Flyting av leikaraloyvi í summarferiuni

Í samband við, at summarfrítíðin er við at byrja og tað møguliga eru fleiri, sum ætla sær at flyta leikaraloyvið til føroysk feløg, vilja vit minna tykkum á mannagongdina tá loyvið skal flytast.

– Felagið, ið skal brúka leikaran, skal søkja eftir loyvinum.
Tað vil siga, at tá ein ÍF Føroyar leikari ynskir at flyta loyvið til eitt føroyskt felag, so skal leikarin seta seg í samband við tað føroyska felagið og biðja tey um at søkja eftir loyvinum. Vit (ÍF Føroyar) góðkenna flytingina og gera tað sum skjótast, tá ein umsókn er komin.

– Og øvugt: tá ið leikarin vil hava loyvið til ÍF Føroyar úr einum føroyskum felag, so er tað okkum tit skulu skriva til.

Flyting av leikaraloyvum fer fram við at senda ein mail til;
leikaraloyvi@fotboltur.dk.

Góða summarferiu.

Fjórða umfarð í DBU pokalturneringini

Í morgin, 12. juni, skulu 1. lið hjá ÍF Føroyum spæla fjórða umfarð í DBU pokalturneringini. Mótstøðuliðið hesaferð er Kastrup Bk. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar kl.20:15.

Í landskappinini spælur Kastrup Bk. í einari deild hægri enn ÍF Føroyar, har teir liggja beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Hetta merkir, at vit í morgin kunnu vænta okkum ein harðan dyst.

Seinasta dyst spældu okkara menn ímóti FC. Græsrødderne, ið er mannað av fyrrverandi toppleikarum og eisini nøkrum fyrrverandi landsliðsleikarum. í hesum dystinum vístu okkara menn stóran arbeiðs- og stríðsvilja, og megnaðu at vinna 3-1.

Okkara rapportarir vera á Kløvermarkini í morgin, har teir fara at siga frá dystinum. Til ber at fylgja við á Facebooksíðuni hjá ÍF Føroyum.

Vinna okkara menn hendan dystin, eru teir við í pottinum, tá ið trekt verður eftir summarferiuna. Í hesum víðari lutakasti verður møguligt at trekkja lið úr bæði 1. og 2. division.

Vit vóna at fleiri eru til reiðar at stuðla okkara monnum á Kløvermarkini.

Køv ikki eldhugin!

Dystir hetta vikuskiftið

Fleiri dystir eru um vikuskiftið, og eittnú spælir 1. lið teirra seinasta landskappingardyst hetta kappingarári.

1. lið spælir á Kløvermarkini leygardagin 9. juni kl.13:30. Mótstøðuliðið er Sundby Bk, ið liggur á einum 14. og aftasta plássi við 16 stigum í deildini. Okkara menn eru á 11. plássi við 26 stigum, og eru eisini tryggjaðir ímóti niðurflyting.

2. lið spælir eisini á Kløvermarkini leygardagin 9. juni, og byrjar dysturin hjá teimum kl.13:00. Mótstøðuliðið hjá teimum er Sundby Bk. 2., ið liggur á einum 10. plássi við 6 stigum. Okkara menn liggja á einum 7. plássi við 12 stigum.

Sunnudagin eru aftur tveir dystir á skránni hjá ÍF Føroyum.

Kl.13:30 taka kvinnurnar ímóti AB Tårnby á Kløvermarkini. AB Tårnby liggur á einum 6. plássi, meðan ÍF Føroyar kvinnurnar liggja á einum 7. plássi, og ein sigur ímóti AB Tårnby hevur við sær, at kvinnurnar kunnu koma enn longur upp á stigatalvuna.

Kl.15:15 spælir 3. lið ímóti FB 8. Dysturin verður spældur á Jens Jessens Vej. Okkara menn liggja á einum 5. plássi, meðan FB 8 liggja á einum 6. plássi, so aftur her kunnu vit vænta okkum ein javnan dyst.

Okkara rapportarir vera á Kløvermarkini leygardagin og varpa frá dystinum hjá 1. liðnum. Sagt verður frá góðum veðri bæði leygardagin og sunnudagin, so komi ein túr og stuðli okkara leikarum.

Køv ikki eldhugin!

Leikarin á bonkinum – Monika Sumberg Samuelsen

Næsti leikari á bonkinum er Monika Sumberg Samuelsen. Hon er liðskipari á kvinnuliðnum og hevur verið tað í fleir ár. Monika er 28 ára gomul og er ættað út Vági. Hon er útbúgvin sjúkrarøktafrøðingur og arbeiðir á Ríkissjúkrahúsinum.

