Fleiri dystir eru á skránni í hesu vikuni. Fyrsti dysturin er longu í morgin, týsdag 23 apríl kl 19.00 á Kløvarmarkini, har 3.liðið tekur ímóti Hellas 2.
Mikukvøldið 25 apríl kl.19.00 leika kvinnurnar á Kløvermarkini ímóti Fremad Valby.
Hósdagin 26 apríl skal 2.liðið leika ímóti FA 2000 4. Dysturin byrjar kl 19.30 á Jens Jessens vej.
Tveir dystir eru afturat um vikuskifti. Teir eru báðir á Kløvermarkini leygardagin 28 apríl. Kl. 13.00 tekur 2.liðið ímóti Tårnby FF 2 og beint eftir, kl 15.30, spælir 1.liðið ímóti NB Bornholm.
Líkt er til eina sera spennandi viku fyri føroysku liðini, har nógv stig kunnu koma á kontuna.
Køv ikki eldhugan!