
- Fulla navn
- Føðingardagur
- Navn á gamla felagnum
- Bústaður í Danmark
- Teldupostur
GG: Allar upplýsingar verða handfarnar í trúnaði av bæði ÍF Føroyum og DBU (Dansk Boldspil Union).
2. ÍF Føroyar sendir áheitan til DBU um at fáa leikaraloyvið útflýggjað.
3. DBU sendir áheitanina til FSF, sum síðani sendir leikaraloyvið til DBU, sum síðani útflýggjar hetta til ÍF Føroyar.
GG: Gamla felagið hevur loyvi at sýta fyri at útflýggja leikaraloyvið, um spælarin er í eftirstøðu viðv. limagjaldi.
Leikt í Danmark?
Hevur tú áður leikt í øðrum felagi í Danmark og ynskir at leika við ÍF Føroyum, setir tú teg í samband við nevndarlimin hjá ÍF Føroyum, ið hevur ábyrgd av leikaraloyvum. Gamla felagið hevur bert loyvi at nokta at flyta loyvið, um leikarin er í eftirstøðu viðv. limagjaldi/kontigenti.
Skal leikarin skifta úr ÍF Førpyum til annað danskt felag, er sama mannagongd galdandi: tá skal leikarin heita á nýggja felagið um at fáa útflýggjað loyvið.
Flyta leikaraloyvi til Føroya?
Sum leikari skalt tú heita á føroyska felagið um at fáa útflýggjað títt leikaraloyvi. Í hesum førinum kann ÍF Føroyar ikki flyta loyvið, men einans góðkenna, at loyvið verður flutt aftaná, at ein umsókn er komin úr Føroyum.
Mannagongdin er tá hendan:
1. Føroyska felagið heitir á FSF um at fáa leikaraloyvið frá DBU.
2. DBU heitir so á ÍF føroyar um at senda váttan til DBU um, at felagið leysgevur leikaran.
3. FSF setir síðan leikaraloyvið í gildi í Føroyum.
Nýggj/ur sum fótbóltsleikari?
Hevur tú ikki áður leikt fótbólt í donsku ella føroysku landskappingini, kann leikaraloyvið útvegast við, at leikarin setur seg í samband við nevnarlimin, ið tekur sær av leikaraloyvum. Send teldupost á: nevnd@fotboltur.dk
Skal tú hava leikaraloyvið flutt?
Um tú hevur spurningar ella ynskir at fáa leikaraloyvið títt flutt, vinarliga send ein t-post til nevnd@fotboltur.dk