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum 

Stríðsvilji, góðar taklingar og fínasta slag í luftini 🙂

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei, tað er sjálvdan tað kemur fyri, nokk bara tá eg havi frí.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hvørki. Kanska okkurt triðja alternativ?

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Vágsbygd mín heimbygd, haldi ikki eg pjøvist at siga meir. Sangurin kann hoyrast her, um tað skuldi verið: https://www.youtube.com/watch?v=vgjmwvcf5Ss

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Plagi at vaska teir áðrenn kappingin byrjar, so tað plagar at vera einaferð í apríl. Annars eftir tørvi.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Jacoba Langgaard, ein legenda í ÍF Føroyum.

Besta ÍF Føroyar ball?

Haldi altíð at tey eru góð, men Summershakedown vinnur nokk. Tey eru altíð væl fyriskipaðið, og stemningurin er góður. Dugi ikki at velja eitt Summershakedown frammum hini.

Hvat er ein góður kossur?

Tað er ein, sum man hevur glett seg til og kanska bíða eftir í eina tíð.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Havi so nógv góð minnir á Kløvermarkini, nógvir stuttligir dystir, nógvar góðar venjingar, og eisini nógvar hugnaligar løtur, har tað hevur handlað meira um tað sosiala. Ringt at velja eitt minni burturúr.

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Tað er avgjørt Bjørt Miðberg!

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

100% samanhaldið. Havi sjálv knýtt nógv vinarbond  gjøgnum ÌF Føroyar.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Okkurt sum er fitt og niðri á jørðini.

Hvør syngur best á tínum liði?

Haldi Barbara á Líðarenda rakar tónar nokkso væl J

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Einki.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Tað er altíð nokkso stuttligt, tá man vinnur eitt sindur óvæntað. Komi í tankar um ein dyst fyri nógvum árum síðani. Tað var við VB, vit spældu ímóti HB í Havn, vóru aftanfyri 3-0, men vunnu 4-3. Hetta var eisini saman við fleiri av mínum barndómsvinkonum, so tað er nokkso stuttligt at minnast aftur á.

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Her má eg aftur nevna Bjørt Miðberg, saman við henni hevur man tað altíð stuttligt.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvat er tað besta við Føroyum?

Dystir í vikuskiftinum

Tríggir dystir eru á skránni hetta vikuskiftið.
Leygardagin 2 juni kl 13.00 skal 1.liðið á útivølli leika ímóti Tårnby FF. Tårnby liggur á einum 6. plássi og seinast hesi liðini møttust, vann Tårnby við tveimum málum.
Næsti dystur er eisini leygardagin 2 juni. Her tekur 2.liðið á heimavølli kl 13.30 ímóti Østerbro IF 2. Østerbro liggur einans eitt stig framman fyri okkara menn, og tí kunnu vit vænta ein spennandi dyst á Kløver.
Seinasti dystur hetta vikuskiftið er sunnudagin 3 juni. 7-mans liðið skal á heimavølli leika ímóti Brønshøj 2. Dysturin byrjar kl 13.30. Brønshøj hevur vunnið allar sínar dystir og liggur tískil nummar 1. Á øðrum plássi liggur okkara 7-mans lið. Tað kann vera, at fyrsti ósigurin hjá Brønshøj verður sunnudagin.
Veðrið hevur sanniliga verið einastandandi seinastu vikurnar, men komandi vikuskifti, greiðir Yr.no frá, at vit kunnu fáa heilt upp í 29 hitastig. Tað eru heitastu dagarnir hagartil í ár. Takið sólkremið við og komið og stuðlið okkara monnum, nú bert fáir dystir eru eftir.
Køv ikki eldhugan!

Dystir hetta vikuskiftið

Nógvir dystir eru á skránni um vikuskiftið.

Fríggjakvøldið 25. maj spælur 2. lið ímóti Kastrup Bk 2. Dysturin verður spældur á Røllikevej og byrjar kl.18:30.

Leygardagin 26. maj spælur 1. lið ímóti FB. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar kl.13:30.

Sunnudagin 27. maj eru tveir dystir á skránni. Kvinnurnar spæla í móti KFB. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar kl.13:30. Eisini skal 7. mans liðið spæla sunnudagin. Dysturin, ið er ímóti Vestia, verður spældur á Kløvermarkini og byrjar eisini kl.13:30.

Týskvøldið skal 3. lið spæla ímóti FA 2000. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar kl.19:00.

