Venjingartíðir

Venjingarnar tær seinastu vikurnar hava verið merktar av broyttum venjingartíðum og vallum, men nú verður farið aftur til tær vanligu venjingartíðirnar.

Venjingartíðirnar eru hesar:

Menn:

Týsdag kl 17.30-19.00
Hósdag kl 18.30-20.00

Skiftingarrúm nr. 25.

Kvinnur:

Týsdag kl 18.30-20.00
Hósdag kl 17.30-19.00

Skiftingarrúm nr. 38.

Vant verður á vølli nr.5

 

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Maria Syderbø Mikkelsen

Næsti leikari á bonkinum er Maria Syderbø Mikkelsen. Hon er 25 ára gomul og er úr Havn. Maria hevur búð niðri í 3 ár og um hálvt ár verður hon liðug sum socialráðgevi. Undir síni útbúgving hevur hon verið á útveksling í Kenya og er nú í gongd við at fyriskipa sín næsta túr, har hon hevur bjóðað fleiri føroyingum við.

 

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Verja, illsint og kappingarsinnað.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Bara í vikuskiftunum.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hmmmmm, sigi sum Monika ”Kanska okkurt triðja alternativ”?

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Nina Simone – ’Mississippi Goddam’. Haldi hon hevur sjálv skrivað tann sangin og haldi hann er sigandi.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Uhaaa, tað minnist eg ikki.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Havi so illa hug at taka eina heilt ávísa fram um aðrar, tí eg haldi at ein góður fótbóltsleikari kann vera so nógv.

Besta ÍF Føroyar ball?

Tað vit høvdu leygarkvøldið var eitt av mongum góðum og hugnaligum. Annars var ársveitslan í fjør sera góð, og gleði meg til 10. november

Hvat er ein góður kossur?

Ein góður kossur er inniligur.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Haldi fleiri av dystunum í fjør heyst vóru deiligir, ikki minst at flyta upp.

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Tað er helst Kristianna Balle.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tórður, góður dystarandi og samanhald.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Spyr Rakul, hon kennir til mong slík.

Hvør syngur best á tínum liði?

Tað rokni eg við er songfuglurin Vár Næs og kanska eisini Nina.

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Eta havragrýn (aftur við einum góðum podkastið, tónleiki e.a.) og síðani súkklutúrurin til Kløvermarkina ella eitt hvørt stað í Keypmannahavn.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Fótbóltsskúlin á Svangaskarði 2005.

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Haldi fleiri eru nógv stuttligari enn tær sjálvar vita,  Monika er avgjørt ein teirra.

Hvat er tað besta við Føroyum?

Tað besta við Føroym er lætta atgongdin til náttúruna, friðin, familju og vinir.

Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?

Ikki nakað eg soleiðis komi í tankar um í skrivandi stund. Kanska kvinnurnar kundu havt eitt størri skiftingarrúm.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?

 

Enn ein sáttmáli undirskrivaður

Nevndin kann kunngera, at enn ein venjari hevur valt at halda á sum venjari hjá ÍF Føroyum.

Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við 1. liðsvenjarin, Niels Strøm Rødgaard. Niels byrjaði sum venjari hjá 2. liðnum í 2015, og tók síðani við sum venjari hjá 1. liðnum í 2016.

Besta mansliðið hjá ÍF Føroym leikar dagliga í Keypmannahavnarseriuni.

Nevndin vil takka Niels fyri tað megnar arbeiði hann hevur gjørt í felagnum og gleða okkum til framhaldandi gott samstarv.

Køv ikki eldhugan!

Nýggjur sáttmáli undirskrivaður

Nevndin kann vid gleði kunngera, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við venjarin hjá kvinnunum Tórður Hentze. Tórður tók við sum venjari hja kvinnunum í 2015 og hevur gjørt eitt megnararbeiði í felagnum, ta tíðina hann hevur verið venjari.

Undir leiðslu av Tórður Hentze fluttu kvinnurnar upp í Keypmannahavnarseriuna fyri einum ári síðani, og megnaði í várhálvuni at halda seg í deildini.

Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv.

Køv ikki eldhugan!

Dystir hesa vikuna

Nógvir dystir eru á skránni hjá ÍF Føroyum hesa vikuna.

