Aðalfundur 2025

Aðalfundur felagsins verður í veitsluhølinum á Oyrasundskollegienum mánakvøldið 3. marts kl 20:00 💙

Skráin er hendan :

  • Formaður felagsins bjóðar vælkomin
  • Val av fundarstjóra og skrivara
  • Ársfrágreiðing av fótbóltsárinum 2024
  • Framløga av ársrokniskapinum
  • Ársfrágreiðinum av hondbóltsárinum 2024
  • Framløga av ársrokniskapinum
  • Limagjald
  • Val av nýggjum nevndarlimum hjá fótbóltinum og hondbóltinum

Felagið bjóðar kaffe, thé og kaku.

Við vón um góða uppmøting 🙂

Vinarliga

Nevndin hjá ÍF Føroyum

#køvikkieldhugan

Ein persónligheit leggur frá sær

Gunnar Hallur Haraldsen var i mong ár ein partur av spælarahópinum hja ÍF Føroyum. Sterki miðverjin við kontantu meiningunum var altið garantur fyri einum góðum innsatsi. Serliga luftspælið hjá Gunnari var í serflokki, og oftani hava ÍF Føroyar notið ágóðan av hesum. Seinnu árini var longri millum dystirnar hja Gunnari. Men honum líkt, so var hann altið klárur tá i á stóð.

Vinmaður hansara, sum eisini er ein legenda og fyrrverandi venjari hjá ÍF Føroyum, Tórður Hentze, plagdi ofta at innkalla Gunnar tá mest trýst var á. Orsøkin var einføld – Gunnar er til at líta á og hann er altid nærlagdur, og setur felagsskapin høgt.

Rættuliga sigandi fyri Gunnar er, at hóast fáu dystirnar seinastu árini, so var hann altid millum fyrstu menn, sum goldu limagjald. Ti var tað eisini ein fongur, tá Gunnar tok við venjarasessinum i feburar 2023. Við sær hevði hann vinmennirnar Árna og Tórð Hentze. Fyrsta árið var eitt missjavnt ár. Vit ryktu niður i serie 2 fyrsta hálvári, men fótaðu vit okkum skjótt við at leggja okkum greitt á odda í Serie 2 næsta hálvári. Siðani tá hevur tað bert gingið ein veg. Vit vunnu greitt serie 2, og klaráðu árið eftir at varðveita sessin i Serie 1. Umframt hetta, so komu vit langt í steypakappingini. Ein stóran part av heiðrinum eigur Gunnar.

Hansara nærlagni til allar venjingarnar var ein fragd. Alt tað praktiska var altið i ordan. Vanligt var, at Gunnar altíð møtti 15 min aðrenn venjing, so allir dunkar, keylur, og annað var klárt tá venjing skuldi vera. Hetta vísur hansara nærlagni og treiskni um, at umstøðurnar altið skulu vera i lagið.

Á seinasta leikdegi seinasta ár so gjørdi Gunnar greitt, at hann gevst sum venjari hja ÍF Føroyum. Daman og fitta dóttur hansara kravdu meiri av hansara tið, so plass var ikki longur til venjarasessin. Tað er ein avgerð, sum man bara má hava viðring fyri.

Góði Gunnar. Vit vilja við hesum siga takk fyri tín innsats fyri felagið. Tín partur hevur ongantið ligið eftir og tu hevur givið titt til felagsskapin. Vit gleða okkum at siggja teg yvuri á Kløvermarken – nú sum áskoðara.

#KøvikkiEldhugan

Limagjald vár 2023

Kostnaður fyri vár hálvuna er 550kr og freistin at gjalda er 31. marts 2023.

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport.
Rita inn á Holdsport við tínum brúkara og fylg vegleiðingini til hvussu limagjaldið verður goldið. Tú verður tikin víðari til at rinda við at nýta kort-upplýsingar ella MobilePay.

2. Heimabanka
Flyt limagjaldið á kontoina hjá ÍF Føroyum: (reg. 6509) 306.178.331.7, og viðmerk evt. flytingina limagjald (ár).

