Náðisleys lektión í effektiviteti

Leygardagin 12/9 tók 2. liðið hjá ÍF Føroyum ímóti FB á Kløvermarkini. Spælið hjá 2. liðnum hevur verið á góðari leið teir fyrstu dystirnar, men trupulleikar hava tíverri verið við málskjótingini. Hetta skuldi aftur vísa seg at kosta dýrt.

Í fyrra hálvleiki sat ÍF Føroyar á mestsum øllum, bæði viðvíkjandi spæli og møguleikum. Joseph legði út við at hava nøkur nærgangandi langskot, og Johan var um reppið at koma í fleiri vandamiklar støður. Hann og Christian Høgni vóru ein støðug hóttan í álopinum, men tað bleiv tíverri bert til líka við og næstan.

Burturúr ongum fáa FB so mál miðskeiðis í hálvleikinum. Eitt satt dreymainnlegg úr høgru síðu endar hjá einum fríum áloypara, sum bert skal seta pannuna á fyri at skora til 0-1. Hetta broytti tó ikki uppá mynstrið, og m.a. Ingi P. er sera nær við at fáa eitt útjavnandi mál, men skotið sníkir seg júst uppum málið. Stutt aftaná hendir tað sama, FB hava eitt sjáldsamt álop, men hesaferð kemur eitt perfekt innlegg úr vinstru síðu, har áloyparin enn einaferð bert skal seta pannuna á til 0-2.

Áðrenn tað seinna málið var ein støða, har ÍF Føroyar kundi følt seg eitt sindur snýttar fyri eitt straffi, men enn verri var við eini aðrari støðu, lítla løtu eftir; Johan skal úr stuttari fjarstøðu til at seta høvdið á eitt sera gott innlegg, men áðrenn hann nær at fáa nakað burturúr vandamiklu støðuni, fær hann ein fót syngjandi í andlitið, uttan at dómarin lætst um vón. Sostatt 0-2 í hálvleikinum.

Menn høvdu í seinna hálvleiki framvegis góðar vónir um at fáa stig við heim, men hetta skuldi bara ikki bera til hendan dagin. Johan hevði áðrenn dystin skorað tveir dystir á rað, og ilt er at siga um hetta ávirkaði hansara tiltikna málgræðið, tí hann valdi meira enn einaferð at avlevera, hóast hann hevði møguleika fyri at skjóta uppá mál. Tó komu ikki teir heilt stóru málmøguleikarnir burturúr okkara spæli. Sum oftast manglaði neyðugi neyvleikin, tá ið síðsta avleveringin ella trekkið skuldi gerast. FB byrjaðu enntá at spæla seg fram til stórar møguleikar uppá kontra, tó uttan at mál kom burturúr. Dysturin endaði sostatt 0-2.

Høvdu ÍF Føroyar fingið tað fyrsta málið, sum teir høvdu uppiborið, so hevði søgan helst verið ein heilt onnur, men umberingum kann man altíð koma við. Faktum er framvegis, at liðið uttan iva klárar at spæla væl betri enn dagsins avrik, men so er bert at læra av sínum feilum og koma víðari enn sterkari.

 

Uppstillingin:

Sjúrður

Ásbjørn – John – Reidar – Bartal

Jóhan Petur – Jóhannus – Joseph – Jákup D.

Christian Høgni – Johan

Bonkurin: Bárður, Andras, Ingi P.

 

Dagsins Leikari:

Hetta var hansara fyrsti dystur aftaná summarsteðgin, men tað sást absolutt ikki aftur á avrikinum hjá John ”Rambo” Hansen, sum við heili 8 atkvøðum bleiv mest sannførandi vinnarin, av heiðrinum, inntil víðari í ár.

 

Dagsins Detalja:

Dagsins Detalja var at als ongin Dagsins Detalja var.
(Hmm, men tað merkir so, at ein Dagsins Detalja var, ergo kann tað ikki vera Dagsins Detalja… Men um tað ikki kann vera Dagsins Detalja, so er aftur møguleiki fyri at gera tað til Dagsins Detalju? Suk, man skal halda seg langt burtur frá paradoksum!)