Køv ikki eldhugin!

 

ÍF Føroyar vs. FC Græsrødderne

Í morgin, hósdagin 23. Maj, skal besta mansliðið hjá ÍF Føroyum spæla ímóti FC Græsrødderne.  Dysturin verður spældur á Gentofte Sportspark og byrjar kl.20.

FC Græsrødderne varð stovnað í 2015. Teir byrjaðu í Seriu 4, men eru fluttir upp hvørt ár síðani tá, og eftir summarsteðgin skulu teir spæla í Seriu 1. Stigtakari til liðið vóru Klaus Lykke og Mads Laudrup, sonur Michael Laudrup. Liðið verður mannað av fyrrverandi professionellum fótbóltsleikarum, ið allir hava leikað í bestu donsku deildini, og harafturat eru summir eisini fyrrverandi landsliðsleikarar.

Undanfarna umfar í steypakappingini vunnu FC Græsrødderne 8-0 ímóti Sundby, sum leika í somu deild sum okkara menn.

FC Græsrødderne hava havt fleiri venjarar, m.a. Mads Laudrup, Henrik “Store” Larsen og Flemming Christensen. Um Henrik og Flemming kann sigast, at hetta eru tvey nøvn, ið bæði eru kend innan føroyskan fótbólt. Henrik Larsen var venjari hjá føroyska landsliðnum í tíðarskeiðnum 2002-2005. Í 2012 var Flemming Christensen venjari hjá ÍF, har hann megnaði at vinna silvur og harafturat at vinna heiðurin sum ársins venjari. Harafturat kann nevnast, at Flemming var venjari hjá Boga Løkin, sum nú spælur við besta mansliðnum hjá ÍF Føroyum.

Divisionsforeningen stroymar dystin beinleiðis via. heimasíðuna www.pokalturnering.dk og eisini ber til at fylgja við í dystinum á okkara Facebooksíðu, har sagt verður frá dystinum.

 

Info um leikarar sum hava spælt við FC Græsrødderne seinastu dystirnar:

Daniel Udsen (Fremad Amager, EB/Streymur)
Spælt á føroyska landsliðnum
Vunnið føroysku steypakappingina tvær ferðir við EB/Streymi

Azad Corlu (Brøndby, AB, Hvidovre)
35 U-landsdystir fyri Danmark

Carsten Fredgaard (Sunderland, WBA, Bolton, FCK)
Spælt á danska A-landsliðnum
282 dystir í Superligaen
Danskur meistari við FCK
Dagsins leikari tá ið Randers vann steypakappingina í 2006

Casper Abildgaard (AB, Randers, Herfølge, Hvidovre)
17 U-landsdystir fyri DK

Casper Henningsen (Silkeborg, AB, FC Vestsjælland)
Spælt í Superligaen

Dennis Cagara (Brøndby, Hertha Berlin, Frankfurt)
43 U-landsdystir fyri Danmark
14 A-landsdystir fyri Filipsoyggjarnar
91 dystir í Superligaen
Jan Frederiksen (Brøndby, Wisla Krakow)
15 U-landsdystir fyri Danmark
166 dystir í Superligaen

Jens Waltorp Sørensen (AaB, Stabæk, AB)
Spælt í Superligan
Var saman við X-Factor dómara Ida Corr í 10 ár

Kenneth Bjergsted (AB, HB Køge)
Lá í koma í meir enn eina viku eftir eina skutaravanlukku í 2009, men kom seg sterkt aftur og helt áfram sum professionellur fótbóltsleikari

Klaus Lykke (AB, FC Helsingør)
Legenda í AB, har hann spældi í yvir 10 ár
Spælt í Superligaen

Mads Laudrup (FCK, Herfølge, HB Køge)
Sonur Michael Laudrup
Stigtakari til FC Græsrødderne
29 U-landsdystir fyri Danmark
Verið við í “Vild med dans”

Martin Bro Johansen (FCK, Coventry)
Danskur meistari við FCK
Limur av “Legends Club” hjá FCK
Spældi 142 dystir fyri FCK og skoraði 40 mál
Spælt á danska A-landsliðnum

Mathias Reimer Larsen (Brøndby, Hvidovre)
40 U-landsdystir fyri Danmark

Nicolai Laudrup (Spælt í USA og Svøríki)
Sonur Brian Laudrup

Patrik Wozniacki (FC Nordsjælland, AB, Frem)
Stóribeiggi Caroline Wozniacki
Verið við í “Vild med dans”

Poul Hubertz (Herfølge, AaB, Millwall, Northampton, AB, FC Midtjylland)
94 dystir og 20 mál í Superligaen

Rasmus Peter Marvits (Lyngby, FC Nordsjælland, Køge, Horsens)
49 dystir í Superligaen

 

Køv ikki eldhugin!

