Mánadagin, 2. Páskadag, leikti 1. lið dyst á Kløvermarkini. Dysturin var móti Husum Bk., ið lá 2 stig frammanfyri okkara lið áðrenn dystin. Tískil kundu vit við einum sigri yvirhála mótstøðuliðið á stigatalvuni.
Hetta – kann eg tó avdúka – hendi ikki, og sostatt hevur 1. lið ikki fingið júst ta byrjan uppá seinnu helvt, sum vit vónaðu. Hesaferð møttu vit einum liði, ið fram um fleiri onnur lið, veruliga góvu alt tað teir høvdu. Sjálvt um teir ikki skaptu nógvar kjansir, so kláraðu teir at stressa okkara leikarar so mikið nógv, at spælið, sum okkara menn kunnu avrika, ongantíð heilt kom til sín rætt.
Okkara lið kom annars á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Tummas fekk bóltin stutt uttanfyri brotsteigin hjá mótstøðuliðnum eitt sindur úti í høgru síðu. Við einum ógvuliga góðum skoti høggur hann til bóltin, sum brestur á tvørtræið og kemur beint út til Christian Høgna, sum við høvdinum stútar bóltin í kassan. 1-0 til okkum og menn vóru væl nøgdir. Hendan støðan helt sær fram til hálvleiks.
Seinni hálvleikur var á leið 15 minuttir gamal, tá ið Husum Bk. javnaðu. Ein mótstøðuleikari kom at standa leysur frammanfyri málinum, og við eitt sindur av hepni fekk hann lirkað bóltin í málið til støðuna 1-1.
Tað gekk tó ikki leingi, so lá bólturin aftur í málinum hjá mótstøðuliðnum. Hesaferð var tað Steffan, ið var málskjútti. Christian Høgni dróg framvið fleiri leikarum í vinstru síðu, og komin fram at baklinjuni leggur hann bóltin skrátt útfrá til Steffan, sum ósvikaliga tryggur setti bóltin í netið til 2-1.
Stutt eftir hetta fingu vit eitt straffi, sum tó ikki bleiv umsett til mál.
Husum Bk. løgdu ongantíð árarnar inn, og tað eydnaðist teimum eisini at javna. Eftir innlegg úr teirra vinstru síðu fekk tað innskifta langa spjótið, sum spældi í teirra álopi í seinna hálvleiki, skallað bóltin framvið Heina til støðuna 2-2, sum eisini bleiv endaliga úrslitið. Eitt úrslit, sum undirritaði metir, at mótstøðuliðið skulu vera meira nøgdir við enn okkara menn.
Dagsins maður bleiv enn einaferð Erland Berg Danielsen við 4 stemmum. Honum á baki kom Christian Høgni við 3 stemmum; Tummas, Steffan og Jóhan G. fingu 2 stemmur, meðan Heini fekk eina stemmu.
Liðið hesaferð: Heini – Jóhan G., John, Oddur, Bárður – Hanus, Erland, Tummas, Rói – Christian H., Steffan.
Á beinkinum vóru: Emil, Jóhan E. og Rasmus.