Nevndin skipað av nýggjum

Síðan árið 2015 fór av bakkastokki, eru nakrar broytingar framdar viðvíkjandi limum í nevndini. Í maj mánaði takkaði Bartal Højgaard fyri seg og eftir summarsteðgin valdi Emil N. Leifsson eisini at trekkja seg úr nevndini. Hetta hevði við sær, at nýggjur formaður skuldi veljast. Til seinasta nevnarfund, sum var í vikuni, var greið semja millum nevnarlimirnar, hvør nýggi formaðurin skuldi verða, nevniliga tá verandi næstformaðurin Ólavur S. í Ólavsstovu. Síðani hevur Helena D. Wardum yvirtikið uppgávuna hjá Ólavi, sum PR og varaforkvinna.

Lív E. Olsen er afturkomin eftir at hava verið í praktikk í Føroyum í vár.

 

Vit takka Bartali og Emil fyri gott samstarv og góða eyðnu.

 

 

Býtið sær hervið soleiðis út:

 

Formaður: Ólavur S. í Ólavsstovu

 

Varaformaður, P.R.: Helena D. Wardum

 

Kassameistari, limagjøld: Malan á Dunga

 

Leikaraloyvir: Ásfinnur Sigvardsen

 

Skrivari Høgni Hansen

 

Útgerð: Brian Hansen

 

Nevndarlimur: Lív E. Olsen

Góða gongdin hjá ÍF Føroyar kvinnunum heldur fram.

Leygardagin vóru kvinnurnar aftur í eldinum og vunnu ikki minni enn 3-1 á Østerbro IF. Dysturin var leiktur á Kløvermarkini í frálíkum fótbóltslíkindum.

Í fyrra hálvleiki stóðu ÍF Føroyar kvinnurnar væl á vøllinum og pressaðu óført, men torført var at fáa spælið at koyra. Sigast skal eisini, at Østerbro IF hevði meginpartin av spælinum í fyrra hálvleiki.

Í steðginum komu greið boð fra venjaranum um, at nú skuldi tað vera, og at tað gott kundi bera til. Við undanvindi fóru kvinnurnar við góðum treysti inn til seinna hálvleik.

Tá 10 min vóru leiktir av seinna hálvleiki, løgdu Østerbro IF seg á odda. Málið kom eftir fríspark, nakað uttan fyri brotsteigin. Eftir hetta fluttu IF Føroyar kvinnurnar seg longur fram á vøllin og megnaðu at skora til 1-1. Eftir gott spæl og avlevering frá Silju, var bara eftir hjá Unn at skjóta bóltin i málið. Síðani fingu kvinnurnar brotsspark, eftir at ein Østerbro leikari hevði hondina á bóltinum. Malan setti bóltin trygt í netið til 2-1. Seinasta málið kom tá 10 min vóru eftir av dystinum. Simona gúppaði bóltin fram til Unn, sum hegnisliga lobbaði bóltin uppum málmannin.

Allar kvinnurnar kempaðu sera væl og stóðu saman sum lið, og vunnu við hesum ein greiðan 3-1 sigur.

Liðið var mannað av: Simonu, Helenu J., Helenu W., Gunvu, Sunnevu, Moniku, Unn, Maluni, Lív og Silju.

Á bonkinum vóru: Sanna, Sára og Elin.

 

Dagsins leikari gjørdist Unn.

 

Kvinnurnar spæla dyst aftur leygardagin í Valby.

 

 

 

Futsal skotið í gongd

Futsal sesongin er nú farin í gongd.
Fyrsta liðið hjá ÍF Føroyum spældi sín fyrsta dyst síðsta vikuskifti og vunnu teir einki minni enn 19-1 móti Amager FF. Í morgin spæla teir ímóti CIK í Bellahøjhøllini.

Futsal liðið hjá kvinnunum spæla sín fyrsta dyst komandi vikuskiftið tá tær taka í móti FC Udfordringen.