Dystir hetta vikuskiftið

Hetta vikuskiftið skulu 1. og 2. lið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin.

Báðir dystirnir verða spældir í morgin, leygardagin 19. maj.

1. lið skal spæla á útivølli ímóti BK Skjold. Dysturin byrjar kl.15 og verður leiktur í Fælledparkini

2. lið skal spæla á heimavølli ímóti B.1903. Dysturin byrjar kl.13 og verður leiktur á Kløvermarkini

Køv ikki eldhugin!

Kvinnurnar spældu spennandi dyst í Brønshøj

Okkara ÍF Føroyar kvinnur vóru fríggjadagin á vitjan í Brønshøj, har mótstøðuliðið var FIX

Áðrenn dystin var FIX á 4.plássið og vit á einum 8.plássið á stigatalvuni.

Í 1. hálvleiki var trýstið stórt á okkara mál. FIX hevði fleiri málmøguleikar, ímeðan vit stríddust og gjørdu alt fyri, at tann defensivi parturin var sum hann skuldi. Vit megnaðu at standa ímóti trýstinum í 39 minuttir, so kom hol á. Ein leysur bóltur inni í feltinum endaði við, at FIX kundi leggja seg á odda 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Í 2. hálvleiki vóru okkara kvinnur alsamt meira tendraðar. Vit komu longur niðan á vøllin og skaptu fín álop, sum tó ikki blivu heilt farlig. Eftir at 53 minuttir vóru leiktir, bragdaði hjá okkum. FIX ger eina verjuvillu, og hesum takkaði Liljan S. Jacobsen fyri, og kundi hon við sínum gylta vinstra beini knústa bóltin upp undir nettakið. 1-1 og vit høvdu givið mótstøðuliðnum ein hvøkk.

Einans 7 minuttir eftir at vit høvdu javnað, fekk FIX ein stóran møguleika at leggja seg á odda. Brotsspark. Men nei – meistarliga bjargar Nina Davidsen bóltinum, tá hon kastar seg til sína vinstru síðu. Enn 1-1 og 30.minuttir eftir at spæla.

FIX vóru nú nógv meira á bóltinum, og av tí at málmøguleikarnir skolaðu inn móti føroyska málinum, ja, so lá eitt mál í luftini. Og so var… 2-1 til FIX í 66. minutti.

Sama fótbóltsspælið helt sær langt út móti dystarenda. Áhaldandi trýst á okkara mál og vit runnu mestsum bara aftaná. Inntil 84 minuttir vóru leiktir. Ein støða inni í feltinum hjá FIX endar við, at tað nú eru vit sum fáa brotsspark. Liðskiparin á liðnum, Monika S. Samuelsen, tekur ábyrgd á egnar herðar. Óheppin sendur hon bóltin upp um málverjan og upp um tvørstræðið. Stórur møguleiki at javna, men eydnan var ikki við hesuferð.

Dysturin endar tískil 2-1 til FIX í einum undirhaldandi fótbóltsdysti, har vit berjast til tað síðsta.

Á liðnum vóru: Nina Davidsen, Kristianna Balle, Helena H. Johannesen, Katarina K. Saxov, Bjørt S. Miðberg, Barbara á Líðarenda, Elsa S. Jacobsen, Amanda Jensen, Monika S. Samuelsen, Jóhanna J. Lervig, Liljan S. Jacobsen og Sunneva T. Magnussen.

ÍF Føroyar kvinnur liggja á 8.plássið í Københavnsserien.

Næsti dystur er 27.mai móti KFB. “Slagið um Kløvermarkini”.

Køv ikki eldhugin!

Steypadystur í dag, týsdag 15 mai

1.liðið hjá okkara monnum skulu í dag, týsdag 15 mai, leika sín næsta steypadyst ímóti Real l’ Hopital. Dysturin byrjar kl 18.30 á Kløvermarkini.

Tað var soleiðis at 18 apríl spældi fyrsta liðið seg víðari í steypakappingini. Dysturin var ímóti F.C. Babylon, ið leikti í seriu 3. Liðið, teir skulu spæla ímóti í dag, leikar í seriu 4, sum er heili 4 deildir lægri enn okkara 1.lið. Real l’ Hopital liggur á einum 8 plássi í sínari kapping við 22 stigum. Okkara menn tískil eru greiðir favorittar, heili 52 pláss framman fyri Real l’ Hopital. Men bólturin er rundur og í eini steypakapping kann alt henda.