3. Mobilepay
Flyt limagjaldið via mobilepay á nr. 9307GU

Køv ikki eldhugan og gott kappingarár!
Nevndin

Amager Sport

Ger Kvetti!

Amager sport hevur opið og júst nú við 25% avslátturi uppá allar gaggur. Tilboðið er galdandi til og við 30. mai. Amagersport er at finna á Amagerbrogade 165 ella á heimasíðuni, www.amagersport.dk.

ÍF Føroyar venjingarbúni

Til ber at ogna sær ÍF Føroyar venjingarbúna. Til ber at bíleggja búnan umvegis heimasíðuna hjá www.amarsport.dk ella við at fara í handilin hjá Ama’r Sport, sum er á Amagerbrogade 165-167.

Til ber at velja millum tveir pakkar:

  • Pakki 1: Jakki, buksur og hosur – 480 kr
  • Pakki 2: Jakki, buksur, shorts, t-shirt og hosur – 780 kr

Ein leinkja til Ama’r Sport er á høgru síðu. Verður trýst á hana, verður tú vístur beinleiðis til síðuna hjá teimum.

Nærri frágreiðing er at finna á heimasíðuni undir „Felagið‟ –> „Venjingarbúni‟

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tveir dystir verða á skránni hetta vikuskiftið.

Leygardagin 14. septembur 1.liðið tekur á heimavølli ímóti Fr. Holm Sydhavnen. Dysturin byrjar kl 15.15. Bæði liðini hava 5 stig hvør.

Sunnudagin 15. septembur taka kvinnurnar ímóti Fremad Amager. Dysturin verður á Kløvermarkini og byrjar kl 13.30. Eftir tveir óuppibornar ósigrar skulu arbeiðshandskarnir á, tí Fremad Amager liggur á 1.plássi.

Køv ikki eldhugan!

Jón Clementsen heldur áfram sum lækni hjá ÍF Føroyum

ÍF Føroyar fegnast um, at Jón Clementsen, sum hevur verið knýttur at felagnum síðani 2018, velur at halda áfram sum lækni hjá ÍF Føroyum.

Jón bleiv útbúgvin lækni í 2015. Umframt hetta hevur hann tikið fleiri skeið fyri at gerast diplomlækni í ítróttarmedisin. Til dagliga arbeiðir Jón á Nykøbing Falster og Hvidovre sjúkrahúsinum, har hann er undir serlæknaútbúgvingini til ortopædkirurg.

Jón hevur trivist væl í hesum arbeiðinum og vil fegin halda áfram. Hann hevur havt nokk at sæð til, og leikararnir í felagnum hava verið glaðir fyri hendan møguleikan.

Jón er sera dugnaligur innanfyri sítt yrki og tí frøðast vit um, at hann er sinnaður at halda áfram.

Køv ikki eldhugan!

Dystir komandi vikuna

Tveir dystir eru á skránni hóskvøldið 09 mai. Kvinnurnar møta KFB um slagið um Kløvermarkina. Dysturin byrjar kl 19.

2.liðið tekur samstundis á Kløvermarkini ímóti Østerbro IF. Hesin dystur byrjar eisini kl 19.

Fríggjakvøldið 10 mai leikar 1.liðið ímóti FK Prespa. Dysturin er á útivølli og byrjar kl 19.30.

Køv ikki eldhugan!

Dystir hesa vikuna

Í kvøld eru tveir steypadystir á skránni. Báðir dystirnir verða leiktir á Kløvermarkini.

Kl 18.15 leikar 1.liðið ímóti FB á bana 5.

Kl 18.30 leika kvinnurnar ímóti Skjold á bana 7. Skjold leikar vanliga í einari deild hægri enn kvinnurnar.

Fríggjakvøldið 03 mai leikar 3.liðið ímóti Viktoria. Dysturin er á Kløvermarkini og byrjar kl 18.30.

7 mans liðið leikar eisini fríggjakvøldið. Teir taka ímóti PI Fodbold. Dysturin er á Kløvermarkini og byrjar kl 18.00.