2. lið spældi sín fyrsta í dag. Hetta er fyrstu ferð at felagið hevur tvey mannslið í kappingini og vóru menn sera spentir upp á uppgávuna. Tað var tó ikki leingi at spenningurin vardi. Liðið kom skjótt á odda og útbygdu teir leiðsluna gjøgnum allan dystin. Endaliga úrslitið bleiv 11-1. Sambært manninum ið tók sær av klokkuni, so var dagsins detalja, tá miðverjin Jákup Sørensen (í besta Eli Hentze stíli) tók túrin fram í vinstru síðu. Hann setti tríggjar mans av og við einum knallhørðum vinstrabeinsskoti hamraði hann bóltin í kassan. Ein sannur rómur bleiv í høllini og áskoðarnir høvdu á máli, at eitt so gott mál ikki var skotið í høllini áður. Jú mín sann, tað er dugur í húsavíkinginum.

Her hevur liðformaðurin ein stuttan samandrátt av dystinum.

 

1. manslið enn ein sigur!

1. manslið hjá ÍF Føroyum var aftur í eldinum leygardagin 20. sept., og enn einaferð eydnaðist tað okkara leikarum at hála ein sigur í hús í evstu løtu av dystinum. Hesaferð var dysturin spældur á Kløvermarkini ímóti uppflytarunum FC Udfordringen, og endaði dysturin 3-2 til okkum.

 

Tað vóru ikki farnir nógvir minuttir av dystinum, áðrenn FC Udfordringen hevði lagt seg á odda, við einum góðum langskotið. Aftaná hetta bleiv ÍF Føroyar spælistýrandi, og vit høvdu bóltin stórt sæð restina av hálvleikinum. Men tað var ikki fyrrenn beint áðrenn hálvleik, at tað enduliga eydnaðist at fáa mál. Eitt horna bleiv skotið tætt innfyri málið, har Steffan setti fótin á, og bólturin endaði í málinum.

 

Í byrjanini av seinna hálvleiki helt ÍF Føroyar áfram at stýra spælinum og at spæla seg fram til góðar støður, men tað manglaði tað síðsta í, fyri at fáa eitt mál afturat. Men eftir 15 min. leggja vit okkum á odda, eitt horna verður lagt út frá til Rana, sum hegnisliga skýtur bóltin uppí handara horn.

 

Bert fáar minuttir seinni ger Mathias eitt brotsspark og fær gula kortið, sum merkir, at hann skal av vøllinum næstu 10 minuttirnar. Hanus, sum fyrr hevur víst góð málmansevnir, tók ábyrgd og fór í mál. Hanus gjørdi ikki mætari enn at bjarga skotinum frá 11 metra plettinum, ein sera góð bjarging. Nú bylgjaði spælið aftur og fram, tó uttan teir heilt stóru málmøguleikarnar. Einaferð raktu vit tó tvørstongina aftaná at Hanus, sum tá var komin út aftur at spæla, hevði roynt seg við skotið.

 

Tá tað restaði 7 minuttir av dystinum, var John so óheppin at koyra bóltin í egið mál, soleiðis at støðan gjørdist 2-2.

 

Nú máttu við fram á vøllin, og tað bleiv lagt at stórt trýst á FCU málið, og einaferð bleiv rudda vekk á sjálvari málstrikuni hjá FCU. Til alla lukku, so fingu vit til síðst avgerandi málið, tá ið Dion gjørdi gott forarbeiði og legið bóltin inn til Steffan, sum hegnisliga hælaði bóltin í málið til 3-2 J

 

Mathias – Uni, Bárður, John, Jóhan – Erland, Rani, Tummas – Dion, Steffan, Rói Eyka: Ólavur, Hanus & Sigurð.

 

Dagsins leikari gjørdist Steffan við 7 akvøðum. Hanus fekk 4 atkvøður.

Hanus Eliasen er farin í málið og bjargar brotssparkinum!
Hanus Eliasen er farin í málið og bjargar brotssparkinum!

Avsmurningur til Míttland boysarnar

HIK – ÍF Føroyar: 7-1(3-1)

Tað var eitt skert lið ið førkaði seg út í móti Gentofte týskvøldið og serliga var tað málmanspostinum at menn vóru ivingarsamur um, nú Hallur var drigin upp á 2. Lið stutt fyri dystarbyrjan.