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Reidar Dahl Joensen

Nú kappingin so smátt er byrjað hjá øllum okkara liðum, fara vit at hitta leikarunum á bonkinum. Fyrsti leikari 27 ára gamli vágbingurin, Reidar Dahl Joensen. Hann flutti til Danmarkar at lesa til maskinmeistara í 2015.

 

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum 

Sterkur í luftini, fornuftigur og rímiliga skjótur ?

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei, langt frá.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Bohemian Rhapsody hjá Queen. Tað er ein fantastiskur sangur, sum fær lagið í topp hvørja fer.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Eg keypi heldur nýggjar ístaðin.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Tað má vera Pól Thorsteinsson.

Besta ÍF Føroyar ball?

Eg elski ÍF Føroyar ballini. Eg havi verið við til nøkur eftirhondini, og øll hava verið sera stuttlig. So tað er ringt at velja burtur úr ?

Hvat er ein góður kossur?

Tað er tá bæði vilja tað líka nógv. Men tann besti er ein frá sínari einastu einu.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Uha, har eru eftir hondini nøkur. Men eg skal taka eitt: Eg hevði akkurát keypt nýggjar krita hvítar fótbóltsskógvar, og nakrir flentu eftir mær, tí man mátti hava teknik fyri at hava tílíkar. Men tann dystin vunnu vit stórt ímóti einum liði úr Danmarkseriuni. Eg skoraði 2 mál, har tað eina hæli eg bóltin upp um verjuna og meg sjálvan og skori. Tað sigst at tað enn verður tosað um tað málið. ?

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Rani Nolsøe Johannesen fær heiðurin. Hann hevur eina flotta Kardashian-reyv.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tað er heilt sikkurt samanhaldið.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Ein túrur á dansigólvið.

Hvør syngur best á tínum liði?

Nemt.. Teitur Tausen!

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Royni at eta góðan morgunmat og slappi av.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Tá vit fluttu upp í Effodeildina við Fc Suðuroy í 2014. Eg skori tvey mál og vit vinna 3-1 í síðsta dystinum av kappingini.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Óheppið tap ímóti oddaliðnum

Eitt illa skert ÍF Føroyarlið vóru í dag á vitjan hjá BK Union, sum eru greitt oddalið í deildini. Talan var sostatt um eina sera torføra uppgávu, og tann brennandi hitin gjørdi ikki uppgávuna lættari.

Men ÍF Føroyar stríddust fyrimyndarliga allan dystin og komu enntá á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki aftaná Beinir legði innfyri til Karstin. Union megnaðu tó at javna til 1-1 aftaná góðan hálvan tíma, og hetta var eisini hálvleiksstøðan.

Ongin ivi var um at Union sat á dystinum tað allarmesta av seinna hálvleiki, har ÍF Føroyar blivu trýstir langt aftur á vøllin og noyddist at stríðast tað besta teir høvdu lært. Hetta var eisini líka við at vera nógmikið, tí at eftir at 83 minuttir vóru spældir, fær Reidar eitt mál, ið á sera ivasaman hátt verður kolldømt! í 85. minutti, bert tveir minuttir seinni, fáa Union eitt feildømt hornaspark, ið endar við at teir fáa mál til 2-1. Ímóti endanum royndi ÍF Føroyar so at satsa, men hetta førdi tíverri við sær, at Union fingu síðsta málið í dystinum til endaliga úrslitið 3-1.

Sigast skal at har til endans ikki vóru nógvar kreftir eftir, men talan var framvegis um eitt satt mannfólkaavrik og við eitt sindur av marginalum, so kundi man fingið bæði 1 ella øll 3 stigini við heim.

Uppstilling:

Rani

Jóhan J – Torstein – Reidar – Ragnar P

Tummas – Joseph

Álvur – Rógvi P – Beinir

Karstin

Bonkur: Jóhan G, Martin M, Niels

Dagsins Leikari: Reidar

Hini liðini í niðaru hálvu taptu eisini øll í dag, so har er støðan óbroytt. Nú er fokus rættað ímóti næsta leygardag, har ÍF Føroyar á heimavølli kl. 13.30 taka ímóti Jægersborg og hetta kann lættiliga vísa seg at blíva ein altavgerandi dystur fyri kappingarárið, so vit síggjast á Kløvermarkini tá!

Køv ikki eldhugan!