Leygardagin 04 mai tekur 1.liðið á heimavølli ímóti Rønne FB. Dysturin byrjar kl 15.30. Rønne liggur á einum 9. plássi, ímeðan ÍF Føroyar liggur beint undir niðurflyting á einum 13. plássi. Vinna okkara menn, kunnu teir koma uppum niðurflyting.

Leygardagin tekur 2.liðið á útivølli ímóti B.1908. Dysturin byrjar kl 13.00. Okkara 2.lið hevur vunnið allar sínar dystir higartil í ár.

Sunnudagin 05 mai tekur kvinnuliðið ímóti Fremad Valby. Hesin dystur verður leiktur á Kløvermarkini kl 13.30. Kvinnurnar hava enn sín fyrsta sigur til góðar.

Køv ikki eldhugan!

Dystir hesa vikuna

Fleiri dystir eru á skránni hjá ÍF Føroyum hesa vikuna.

Hósdagin 11. apríl eru tveir dystir á skránni:

Kvinnurnar leika á útivølli ímóti Fix. Dysturin verdur leiktur í Tingbjerg IP og byrjar kl.19:00. Hetta er fyrsti dysturin hjá kvinnunum hetta kappingarárid.

2. lid hjá monnunum leika á heimavølli ímóti ØKF 2. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.18:30.

Fríggjakvøldid 12/4 leika 1. lid hjá monnunum á útivølli ímóti HB. Dysturin verdur leiktur á Fælledparkini og byrjar kl.20:15.

Køv ikki eldhugan!

Venjarasáttmáli undirskrivaður

ÍF Føroyar hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Niels Strøm Rødgaard.

Niels byrjaði sum venjari hjá 2. liðnum í 2015, men hevur síðan 2016 tikið sær av 1. liðnum. Nýggi sáttmálin er galdandi frá mars 2019 til juni 2019.

Vit eru sera glað og takksom fyri arbeiðið, ið Niels hevur gjørt fyri ÍF Føroyar og gleða okkum til framhaldandi gott samstarv.

Besta mansliðið hjá ÍF Føroym leikar dagliga í Keypmannahavnarseriuni.

Køv ikki eldhugan!

Dystir hetta vikuskiftið

Síðsta umfar í vetrarhálvuni verður leikt í morgin, leygardagin 03.nov. Allir dystirnir eru á Kløvermarkini. Komið og stuðlið tað síðsta í ár.

1.liðið spælir kl 15.15 ímóti Husum Bk. Føroyar liggur á einum áttanda plássi, ímeðan Husum Bk liggur á triðja plássi. Við einum sigri í morgin, kunnu okkara menn enda sína hálvu  á einum 5.plássi, ið er sera flott, síðan hetta einans er annað árið í deildini. Tó skal sigast, at kappingin hjá 1.liðnum er deild út yvir eitt heilt ár, so teir forseta í somu kapping eftir vetrarsteðgin.

2.liðið leikar sín síðsta dyst kl 13.00 ímóti Skjold. Tað hevur ikki gingið væl hjá øðrum liðnum og liggja teir tí til niðurflyting.

Kvinnurnar leika eisini sín síðsta dyst í vikuskiftinum. Hann er kl 11.15 og verður leiktur ímóti Tårnby FF. Kvinnurnar liggja á einum 6.plássi og við einum sigri í morgin, ber til at rykkja upp á eitt 5.pláss.

3.liðið eru lidnir við sína kapping. Teir hava klárað seg fyrimyndarliga væl og liggja á einum fyrstaplássi. Tó skal sigast, at liðið, ið liggur á øðrum plássi hevur eitt stig minnið og manglar enn sín síðsta dyst. Fyrsta plássið er tískil ikki tryggjað enn, men tað er nógv at fegnast um, tí óansæð, hvat hendur í tí dystinum, rykkja okkara menn upp í eina hægri deil.

7.mans liðið leikti sín síðsta dyst seinasta vikuskifti og liggja eisini á einum fyrstaplássi. Teir hava fulla úrtøku og 46 mál eftir 9 dystum.

Køv ikki eldhugan og tillukku við flottu úrstlitunum!