Týsdagin 11/9 kl.20.00 spælir 1. lid á útivølli ímóti Hvidovre IF 2. Dysturin verdur leiktur á Kæmpernes Arena.

Fríggjadagin 14/9 kl.18.00 spælir 7. manslidid hjá ÍF Føroyum á heimavølli ímóti Tårnby FF 2. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

Leygardagin 15/9 eru trýggir dystir á skránni:

Kl.13.00 spæla kvinnurnar á útivølli ímóti PI Fodbold (2). Dysturin verdur leiktur í Valby IP.

Kl.13.30 spælir 2. lid á heimavølli ímóti B.93 3. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

Kl.15.15 spælir 1. lid á heimavølli ímóti KB 2. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

Sunnudagin 16/9 kl.15.15 spælir 3. lid á heimavølli ímóti CSC 2. Dysturin verdur leiktur á Kløvermarkini.

 

Køv ikki eldhugan!

Limagjald – Heysthálvan 2018

So er tíðin komin til, at allir leikandi limir felagsins skulu gjalda limagjald.

Upphæddin fyri heysthálvuna er 350 krónur.

 

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport:

Rita inn á holdsport og fylg vegleiðingini um, hvussu limagjaldið verður goldið.

2. Heimabanka:

Flyt peningin á kontuna hjá ÍF Føroyum. Kontonummarið er: (reg. 6509) 306.178.331.7

Viðmerk navn og ár.

 

Freistin at gjalda limagjald er 17. septembur 2018. Leikarar, sum ikki hava goldið limagjaldið innan 17. septembur, verða útihýstir frá holdsport, venjing og dystum, til limagjaldið er goldið. Tí vilja vit heita á tykkum øll at gjalda skjótast gjørligt.

 

Um tú ikki hevur møguleika at gjalda ádrenn 17. septembur, er tó møguligt at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við Sunnevu, um so er!

Gott kappingarár!

Køv ikki eldhugan!

Nevndin

Dystir komandi vikuna

Nógvir dystir eru á skránni hjá ÍF Føroyum komandi vikuna.

Týsdagin 04. septembur kl.18.00 spælir 1. lið hjá ÍF Føroyum á heimavølli ímóti Bk. Skjold. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini.

Leygardagin 08. septembur eru tríggir dystir á skránni.

kl.11.15 spælir 3. lið hjá ÍF Føroyum á útivølli ímóti Hellas 2. Dysturin verður leiktur í Engdraget.

kl.15.00 spælir 2. lið hjá ÍF Føroyum á útivølli ímóti HB 2. Dysturin verður leiktur í Ryparken.

kl.15.15 spæla kvinnurnar hjá ÍF Føroyum á heimavølli ímóti ØKF. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini.

Sunnudagin 09. septembur spælir 7. mansliðið hjá ÍF Føroyum á útivølli ímóti CSC 2. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini.

Køv ikki eldhugin! 

Broyttar venjingartíðir í viku 35

Í komandi viku eru venjingartíðinar hesar:

Týsdagin 28/8:

Ongin venjing

Hósdagin 30/8:

Kvinnurnar kl.17.30
Mennirnir kl.19.00

Orsøkin til hesar broyttu venjingartíðirnar í viku 35 er, at góða veðri og nógvi hitin í summar hevur havt við sær, at vallirnir treingja til eyka viðlíkahald.

Farið verður aftur til tær vanligu venjingartíðirnar í viku 36.

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Beinir Ellefsen

Okkara fyrsti leikari á bonkinum eftir summarfrítíðina er 25 ára gamli argjamaðurin Beinir Ellefsen. Hann hevur búð í Keypmannahavn í 3 ár og er júst blivin bachelor í IT, communication og media og fer beint í gongd við kanditatin á ITU, har hann fer at lesa Digital innovation og management.

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Aggresivur, Tendensir til at klandrast við dómarin, Giftigt vinstrabein

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Um mamman lesur hettar, so ja 😉

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald, fyri gudsskyld ikki lutaseðlar

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Í hesum summartíðum, so haldi eg at Get lucky hjá Daft Punk og Pharell Williams er aldeilis deiligur. #summervibes

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Vaska fólk skinnarar!?

Besti leikari tú hevur leikt við?

