Dystir í vikuskiftinum

Øll okkara lið skulu í eldin aftur hetta vikuskiftið.

Fyrsti dystur er longu á skránni í dag kl 14. Tað er 1.liðið, ið skal á heimavølli leika ímóti CSC.

Sunnumorgunin kl 10 fer 2.liðið á útivølli at leika ímóti HB.

Kvinnurnar leika eisini sunnudagin. Kl 14 kemur VLI á vitjan á Kløver.

Sólin skínur, so takið góða humørið við og komið og stuðlið okkara liðum. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Køv ikki eldhugan!