Leygardagur 23. apríl – Union vs. ÍF Føroyar II: 2-3 (1-0)
1-0:
1-1: Sigurð (Dion)
1-2: Dion (Ragnar)
2-2:
2-3: Dion (Jens Michael)
Uppstilling:
Mathias
Sámal – Einar – Jóhannus
Dánial – Pætur (c) – John – Ragnar
Joseph
Jóhan Petur – Dion
Bonkurin: Sigurð, Jens Michael
Aftaná sigrar í báðum fyrstu dystunum, so var tað hesaferð ein øðrvísi og størri avbjóðing ið stóð fyri framman hjá ÍF Føroyum. Union hevði undan dystin leikt tríggjar dystir og vunnið allar, so her var lagt upp til eitt satt brak millum tvey lið við fullum stigatali. Uppgávan bleiv ikki gjørd lættari fyri okkara 2. lið, eftirsum liðið var sera hart rakt av mongum avboðum, men tá er tað gott at hava ein bæði breiðan og sterkan hóp.
Til dystin føldi venjarin seg noyddan at eksperimentera við heilt nýggjari spæliskipan, sum teir flestu leikararnir ikki høvdu roynt fyrr. Hetta hevði sjálvandi við sær ein ávísan risiko, men lukkutíð tók tað ikki langa tíð hjá leikarunum at koma inn í skipanina og dystin. Union høvdu møguliga bóltin eitt sindur meira, men teir høvdu stórar trupulleikar við at bróta ígjøgnum defensiva strukturin, samstundis sum okkara menn vóru ein støðug hóttan uppá umstillingar. Í fyrra hálvleiki komu bæði John, Jóhan Petur, Joseph og Dánial í vandamiklar støður, har líka tann síðsta nertingin ella neyðuga hepni manglaði. Einar og Dion høvdu eisini báðir giftig langskot, har sera lítið manglaði í til at geva dreymamál. Union megnaðu sum nevnt ikki at bróta ígjøgnum og beinleiðis spæla seg fram til nakrar opnar málmøguleikar, men harafturímóti vóru teir sera vandamiklir uppá deyðbóltsstøður, har serliga teirra hornaspørk góvu okkum stórar trupulleikar. Tvær ferðir innanfyri stutta tíð noyddist Sámal at bjarga bóltin á strikuni aftaná hornaspark, men til síðst endaði tað galið, tá ið Union beint undan hálvleik endiliga fekk stútað bóltin í netið til 1-0, aftur aftaná hornaspark.
Hóast aftanfyri í hálvleikinum, so høvdu leikararnir gott mót og vóru sera uppsettir uppá at venda gongdini. Nakrar fáar broytingar blivu gjørdar og hesar skuldu vísa seg at fáa stóra ávirkan seinni. Dion spældi sum 10’ari í seinna hálvleiki, og tað tók ikki langa tíð, áðrenn hann gjørdi um seg fyrstu ferð. Ein góð stikning, frá innskifta Sigurð, spælir Dion leysan frá málmanninum og Dion megnar eisini at sneiða seg framvið honum, men tíverri bleiv vinkulin ov spískur, og Dion rakar stongina ístaðinfyri tóma netið. Hesin skaðin skuldi tó skjótt blíva gjørdur góður aftur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fáa okkara menn sostatt 2 mál uppá 2 minuttir. Tað fyrsta kom enntá aftaná hornaspark, so nú sloppu teir at smakka teirra egna heilivág. Dion sendir ein bólt til aftastu stong, har ein leysur Sigurð kemur lúrandi og trygt stútar bóltin í málið til 1-1. Minuttin aftaná endar gott uppspæl við, at Ragnar verður leysur á vinstru síðu og harfrá sendir hann eina flata avlevering inn til Dion, sum stendur beint uttanfyri brotsteigin. Tað kann væl vera, at Dion frammanundan ikki megnaði at skjóta bóltin í tómt mál frá 2-3 metrum við sterka fótinum, men í hesari støðuni gjørdi hann ikki mætari enn at høgga til bóltin fyrstu ferð við veikara fótinum frá 18 metrum og knúsa hann í síðunetið til 2-1.
