Ein persónligheit leggur frá sær

Gunnar Hallur Haraldsen var i mong ár ein partur av spælarahópinum hja ÍF Føroyum. Sterki miðverjin við kontantu meiningunum var altið garantur fyri einum góðum innsatsi. Serliga luftspælið hjá Gunnari var í serflokki, og oftani hava ÍF Føroyar notið ágóðan av hesum. Seinnu árini var longri millum dystirnar hja Gunnari. Men honum líkt, so var hann altið klárur tá i á stóð.

Vinmaður hansara, sum eisini er ein legenda og fyrrverandi venjari hjá ÍF Føroyum, Tórður Hentze, plagdi ofta at innkalla Gunnar tá mest trýst var á. Orsøkin var einføld – Gunnar er til at líta á og hann er altid nærlagdur, og setur felagsskapin høgt.

Rættuliga sigandi fyri Gunnar er, at hóast fáu dystirnar seinastu árini, so var hann altid millum fyrstu menn, sum goldu limagjald. Ti var tað eisini ein fongur, tá Gunnar tok við venjarasessinum i feburar 2023. Við sær hevði hann vinmennirnar Árna og Tórð Hentze. Fyrsta árið var eitt missjavnt ár. Vit ryktu niður i serie 2 fyrsta hálvári, men fótaðu vit okkum skjótt við at leggja okkum greitt á odda í Serie 2 næsta hálvári. Siðani tá hevur tað bert gingið ein veg. Vit vunnu greitt serie 2, og klaráðu árið eftir at varðveita sessin i Serie 1. Umframt hetta, so komu vit langt í steypakappingini. Ein stóran part av heiðrinum eigur Gunnar.

Hansara nærlagni til allar venjingarnar var ein fragd. Alt tað praktiska var altið i ordan. Vanligt var, at Gunnar altíð møtti 15 min aðrenn venjing, so allir dunkar, keylur, og annað var klárt tá venjing skuldi vera. Hetta vísur hansara nærlagni og treiskni um, at umstøðurnar altið skulu vera i lagið.

Á seinasta leikdegi seinasta ár so gjørdi Gunnar greitt, at hann gevst sum venjari hja ÍF Føroyum. Daman og fitta dóttur hansara kravdu meiri av hansara tið, so plass var ikki longur til venjarasessin. Tað er ein avgerð, sum man bara má hava viðring fyri.

Góði Gunnar. Vit vilja við hesum siga takk fyri tín innsats fyri felagið. Tín partur hevur ongantið ligið eftir og tu hevur givið titt til felagsskapin. Vit gleða okkum at siggja teg yvuri á Kløvermarken – nú sum áskoðara.

#KøvikkiEldhugan