Tað byrjaði væl í hitanum og okkara menn vóru væl við og bæði Jónas og Djóni høvdu góðar mótálopsmøguleikar, men tað vóru tó  HIK’arnir í drógu fyrsta hál tá dysturin var 16 minuttir gamal. Eftir langt innkast ið kom heilt inn fyri málið vóru okkara ikki nóg tættir og so var 1-0, men enn var onki avgjørt.  Bert tveir minuttir eftir spældi Bergur til Djóna í høgru síðu, sum langaði ein bólt niðan í felti og millum tveir verjuleikarar og ein málmann á skógtúri var Jónas hægstur og setti krúllin á boltin, sum í einum penum boga snýkti seg lúkst undir tvørtræði og so var 1-1. Restina av hálvleikinum var javnur hóast HIK’ies fingu tvey mál afturat, harav tað  til 2-1 var eitt makaskjal av tí fyrsta, við langum innkasti.

Seinni hálvleikur fer skjótt í gloymibókina og hóast okkara menn vóru sera ónøgdir við at tapa hann 4-0, so var tað nokk ikki heilt óuppiborið at HIKstras fingu heili 4 mál.

Teir, ið fingu æruna av at verja málið vóru Ósa, Djóni og Jóhan Hendrix og vóru teir bara óførir.

Dagsins leikari gjørdist Jónas, meðan fleiri komu á øðrum plássið.

Næsti dystur verður leygardagin 31. aai á Kløver. Tá skulu aðrir bollar í suppuna tí tá verður farið eftir fyrsta stiginum í ár tí at nú hava menn lagt reyv til ov nógv.

Liðið: Ósa – Bergur J, Jaspur, Jákup, Jóhan Hendrik – Djóni, Bogi, Karl, Strøm, Jákup Andrias – Jónas. Eyka: Sveinur og Magni.

Nýggj nevnd hevur skipað seg

Árligi aðalfundur felagsins varð hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegienum mánakvøldið 17.feb. Eini 20 limir vóru møttir til fundin, sum ÍF Føroyar samtakið helt saman.

ÍF Føroyar fótbóltur hvílur í sær sjálvum og ársúrslitið gjørdist eitt lítið yvirskot. Inntøkur felagsins koma í høvuðsheitum frá limagjøldum og góðum stuðlum. Í fjør høvdu vit 78 gjaldandi limir og sigast má, at felagið stendur í føgrum blóma.

Í ár hevur felagið meldað trý 11-mans lið hjá monnum, eitt 11-mans lið hjá kvinnum og eitt 7-mans lið hjá monnum til kappingarárið, sum byrjar seinni í vár.

Á aðalfundinum komu fýra nýggir limir inn í fótbóltsnevndina og tveir takkaðu fyri seg. Nýggju limirnir eru Malan á Dunga, Lív E. Olsen, Ásfinnur Sigvardsen og Ólavur S. í Ólavsstovu. Sostætt er nevndin nú mannað av átta fólkum. Umframt nýggju limirnar, verða hesir fýra sitandi: Emil N. Leifsson, Høgni Hansen, Jákup Sørensen og Bartal Højgaard.

Rólant W. Dam og Maria í Brekkunum hava takka fyri seg í nevndarhøpi. Nevndin vil í hesum sambandi nýta høvið at takka teimum báðum fyri drúgva tænastu í felagnum og ynskja teimum blíðan byr framyvir.

Á fyrsta nevdarfundinum hjá nýggju nevndini, skipaði nevndin seg soleiðis:

Formaður: Emil N. Leifsson.

Varaformaður, P.R.: Ólavur S. í Ólavsstovu

Kassameistari, limagjøld: Høgni Hansen

Leikaraloyvir: Ásfinnur Sigvardsen

Skrivari: Bartal Højgaard

Útgerð: Jákup Sørensen

Nevndarlimur: Malan á Dunga

Nevndarlimur: Lív E. Olsen

 

Stuðlar hjá ÌF Føroyum fótbólti fyri kappingarárið 2014 eru hesir:

 

Høvuðsstuðul:

–          Elektron

 

Aðrir stuðlar:

–          Atlantic Petroleum

–          Smyril Line

–          Bakkafrost

–          Bank Nordik

–          Keel

–          Trygd

–          Skansi Offshore