Viljin var í forvegin ovurstórur, men hann bara vaks aftaná hetta og Union tyktiskt rystir. Tíverri skuldi dómarin og deyðbóltsstøður aftur vísa seg at vera ein stór avbjóðing. Við 20 minuttum eftir velur dómarin fyrst at geva eitt bílligt gult kort til Jóhannus og harvið verða 11 mans skerdir til 10. Fyri at gera ilt verri, so bleiv eftirfylgjandi frísparkið eisini sparkað inn í brotsteigin, har ein hjá teimum er fyrstur á bóltin og skorar til 2-2. Man náddi næstan at stúra fyri tí ringasta, men ístaðinfyri at fella í fátt, so kempaðu allir mans so dúgliga at man skuldi trúð, at vit vóru 12-14 mans ístaðinfyri 10. Union roynir sjálvsagt at leggja trýst á, men hetta opnar fyri kontraálop, og júst hetta skuldi vísa seg at blíva avgerandi. Ein tilfeldigur bóltur á egnari hálvu endar hjá innskifta debutantinum Jens Michael, sum sær Dion byrja sítt løb í djúpdina. Heimaliðið roynir at gera offside-fellu, men timingin av bæði renni og avlevering er perfekt, og Dion blívur sostatt púra leysur við málmanninum í vinstru síðu. Øgiligt trýst er á Dion í støðuni, men hann er ísakaldur á markinum til tað psykopatiska og í besta Henry/Martial/Niels Rødgaard-stíli leggur hann bóltin róligt og trygt í síðunetið í høgru síðu og útloysir harvið fyri aðru ferð eina sanna eksplosión av gleði.
Tíðin gongur ómetaliga seint teir síðstu 10 minuttirnar, og Union trýsta øgiligt á, men har eru ongin sum helst vegur ígjøgnum múrin av føroyskum Mannfólki (við stóra M!), og hóast Pætur noyðist at trekkja eitt gult kort ímóti endanum, so er tað tættari uppá at vit skora uppá kontra enn, at teirra trýst gevur nakað úrslit. Tað var kortini eitt ótrúligt lættilsi at hoyra síðsta bríkslið og fáa staðfest dramatiska sigurin ímóti kappingarneytunum í oddinum. Sjáldan hevur venjarin verið so himmalska lukkuligur aftaná ein dyst, har man noyddist ígjøgnum allar kenslur, áðrenn tað til síðst endaði lukkuligt. Fyri hetta, eigur hvør einasti maður á liðnum, stórt rós uppiborið og meira avtrat, tí hetta var sjálv definitiónin uppá eitt mannfólkaavrik!
Dagsins Leikari: Hóast hvør einasti maður hevði uppiborið atkvøðu, so slapp man allíkavæl ikki uttanum at har serliga var ein (leikari) sum átti sera stóran leiklut í sigrinum. Teir defensivu fingu nakrar atkvøður fyri sítt stríð, men aftaná 1 assist og 2 framúrskarandi vøkur og týdningarmikil mál, so bleiv tað ein stórsigur til Dion, sum við 11 atkvøðum setti nýtt met hetta kappingarárið.
Dagsins Detalja: Dysturin sum heild var ein stór lekkur fantastisk detalja. Millum áskoðararnir var navnframi John Rødgaard – sum hevur megnað at vunnið greipuna í føroyskum fótbólti sum leikandi venjari hjá TB – og hann segði seg vera beinleiðis ovfarnan av høga støðinum, ið bleiv lagt fyri dagin. Men um ein ávis detalja skal finnast, so vóru teir flestu á einum máli um, at hendan detaljan fann stað aftaná fyrsta málið hjá Dion. Her var venjarin so fegin og kátur, at hann rann inn á vøllin fyri at jubla saman við leikarunum og hetta gekk møguliga ið so hart fyri seg, tí endin var at stakkals Ragnar fekk ein alboga í høvdið og aftaná sá út sum hann hevði tapt ein boksidyst, alt uttan at venjarin varnaðist nakað. Hetta forðaði tó sjálvandi ikki Ragnar ”Lothbrook” í at stríðast víðari á sama hátt.