Uha, har eru nógvir at velja í millum. Kann tó ikki sleppa undan at ikki nevna Dmitrije Jankovic. Maðurin er svakur men hevur eitt hjarta av gull <3

Besta ÍF Føroyar ball?

Síðsta jólaveitslan var ein kempi success. Gott undirhald, góður matur og gott lag.

Hvat er ein góður kossur?

Tað má heilt klárt vera mussarnir frá damuni. Teir vátu mussarnir frá Niels eru eisini heilt OK

Besta minnið av Kløvermarkini?

Tað má nokk vera dysturin ímóti FC Græsrødderne. Hasir stoltu nissurnar toldu sgu ikki heilt at tapa ímóti einum vælspælandi ÍF Føroyar liði.

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Karstin Højgaard, uttan iva.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Ein kombination av gott samanhald og til tíðir framúr fótbólt spæl.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Uha, tað er ringt at siga. Men um einki riggar, so er microovn dansurin eitt gott boð.

Hvør syngur best á tínum liði?

Aftaná at hava observerað nógvar ÍF Føroyar veitslur, so má eg ásanna at Tummas Justinussen hevur eina rødd sum fær ein til at kitlast har tað ikki skal kitlast.

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Tíðliga í song og tíðliga upp. Og so bara fylla depotini væl, so man hevur orku at spæla fullan dyst.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Tað má nokk verða tá eg spældi við U21 ímóti Týskarum á Tórsvølli, hóast vit taptu 0-3.

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Tað má verða Tórður Henzte. Hann hevur altíð eina stuttliga viðmerking til alt.

Hvat er tað besta við Føroyum?

Náttúran. Tá sólin skínur í Føroyum, so er tað heimsins vakrasta land.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?

Dystir hesa vikuna – nýggjur venjari tekur við

Summarferian er við at vera av, og hetta merkir, at vit nú seta hol á enn eina kappingarhálvu.

Dystir hesa vikuna:

Hósdagin 23. august kl.19.00 skal okkara 2. lið spæla á Kløvermarkini ímóti Sønderbro Fight 2. Dysturin verður leiktur á vølli 14.

Leygardagin 25. august kl.16.15 skal 1. lið spæla á útivølli ímóti FB. Dysturin verður leiktur á  Sønderjyllands Allé 4.

 

Venjari hjá 2. liðnum hevur seinastu tíðina verið Andras Jákupsson. Eftir summarsteðgin hevur Andras valt at takka fyri seg sum venjari hjá ÍF Føroyum, nú hann flytir heim aftur til Føroyar eftir loknan lestur. Andras hevur gjørt eitt megnar arbeiðið sum venjari hjá ÍF Føroyum og vit takka honum mangar ferðir fyri hetta.

Sagt verður, at maður kemur í mans stað – og so er. Beint fyri summarsteðgin gjørdist greitt at nýggi venjarin hjá 2. liðnum hjá ÍF Føroyum verður Ragnar Poulsen. Ragnar hevur í fleiri ár spælt við ÍF Føroyum, men hevur nú tikið við sum venjari hjá 2. liðnum. Dysturin í morgin verður sostatt fyrsti dysturin hjá Ragnari sum venjara. Vit eru ómetaliga takksom fyri, at Ragnar hevur sagt ja til at gerast ein partur av venjarahópinum hjá ÍF Føroyum, og vilja ynskja honum bestu eydnu framyvir.

Køv ikki eldhugan!

Kunning um komandi kappingarhálvu

Venjingartíðir:

Menn

Týsdag kl.17.30-19.00
Hósdag kl.18.30-20.00

Skiftingarrúm nr.25

Kvinnur

Týsdag kl.18.30-20.00
Hósdag kl.17.30-19.00

Skiftingarrúm nr.38

Venjingarnar byrja í viku 35

Vant verður á Kløvermarkini á Kløvermarksvej 25, 2300 København S.

Allir nýggir leikarar eru vælkomnir. Um tit hava spurningar, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum, annaðhvørt á Facebook-síðuni “ÍF Føroyar Fótbóltur” ella við at venda tykkum til venjarar ella nevndarlimirnar – tlf nr eru upplýst á heimasíðuni undir “Felagið” og síðani annaðhvørt “Nevndin” ella “Venjarar”.

Køv ikki eldhugan!