Summarferian er við at vera av, og hetta merkir, at vit nú seta hol á enn eina kappingarhálvu.
Dystir hesa vikuna:
Hósdagin 23. august kl.19.00 skal okkara 2. lið spæla á Kløvermarkini ímóti Sønderbro Fight 2. Dysturin verður leiktur á vølli 14.
Leygardagin 25. august kl.16.15 skal 1. lið spæla á útivølli ímóti FB. Dysturin verður leiktur á Sønderjyllands Allé 4.
Venjari hjá 2. liðnum hevur seinastu tíðina verið Andras Jákupsson. Eftir summarsteðgin hevur Andras valt at takka fyri seg sum venjari hjá ÍF Føroyum, nú hann flytir heim aftur til Føroyar eftir loknan lestur. Andras hevur gjørt eitt megnar arbeiðið sum venjari hjá ÍF Føroyum og vit takka honum mangar ferðir fyri hetta.
Sagt verður, at maður kemur í mans stað – og so er. Beint fyri summarsteðgin gjørdist greitt at nýggi venjarin hjá 2. liðnum hjá ÍF Føroyum verður Ragnar Poulsen. Ragnar hevur í fleiri ár spælt við ÍF Føroyum, men hevur nú tikið við sum venjari hjá 2. liðnum. Dysturin í morgin verður sostatt fyrsti dysturin hjá Ragnari sum venjara. Vit eru ómetaliga takksom fyri, at Ragnar hevur sagt ja til at gerast ein partur av venjarahópinum hjá ÍF Føroyum, og vilja ynskja honum bestu eydnu framyvir.
Køv ikki eldhugan!