Einans 1 stig í gávu frá 1. liði!

Leygardagin upprann endiliga dagurin, har kappingin byrjaði aftur. Aftaná venjingardystir og venjing í yvir 2 mánaðir, vóru menn spentir at sleppa at spæla ein ”ordiligan” dyst aftur. Kappingin hjá 1. liði fylgir leistinum hjá hægri deildunum, har fyrra helvt av kappingini verður spæld í heyst-hálvuni og seinna helvt í vár-hálvuni. Tískil var kappingin komin í helvt áðrenn dystarbyrjan leygardagin. Status áðrenn dystin var, at okkara lið lá á einum 6. plássi, 6 stig frá 1. plássinum í deildini.

Dysturin var úti í Brønshøj ímóti BK Fix, sum lá næstaftast í deildini. Um sjálvan dystin er tó ikki so nógv at skriva heim um, og áskoðararnir, sum vóru møttir upp at stuðla, fingu ikki nógv fyri pengarnar, sum man tekur til. Sjálvt um okkara menn høvdu bóltin sera nógv og vóru klárt spælistýrandi, so spurdist ikki so nógv burturúr. Onkrir hálvir møguleikar vóru tað nærmasta vit komu fram til. Mótstøðuliðið royndi at kontra og onkuntíð var vandi á ferð, men verjan saman við Mathias høvdu tó rímiliga gott tak á dystinum. Dysturin endaði tí 0-0, og tað vóru Fix-ararnir –  útfrá gleðisrópunum tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð – meira nøgdir við enn vit.

Dagsins maður bleiv stríðsmaðurin og bóltsnillingurin Ólavur í Ólavsstovu við 4 stemmum. Sjálvt um centimetrarnir ikki eru teir heilt nógvu hjá hesum manninum, so smæðist hann bestemt ikki burtur inni á einum fótbóltsvølli. Honum á baki komu verjuspælararnir Jóhan, John, Oddur og Bárður við 2 stemmum hvør, meðan Matthias og Rókur fingu hvør sína stemmu. Stemmurnar lýsa eisini dystin sera væl, har teir meira verjukendu menninir fingu stemmurnar hesaferð.

Til síðst kann nevnast, at tað vóru ikki bara vit, sum fingu eina trilvandi byrjan. Bæði oddaliðini leiktu eisini javnleik, og tískil er frástøðan upp til oddin óbroytt. Næsti dystur hjá 1. liðnum verður komandi leygardag á Kløvermarkini kl. 15.00. Hesaferð verður mótstøðuliðið Sundby Bk, sum liggur á einum deildum 1. plássi. Vit vóna, at nógvir áskoðarar møta upp at heppa á okkara lið.

Liðið: Mathias – Jóhan G., John, Oddur, Bárður – Hanus, Tummas, Ólavur, Rói – Rókur, Chriastian Høgni.

Á beinkinum vóru: Erland, Rasmus, Jósup